Tað stendur at kalla púrasta á jøvnum millum reyða vong og bláa vong í Danmark í feskastu veljarakanningini, sum kanningarstovnurin Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Kanningin er tann síðsta, áðrenn Mette Frederiksen helst fer at skriva út fólkatingsval seinni í vikuni.
Reyði vongur stendur til 86 sessir, meðan blái vongur stendur til 85.
Reyði vongur fær 50,0 prosent av atkvøðunum, meðan blái vongur stendur til 47,8 prosent.
Síðani koma teir fýra sessirnir, sum nýggi flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderatarnir, standa til at fáa við 2,2 prosentum, eins og teir fýra sessirnir í Føroyum og Grønlandi.
Tað skulu 90 sessir til meiriluta í Fólkatinginum.
Tað hoyrir við til søguna, at tað í dagsins kanning er ein hagfrøðislig óvissa upp á 3,1 prosentstig fyri báðar veingir.
Í innanhýsis styrkiroyndini í bláa veingi heldur Vinstri fram við at fara frá teimum Konservativu. Vinstri stendur til 15,5 prosent av atkvøðunum í kanningini í dag. Tey Konservativu detta niður í á 11,0 prosent.
Báðir flokkar hava hvør sítt forsætisráðharravalevni, ávikavist Jakob Ellemann-Jensen og Søren Pape Poulsen.
Kanningin frá Voxmeter er gjørt í døgunum 26. september til og við 2. oktober millum 1001 umboðandi persónar yvir 18 ár.
Seinasta fólkatingsval var 5. juni í 2019, og næst val nýtist tí ikki at vera fyrr enn 5. juni næsta ár.
Men eftir at Minknevndin í juni kom við hørðum atfinningum ímóti stjórnini í sambandi við, at allir minkar í Danmark vórðu avlívaðir, hevur stuðulsflokkurin hjá stjórnini, tey Radikalu, sett fram ultimatum um, at Metta Frederisen skal skriva út val í seinasta lagi tá Fólkatingið fer undir nýggja fólkatingárið, sum er í morgin 4. oktober.
Ger hon ikki tað, fara tey Radikalu at koppa stjórnina við at seta fram misálitisuppskot.
/ritzau/