Frælsi við ábyrgd Tosað verður um, hvussu týdningarmikið tað er fyri kvinnuna at fáa frælsi at ráða yvir egnum kroppi. Men hvat er hetta fyri frælsi, ið talan er um? Frælsi til at kvetta lívstráðin av [...] seg bara um kvinnuna og als ikki um rættin hjá verjuleysa barninum í móðurlívi? Skal mítt frælsi veruliga fara so langt, at eg skal avgera lagnuna hjá einum øðrum menniskja, ið ikki er føtt enn? Er tað á [...] an Andrea Bocelli. Tann, sum nógv er litið upp í hendur Í Lukasi 12.48 lesa vit: ” … Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur
landsstýrinum? Eg fari tí at spyrja løgmann, um hann kann siga okkum, um hetta orðaskiftið, vit nú hava, snýr seg um vinnupolitikkin hjá samgonguni, ella um tað snýr seg um vinnupolitikkin hjá Fólkaflokkinum? Kann [...] inn. Men alt meira kemur nú til sjóndar, at talan er kanska ikki um tvey vegamót, men eitt og sama vegamót. Tað er landsstýrið, sum í dag leggur orðaða vinnupolitikkin fram, sum er ein fortreyt fyri strembanini [...] sum sambandsmaður, nú er forðingin sum fólkafloksmaður. Tað ger uppgávuna hjá landsstýrismanninum eitt sindur torførari. Men roynt, tað hevur hann, tað má sigast. Nú er nógv sagt um fullveldið, men hesin
at taka tey og so er hann so sera góður at heita á hjá abbabørnunum, tað er ikki nógv, ið abbon ikki kann fáa í lag. Og um mann vil hava eina, fimm ella sjey bøkur lisnar, ja, so er tað eingin trupuleiki [...] Vágsbotni. Báturin hjá Bjarna er lættur at kenna, tí hann leggur stóran stoltleika í at røkja bátin. Røkiskapurin er eitt av eyðkennunum fyri Bjarna. Tað vitna húsini um, eins og starvsfelagar og næmingar [...] og er still going strong . Seinastu mongu árini hevur hann saman við lærarum spælt hvørt mánakvøld á Frælsinum, og tá árliga flogbóltskappingin er millum skúlarnar í Tórshavn, so verður spælt um Bjarnasteypið
gjørdar, nú tað verður farið undir seinna hálvleik. KÍ gevur bóltin upp. HÁLVLEIKUR 1-1 Tað er púra opið, nú spælararnir eru farnir at hvíla seg. KÍ hevur verið meiri á bóltinum, men støðan er 1-1! Ein [...] hevði spælt hana leysa. Milja R. Simonsen minkaði um munin, eftir at innskifta Heidi Sevdal hevði spælt hana leysa. KÍ helt tørn um 3-2 leiðsluna, og harvið er sjeyndi steypasigurin á rað hjá KÍ kvinnunum veruleiki [...] at økja um leiðsluna. Í høgru sneiddi hon framvið trimum, áðrenn hon setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið! 42) 0-1 Nú hevði KÍ risa møguleika. Eyðvør Klakstein legði inn um verjuna til
myrkt, men vit bankaðu uppá. Hetta var um millum kl. 12 og 2 um náttina. Ein kona kom og lat upp og spurdi, hvørjir vit vóru. Vit søgdu, at vit vóru føroyingar. Um vit kundu geva henni hondina uppá tað [...] undirbuksum og føroyskum hosum, undirtroyggjan var útlendsk, og eg var í skjúrtu. Hevði lært at brúka bát Eg plagdi at rógva út frá Sørvági og hevði lært at brúka bát. Tað kom nú okkum til góðar, at eg [...] leiðin fram, og nú sóu vit bløðrutara. Hetta merkti, at vit máttu vera nokk so nær landi. So komu súlurnar, og tað var enn betri tekin. Men tá var tað eisini skjótt, at vit sóu land. Veðrið var nú batnað. Tá
i eru ovurfegin um tey fáa 50% av stuðlinum sum danski bóndin fær og tað skilji eg væl.. Ikki tí eg eri samdur í, at framleiðslustuðul er ósunnur og ikki nakað at dúva uppá. Best er um allar vinnur kunnu [...] eftir frælsu marknaðarkreftunum, um tað er eingin ivi. Men áðrenn eg vil loyva mær at leggja nøkur argument fram um hví eg metið at stuðulin til landbúnaðin ikki skal skerast nú vil eg undirstrika, at hesin [...] móttaka stuðul, tí soleiðis sum skipanin er, er hetta ikki at meta meir enn ein lítil kompensatión fyri tað arbeiðið teir leggja í ogn hins almenna. Men har er tó langt eftir á mál fyri landbúnaðin. Vit kunnu
gluggunum. Klokkan var um leið sjey á kvøldi, tá ið leitað varð at húsum. Jólahugnin í Ansastovu var undir bitunum. Abbi og omma sótu still í køkinum og vóru kvirr, nú hátíðin var komin inn um garðarnar. Dýrdarinnar [...] heftiplástur um allan kroppin og hevði broytt skap. Mong eru ellisvomm. Eitt so gott minni um ein jólamann, sum kom úr Hammerfest við einum guvutrolara og endaði sínar dagar her á klettunum, er bæði ein [...] fátæksligt ljós var um hav, land og alt livandi. Føroyski sjómaðurin hevur við stríð og strev baksast á norðurhøvum og sett lív og heilsu í vága fyri at lívbjarga sær og sínum . Ikki minst er teimum fyri at
á tað. Her er talan um tað virðismiklasta .fo navnaøkið, ið finst, og fyri mær er tað ótrúligt, at eingin hevur keypt tað fyrr, sigur Henrik Steffen í telefonini, tá hann verður spurdur um, hví hann hevur [...] Tað gongur ein søga um, at dagin eftir at myndatólið varð uppfunnið, bleiv tann fyrsta nakinmyndin tikin. Og hóast tað kanska bara er ein søga, so er tað ein vælkend sannroynd, at eitt tað fyrsta ein nýggjur [...] All That Rain og Consul Sól og so ein føroysk upplýsingarsíða um gjeikarar. Fyri stuttum funnust eisini bara sømilig føroysk navnaøki. Men nú er navnaøkið sex.fo skrásett. Tað syrgdi 25 ára gamli týskarin
lagt eina ætlan um, hvussu hetta skal gerast yvir ávíst áramál. Hvussu langt hetta áramál er, verður mett í mun til fíggjarligu korini í landinum sum heild. Tað er ikki órímiligt, um eitt nú Eritrea og Uganda [...] brek ikki bara er ein spurningur um einstaka persónin, men um hansara møguleikar í samfelagnum, hann er í. Um øll dugdu teknmál, var tað ikki so stórt brek at vera deyvur, til dømis. Um tað slapst alla [...] ar. Eisini í Føroyum So kann onkur siga, at her hjá okkum er støðan hampiliga góð – tað er verri í øðrum heimspørtum. Tað er púra rætt! Tað er verri í øðrum heimspørtum, tíverri. Men sáttmálin leggur ikki
minst, nú oljan er so dýr, og eingin veit, hvar oljuprísurin í framtíðini endar. Men tað er ikki bara orkusparing við at partrola. Hetta er eisini ein sparing í reiðskapi og sliti – og ikki minst er veiðan [...] Íslands at royna at sannføra leiðsluna í felagnum um, at partrol er nakað, sum vert er at royna. Rógvi sigur, at boð komu aftur úr Íslandi við fyrispurningi um, hvørt tveir skiparar hjá teimum kundu sleppa [...] Hetta er eitt stórt felag, sum ræður yvir næst flestu fiskiveiðikvotunum í íslendskum sjógvi. - Eg og Agnar Joensen vóru fyrst á Akureyri og hjálptu teimum at rigga reiðskapin til - og kunnaðu teir um, hvussu