Beinleiðis: KÍ steypavinnari fyri sjeyndu ferð á rað

Fyrsta bríksl í steypafinaluni millum kvinnurnar hjá HB og KÍ er klokkan 18.00

Tað er fagnaður í bláu og hvítu leguni á Tórsvølli í kvøld. Fyri triðju ferð í eina viku hevur KÍ vunnið eina steypafinalu í Gundadali.

Fyri einari viku síðani var tað mansliðið, sum vann ímóti Víkingi, í gjárkvøldið vóru tað U17 genturnar, sum vunnu ímóti B36, og í kvøld hevur kvinnuliðið hjá KÍ vunnið 3-2 ímóti HB.

 

Eingin ivi var um, at KÍ var leikliga omaná, og KÍ var frammanfyri 1-0 og 3-1. HB vildi ikki geva skarvin yvir. Tað var tí, at Milja R. Simonsen var støðug hóttan í álopinum. HB spældi aftur og aftur fram til hana, men sum oftast høvdu Bára S. Klakstein og Ragna Patawary tak á støðuni. Tvær ferðir kiksaði tað, og í báðum førum skoraði Milja R. Simonsen.

 

KÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá. Rannvá B. Andreasen var sera væl uppløgd. Hon arbeiddi væl og nógv, og tað var hon, sum átti fína og flata innleggið úr vinstru, Evy á Lakjuni var leys dygst undir málinum, hon smekkaði bóltin upp undir nettakið, og so var 1-0 til KÍ og 20 minuttir farnir.

At Milja R. Simonsen javnaði tveir minuttir undan steðginum bar við sær, at tað var spennandi, tá ið farið varð undir seinna hálvleik.

 

Beinanvegin eftir steðgin sást, at KÍ hevði meiri ferð, og tað bar við sær tvey mál. Hervør Olsen fluktaði til 2-1 eftir innlegg úr vinstru, og innskifta Liljan Jacobsen skoraði til 3-1, eftir at Rannvá B. Andreasen hevði spælt hana leysa.

Milja R. Simonsen minkaði um munin, eftir at innskifta Heidi Sevdal hevði spælt hana leysa.

KÍ helt tørn um 3-2 leiðsluna, og harvið er sjeyndi steypasigurin á rað hjá KÍ kvinnunum veruleiki.

 

Christian Andreassen, formaður í FSF, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, handa silvurkrónur til HB og gullkrónur til KÍ, og so handar Aksel V. Johannesen, løgmaður, KÍ steypið, sum Malena Josephsen tekur ímóti.

 

HB-KÍ 2-3 (1-1)

Steypafinala kvinnur

Á Tórsvølli leygardagin triðja september 2016 kl. 18.00

Dómari: Rani A. Skaalum

0-1: Evy á Lakjuni

1-1: Milja R. Simonsen

1-2: Hervør Olsen

1-3: Liljan Jacobsen

2-3: Milja R. Simonsen

HB: Annika Dam – Sólrun Thomsen, Liljan av Fløtum Petersen, Valgerð Andreasen,  Marjun undir Kletti - Barabara á Dunga, Jóna Hentze, Lív F. Arge, Ása á Reynatúgvu, Elin Maria Isaksen - Milja R. Simonsen

Á beinkinum: Heidi Sevdal, Lea Hansen, Poula Andreasen, Hildur Egilsdóttir, Rebekka Benbakoura, Rannvá Mortensen, Silja á Borg Færø

KÍ: Anja Ivanov – Sigrid Jacobsen, , Bára S. Klakstein, Ragna Patawary, Katrina Akursmørk – Eyðvør Klakstein, Ása K. Thomsen, Olga Kristina Hansen - Evy á Lakjuni, Hervør Olsen, Rannvá B. Andreasen

Á beinkinum: Randi á Bergi, Erla Christiansen, Liljan Jacobsen, Lisa Joensen, Malena Josephsen, Gudny Johannesen, Annika Christiansen

 

-----

LIÐUGT

2-3

 

2-3

KÍ heldur bóltin frammarlaga í vinstru.

 

2-3

Malena Josephsen spælir Liljuna Jacobsen leysa í vinstru, men hon sendir bóltin skeivu megin nærra stólpan.

 

2-3

GULT KORT. Ragna Patawary hjá KÍ fyri fríspark aftanfyri miðstrikuna. HB flytur alt fólkið fram, men tað spyrst einki burturúr.

 

90) 2-3

Fýra minuttir verða lagdir aftrat.

 

88) 2-3

Milja R. Simonsen roynir seg við frísparki úr seytan metrum og eitt vet til vinstru, men KÍ málverjin bjargar til horna í vinstru, sum einki spyrst burturúr.

 

87) 2-3

Milja R. Simonsen er um reppið at sneiða seg leysa, men Rannvá B. Andreasen ger fríspark seytjan metar úr málinum.

GULT KORT. Rannvá B. Andreasen. 

 

83) 2-3

Malena Josephsen verður skift inn á KÍ liðið. Hon fer fram í álopið, og Rannvá B. Andreasen verður flutt longri aftur á vøllin.

 

83) 2-3

2-3: Milja R. Simonsen

Eftir framlegging frá Heidi Sevdal rennur Milja R. Simonsen frá KÍ verjuni og skorar. So er spenningur í aftur!

 

80) 1-3

GULT KORT. Liljan Jacobsen hjá KÍ sær gult fyri fríspark aftarlaga í høgru.

Heidi Sevdal roynir seg við frísparki úr 20 metrum og eitt vet til vinstru, men bólturin fer væl omanfyri KÍ málið.

 

78) 1-3

KÍ trýstið ber tvey hornaspørk við sær, men tað spyrst einki burturúr, hóast innleggini frá Rannvá B. Andreasen eru góð.

 

75) 1-3

Heidi Sevdal og Hildur Egilsdóttir verða skiftar inn á HB liðið.

 

72) 1-3

1-3: Liljan Jacobsen

KÍ hevur lagt seg framum við tveimum málum. KÍ steðgaði á miðstrikuni bóltin eftir HB framlegging. Tað varð spælt fram til Rannvá B. Andreasen, sum gjørdi seg til at royna við langskoti, men so skifti hon meining og spældi í vinstru til júst innskiftu Liljuna Jacobsen, ið smekkaði til, og bólturin streyk dygst inn við nærra stólpanum.

 

67) 1-2

Evy á Lakjuni fer av vøllinum, og Liljan Jacobsen loysir av hjá KÍ.

 

62) 1-2

KÍ heldur fram at trýsta, og tað mesta gongur fyri seg á HB hálvuni.

 

61) 1-2

Lea Hansen avloysir Barbaru á Dunga hjá HB.

 

59) 1-2

Nógvir spælarar hita upp. Eitt nú Malena Josephsen hjá KÍ og Heidi Sevdal hjá HB.

 

58) 1-2

Barbara á Dunga fer skadd av vøllinum.

 

56) 1-2

KÍ koyrir á. Nú var tað Olga Kristina Hansen, sum royndi seg úr 20 metrum, men Annika Dam í HB málinum hevur tak á støðuni.

 

54) 1-2

1-2: Hervør Olsen

Eftir støðugt KÍ trýst og uppspæl í vinstru og innlegg er tað Hervør Olsen, sum snarar um seg sjálva í brotsteiginum, áðrenn hon smekkar bóltin í málið. Og so ger hon flikkflakk!!

 

51) 1-1

KÍ leggur stórt trýst á HB verjuna, og HB gevur aftur horna í vinstru.

 

50) 1-1

GULT KORT Liljan av Fløtum Petersen sær gult fyri at halda Rannvá B. Andreasen aftarlaga í høgru.

 

48) 1-1

Olga Kristina Hansen og Rannvá B. Andreasen spæla seg ígjøgnum í vinstru, og eftir innlegg roynir Hervør Olsen seg við av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

47) 1-1

Hervør Olsen vinnur horna til KÍ í høgru.

Rannvá B. Andreasen liggur á vøllinum, men hon reisir seg aftur, og einki spyrst burtur úr hornasparkinum.

 

46) 1-1

Ongar skiftingar eru gjørdar, nú tað verður farið undir seinna hálvleik. KÍ gevur bóltin upp.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

Tað er púra opið, nú spælararnir eru farnir at hvíla seg. KÍ hevur verið meiri á bóltinum, men støðan er 1-1!

 

Ein minuttir lagdur aftrat fyrra hálvleiki.

 

45) 1-1

KÍ roynir at svara aftur, og Evy á Lakjuni var nú í góðari støðu, eftir at Hervør Olsen við høvdinum snittaði víðari.

 

43) 1-1

1-1: Milja R. Simonsen

Við fínum einmansavriki megnar Milja R. Simonsen at javna dygst eftir, at KÍ hevði risa møguleika at økja um leiðsluna. Í høgru sneiddi hon framvið trimum, áðrenn hon setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið!

 

42) 0-1

Nú hevði KÍ risa møguleika. Eyðvør Klakstein legði inn um verjuna til Rannvá B. Andreasen, sum sneiddi framvið málverjanum, men Sólrun Thomsen kláraði akkurát - fyri opnum máli - at bjarga til horna í vinstru, sum einki spurdist burturúr.

 

38) 0-1

Milja R. Simonsen leggur innfyri við horna, men Anna Ivanov heldur bóltinum.

 

37) 0-1

Elin Maria Christiansen tiltuskar HB fyrsta horna - í høgru.

 

32) 0-1

GULT KORT. Sigrid Jacobsen hjá KÍ sær gult fyri at halda í Jónu Hentze.

 

30) 0-1

Nú var vandamikið, tá ið Milja R. Simonsen kom ímillum eftir ov stutta afturlegging, men Ragna Patawary bjargaði sær úr trongu støðuni.

 

27) 0-1

Gott KÍ álop í høgru, har Olga Kristina Hansen, Hervør Olsen og Eyðvør Klakstein eru sentralar, men tað verður ikki meiri enn tætt við, tí eingin er at taka ímóti eftir flatt innlegg.

 

26) 0-1

KÍ hevur stóra virðing fyri Milju R. Simonsen. Tað sæst við at Bára S. Klakstein alla tíðina er heilt aftast.

 

24) 0-1

Rannvá leggur við frísparki upp á tvørs til tvíburasystrina Ragnu, men HB blokerar á brotsteigarmarkinum.

 

23) 0-1

HB ger fríspark á brotsteigarhorninum í vinstru - vandamikil støða!

20) 0-1

0-1: Evy á Lakjuni

Eftir gjøgnumbrot í vinstru smekkar Rannvá B. Andreasen flatt innfyri úr vinstru, og dygst undir málinum stýrir Evy á Lakjuni bóltin upp undir nettakið.

 

19) 0-0

Milja R. Simonsen sneiðir seg enn einaferð leysa í KÍ brotsteiginum, men hon verður taklað.

 

17) 0-0

So var aftur tætt við. Evy á Lakjuni stakk sera snilt og neyvt fram til Rannvá B. Andreasen, men málverjin var fyrri á bóltinum.

 

16) 0-0

Rannvá B. Andreasen roynir seg aftur úr 20 metrum, og málverjin bjargar. Hervør Olsen var annars í góðari støðu, men Rannvá mundi neyvan síggja hana.

 

12) 0-0

KÍ er meiri á bóltinum, og nú royndi Rannvá B. Andreasen seg við skoti úr 20 metrum. Bólturin fór tveir metrar við síðuna av málinum.

 

10) 0-0

KÍ tiltuskar sær fyrsta horna, Evy á Lakjuni leggur innfyri úr vinstru, og bólturin brestur í tvørtræið, áðrenn hann fer út til málspark.

 

04) 0-0

Milja R. Simonsen bjóðar KÍ verjuni av, og tað er um reppið, at tað eydnast hjá henni at sleppa ígjøgnum, men KÍ verjan taklar.

 

03) 0-0

Eftir innlegg úr høgru er KÍ framvið, men HB málverjin Annika Dam hevur tak á støðuni.

 

01) 0-0

HB gevur bóltin upp.

 

00) 0-0

Liðini heilsa upp á hvørt annað. Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at tað er HB, sum eigur heimavøll á Tórsvølli.

 

00) 0-0

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur saman við Christian Andreassen, formanni í FSF, og Virgari Hvidbro, aðalskrivara í FSF, heilsa upp á spælararnar.

 

00) 0-0

Tjóðsangurin verður spældur, meðan spælararnir standa rættir á vøllinum.

 

Kvinnuliðini hjá HB og KÍ fyrireika seg í løtuni til steypafinaluna á Tórsvølli, har fyrsta bríkslið verður klokkan 18.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali í kvøld. Bjarki Danielsen er dómari.

 

HB og KÍ hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini fyrr í ár. KÍ hevur vunnið allar dystirnar, men tað hevur verið tepurt, tí talan er um tvær ferðir 1-0 og einaferð 2-1. Í øllum dystunum er sigursmálið skorað síðsta korterið.

 

HB-KÍ kl. 18.00

Steypafinala kvinnur

Á Tórsvølli leygardagin triðja september 2016 kl. 18.00

Dómari: Bjarki Danielsen

HB: Annika Dam – Sólrun Thomsen, Liljan av Fløtum Petersen, Valgerð Andreasen,  Marjun undir Kletti - Barabara á Dunga, Jóna Hentze, Lív F. Arge, Ása á Reynatúgvu, Elin Maria Isaksen - Milja R. Simonsen

Á beinkinum: Heidi Sevdal, Lea Hansen, Poula Andreasen, Hildur Egilsdóttir, Rebekka Benbakoura, Rannvá Mortensen, Silja á Borg Færø

KÍ: Anja Ivanov – Sigrid Jacobsen, , Bára S. Klakstein, Ragna Patawary, Katrina Akursmørk – Eyðvør Klakstein, Ása K. Thomsen, Olga Kristina Hansen - Evy á Lakjuni, Hervør Olsen, Rannvá B. Andreasen

Á beinkinum: Randi á Bergi, Erla Christiansen, Liljan Jacobsen, Lisa Joensen, Malena Josephsen, Gudny Johannesen, Annika Christiansen