Sex á føroyskum navnaøki

Ein týskari ognaði sær í farna mánaði føroyska internet navnaøki sex.fo. Og tað er hann ovurfegin um. Ætlan hansara er at selja ella útleiga føroyska navnaøkið við stórum vinningi, og hann viðgongur, at innihaldið neyvan fer at vera fyri børn.

Tað gongur ein søga um, at dagin eftir at myndatólið varð uppfunnið, bleiv tann fyrsta nakinmyndin tikin. Og hóast tað kanska bara er ein søga, so er tað ein vælkend sannroynd, at eitt tað fyrsta ein nýggjur miðil verður brúktur til, er sonevnt ?undirhald fyri vaksin?.
Soleiðis var eisini við internetinum, tá tað kom fram í síni tíð, og enn er internetið ein miðil, ið verður dúgliga nýttur til hetta serliga slag av undirhaldi. Orðið, sum oftast verður tastað inn á tær stóru internetleitimaskinurnar, er ?sex?, og tað er eisini hetta sama orðið, sum gevur flest leitiúrslit.
 
Sømiligt føroyskt
Føroysk parturin av internetinum hevur tó ikki verið umfataður av hesum ráki og kann ikki lýsast sum annað enn ógvuliga sømiligur samanborið við restina av innihaldinum á internetinum. Skrivar tú orðið ?sex? í leitiskipanini á Olivant, koma ikki meira ónærislig úrslit fram enn vevsíðurnar hjá All That Rain og Consul Sól og so ein føroysk upplýsingarsíða um gjeikarar.
Fyri stuttum funnust eisini bara sømilig føroysk navnaøki. Men nú er navnaøkið sex.fo skrásett. Tað syrgdi 25 ára gamli týskarin Henrik Steffen fyri í farna mánað, og tað angrar hann ikki.
- Eg havi verið øgiliga heppin. Eg eri rættiliga vísur í at .fo var tað seinasta frælsa navnaøkið í heiminum, har navnið ?sex? ikki var tikið, so eg keypti eg tað umgangandi, tá eg kom fram á tað. Her er talan um tað virðismiklasta .fo navnaøkið, ið finst, og fyri mær er tað ótrúligt, at eingin hevur keypt tað fyrr, sigur Henrik Steffen í telefonini, tá hann verður spurdur um, hví hann hevur valt at keypa sex.fo.
Henrik Steffen ætlar ikki sjálvur at brúka sítt nýggja føroyska navnaøki, men ætlar at selja tað ella leiga tað út til onnur at brúka. Og tað ætlar hann ikki at gera bíliga.
 
Okkurt við sex at gera
Spurdur um hvat hann væntar, at navnaøkið sex.fo fer at vera brúkt til í framtíðini, er hann realistiskur.
- Tað blandi eg meg als ikki uppí, men eg kann fyristilla mær at tað fer at hava okkurt við sex at gera, sigur týskarin.
Hóast sín unga aldur eigur og rekur Henrik Steffen eina fyritøku, ið telur 120 fólk. Fyritøkan tekst við at tilevna vevsíður og tað var tá Henrik Steffen sjálvur skuldi keypa eitt .fo navnaøki fyri eitt viðskiftafólk, at hann av tilvild fann útav, at sex.fo var leyst á marknaðinum.
- .fo var eitt navnaøki, ið eg ongantíð hevði hoyrt um fyrr, so eg gjørdist forvitin og royndi til stuttleika at kanna, um ymisk væl umtókt nøvn vóru tikin. Og eg gjørdist sera bilsin, tá eg sá, at fleiri virðismikil .fo nøvn enn eru leys, sigur Henrik Steffen, sum tó enn bert hevur keypt sær hetta eina .fo navnaøkið.
 
Selist dýrt
Tað kostar góðar túsund krónur at keypa eitt .fo navnaøki. Harumframt skal eigarin  gjalda aðrar góðar túsund krónur um árið fyri at varðveita navnaøkið. Men hesar upphæddir hugsar eigarin av sex.fo ikki um.
- Teir pengarnir fara at koma aftur. Fleirfaldaðir! Fyri stuttari tíð síðan skifti tað hollendska navnaøkið sex.nl hendur fyri hundrað túsund evrur (einar 750.000 krónur, blaðm.), so tað eru ikki smáupphæddir, ið verða lætnar fyri góð navnaøki, sigur Henrik Steffen. Internetið hevur verið mín vinnuvegur, síðan eg í 1996 stovnaði mína fyrstu fyritøku, og eg havi eftir hondini lært at síggja, hvat er ein góður handil í hesari vinnuni. Keypið av sex.fo fer heilt víst at vísa seg at vera ein óvanliga góður handil. Eg havi verið sera heppin, sigur týskarin.
Hann hevur enn ikki roynt at funnið ein keypara ella leigara til navnaøkið, men tað hevur heldur ikki tann stóra skundin, tí sum hann sigur. Prísurin á einum góðum navnaøki fer bert ein veg við tíðini, og tað er ikki niðureftir.
 
Tvørlig skráseting
Tá vit spyrja Henrik Steffen um hann yvirhøvur veit hvat land .fo navnøkini hoyra til, er hann ikki heilt sørur.
- Jú, tað eru Føroyar. Tit hava okkurt slag av tilknýti til Danmarkar. Og tit hava spælt fótbólt ímóti Týsklandi fyri stuttum, svarar hann fúsur.
Við tí geografiska gongst eitt sindur verri.
- Landið liggur onkrastaðni í Atlanthavinum. Nokkso langt sunnanfyri, haldi eg.
At landið er nokkso lítið, hevur Henrik Steffen longu fingið varhugan av. Tá hann skuldi skráseta føroyska navnaøkið, funnust neyðugu oyðibløðini ikki á enskum máli á vevsíðuni hjá FO-Umsitingini, ið umsitur føroysku navnaøkini. Hann setti seg tí í samband við FO-Umsitingina, har ein hjálpsom rødd umsetti, so hvørt sum týskarin útfylti føroysku oyðibløðini.
- Tað segði mær so mikið sum, at tað neyvan var hvønn dag at nakar skrásetur eitt .fo navnaøki, sigur týskarin.
 
Lovar føroyskum gentum framat
Í løtuni er einki annað innihald á adressuni www.sex.fo enn eini boð um at fyritøkan hjá Henrik Steffen, ?Top Concepts Internetmarketing?, stendur fyri navnaøkinum. Men týskarin lovar, at um ein ella fleiri føroyskar gentur senda honum myndir av sær, so skal hann syrgja fyri, at tær verða lagdar á síðuna.
Hann leggur tó dent á, at genturnar mugu vera yvir 18 og í minsta lagi vera ílætnar um miðjuna, annars vil hann ikki leggja navn til at almannakunngera myndir av teimum á sex.fo.
Men spurningurin er, hvørjar etiskar reglur framtíðar eigarar ella leigarar av hesum føroyska navnaøki fara at seta sær sjálvum.