Tunlar Norður um fjall: Vilja ikki at steðgur skal koma í arbeiðið

Tað gongur sum smurt at bora tunlarnar Norður Um Fjall

Tað verður skjótari enn mett, at tey sleppa undan hesum her

Arbeiðið at bora tunlarnar Norður Um Fjall, gongur fram úr væl. Tað gongur so mikið væl, at heldur arbeiðið fram sum higartil, hava tey borað báðar tunlarnar ígjøgnum longu í ár. Men við teirri játtan, sum nú er, verða pengarnir helst uppi áðrenn og so má arbeiðið  leggjast stilt til næsta ár.

 

Tað vil landsstýrið sleppa undan og tí hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Landsverki eina eykajáttan upp á 30 milliónir í ár. Helst verður tað bara ein avgreiðsluspurningur, men tekur Løgtingið undir við tí, kann arbeiðið halda fram ótarnað.

 

 Eftir sáttmálanum ímillum Landsverk og Articon kunnu 85 milliónir brúkast í ár. Men Landsverk mælir til, at arbeiðið heldur fram ótarnað soleiðis at tann góða gongdin kann halda fram. Og tískil er tørvur á eini eykajáttan upp á 30 milliónir til verkætlanina. Uni Rasmussen leggur afturat, at hóast tilfarið er dýrkað, og hóast lønirnar eru hækkaðar, væntar Landsverk framvegis, at kostnaðarmetingin fer at halda.

 

Tað verður skjótari enn mett, at tey sleppa undan hesum her