verður um, at teir báðir hava mannað løgmansembætið í tilsamans sjey ár, og báðir eisini hava umsitið landskassan sum landsstýrismenn við fíggjarmálum. Í báðum størvum hava teir havt ábyrgd av, at politiska [...] eigur at vera at skipa javnbjóðis samstarv millum løgting og landsstýri øðrummegin og fólkating og stjórn hinumegin, har føroyingar taka avgerðir um føroysk viðurskifti, og danir taka avgerðir um donsk [...] Føroyingar og danir hava togast um valdsbýtið okkara millum í fleiri mansaldrar. Meiningarnar eru ymiskar, og politiska landslagið sær út hareftir, men so við og við hevur eydnast at taka við vaksandi ræði
– Vit hava flutt okkum sera nógv ítróttarliga, og vit klára væl at spæla upp ímóti miðal lond í Evropa ár um ár. Tað sigur ótrúliga nógv um okkara ungu og røsku gentur, og eg ivist ikki í, at hetta eisini [...] og errin landsliðvenjari, sum nú tekur saman um kappingina. – Yvirskipað eru vit heilt væl nøgd. Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men tað ræður eisini um at fáa royndir, og tað fáa okkara spælarar í slíkum [...] Bulgaria endaði við at vinna 5-4. Eftir hetta spældu Føroyar móti Montenegro, sum tvær ferðir í dystinum kom á odda – fyrst 1-0 og síðan 2-0. Báðar ferðir megnaðu føroysku genturnar at svara aftur og javna
Hetta er aftur eitt dømi um glíðibreytina, sum vit ávaraðu um, og eisini enn eitt dømi um, at samkynd, tvíkynd og tvørkynd nú seta dagsskránna. Alt samfelagið skal rættast inn eftir teirra normum. Henda [...] heldur fram og sýnist ongan enda at fáa. Tá eitt mál er uppnátt, verður nýtt mál sett út í kortið. Tað er helst bara ein spurningur um tíð inntil somu tilráðingar um at koyra orðini mamma og pápi úr málinum [...] javnaðarflokkurin og tjóðveldi fara at apa sær eftir, eins og teir hava gjørt í øðrum etiskum málum, so sum hjúnarbandslógini og málinum um sammøður. Ynskja vit veruliga, at orðini mamma og pápi skulu fjernast
Báðir háskúlar luttaka í eini verkætlan, sum eitur Peoples Future Lab, sum endar í mai 2023. – Hugskotið er, at um tú fært høvi at vera við í einari listarligari tilgongd har okkurt verður framleitt, so verður [...] listafólkum og listahandverkarum, umframt at verksmiður verða í leiri, ljóði, frásøgn, træsniði og binding. Listafólkini, sum hava játtað at lata seg interviewa ella at halda verksmiðjur, eru Tróndur Patursson [...] keypa flestøll bíliga á netinum úr fjarskotnum londum, og nógv av tí endar í skrellispannini ella verður sent retur. Við sjóneykuni á at uppdaga virðið í tí staðbundna og stuttflutta, eisini sum útgangsstøði
Arbeiðið at bora tunlarnar Norður Um Fjall, gongur fram úr væl. Tað gongur so mikið væl, at heldur arbeiðið fram sum higartil, hava tey borað báðar tunlarnar ígjøgnum longu í ár. Men við teirri játtan [...] til, at arbeiðið heldur fram ótarnað soleiðis at tann góða gongdin kann halda fram. Og tískil er tørvur á eini eykajáttan upp á 30 milliónir til verkætlanina. Uni Rasmussen leggur afturat, at hóast [...] undan og tí hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Landsverki eina eykajáttan upp á 30 milliónir í ár. Helst verður tað bara ein avgreiðsluspurningur
eina herferð í málinum um fosturøku. Endamálið er at fáa útlendingar at leggja trýst á føroyskar myndugleikar fyri at fáa teir at gera fosturtøku lógliga. Hetta er ein roynd at loypa tað trupla, drúgva [...] formliga sæð – hevði heimild at taka avgerð um. Javnaðarflokkurin helt, at loyvi skuldi gevast til radaran og at tað skuldi skiftast til Ericsson. Við øðrum: Vit kundu sagt, at danskir myndugleikar skuldu [...] roynir at leggja trýst á hann. So tingini flyta seg. Demokratiið virkar. Kjakið koyrir. Hevur Amnesty nakað at siga um málið, so sigið tað her. Sjálv. (Til endans vil eg loyva mær at viðmæla øllum at lesa
in og Sambansflokkurin at endurvinna sessirnar á Fólkatingi. Men tað er Javnaðarflokkurin, sum vinnur stórsigur, meðan Sambandsflokkurin liggur eitt vet framman fyri hinar báðar størru flokkarnar, Fólkaflokkin [...] møguleikar. Sjálvstýri, sum hevur boðað frá, at flokkurin ikki stillar upp, fær 0 prosent í kanningini. Framsókn fær 4 prosent og Miðflokkurin fær 2,9 prosent. Um vit so til stuttleika rokna løgtingssessir [...] r út sambært hesi kanning, so vísir hon eina øðrvísi samanseting, enn hana vit hava á Løgtingi í dag. Tí úrslitið hevði verið hetta: Fólkaflokkurin: 7 tingsessir Sambandsflokkurin: 7 tingsessir Javnað
juni í 2019, og næst val nýtist tí ikki at vera fyrr enn 5. juni næsta ár. Men eftir at Minknevndin í juni kom við hørðum atfinningum ímóti stjórnini í sambandi við, at allir minkar í Danmark vórðu avlívaðir [...] fram ultimatum um, at Metta Frederisen skal skriva út val í seinasta lagi tá Fólkatingið fer undir nýggja fólkatingárið, sum er í morgin 4. oktober. Ger hon ikki tað, fara tey Radikalu at koppa stjórnina [...] Moderatarnir, standa til at fáa við 2,2 prosentum, eins og teir fýra sessirnir í Føroyum og Grønlandi. Tað skulu 90 sessir til meiriluta í Fólkatinginum. Tað hoyrir við til søguna, at tað í dagsins kanning
eru Liv Lívið og Títt Rúm. - Vit fara at síggja upptøkur frá teimum tiltøkum vit hava havt í summar hjá Liv Lívið og so fara vit at hava samtalur við fólk, ið hava fingið hjálp ígjøgnum Títt Rúm. Eisini [...] ómetaliga ringt at meta um. Vit áttu at havt okkara innsavning í mars, men vit máttu víkja vegna kríggið í Ukraina. Tá var tað ein óvanliga stór upphædd, sum varð savnað, ímun til hinar sum hava verið – og [...] nakrir fáir leysir endar - men tað mesta er komið uppá pláss. Hvat kunna hyggjararnir gleða seg til? Hyggjararnir kunna gleða seg til eina fjølbroytta landsinnsavning. Sendingin kemur at hava bæði skemtilig
Frederiksen, hevur sagt, at allir lekarnir ikki eru tilvild. Hon vil ikki útloka, at talan er um sabotasju. Talsmaður fyri russisku stjórnina, Dmitrij Peskov, vísti í dag aftur ákærum um, at Russland stendur aftan [...] i í dag. – Formanslandið í Trygdarráðnum, Frankaríki, hevur í dag kunnað okkum um, at Russland hevur biðið um ein fund um Nord Stream-lekarnar. Hesin fundur verður í morgin, sigur hon. Í sambandi við lekarnar [...] Russland boðaði frá fyrr í dag, at tey høvdu biðið um fund í ST Trygdarráðnum. – Russland ætlar at kalla til almennan fund í ST Trygdarráðnum í sambandi við provokatiónirnar um gassleiðingarnar Nord Stream