Malja er so góð við teg eftir Lucy Cousins er sniðskorin myndabók til tey minstu Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Malja er so góð við Kornus og Skrukkuna...og Fibba! Hon er ein lítil mús, men hon er [...] er góð við bæði vinir sínar og teg. Malja er so góð við teg er 10 síður, prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 49 í bókabúðunum. Meir um Petur Kanin Enn ein bók um fitta Petur Kanin er komin, Petur Kanin [...] á træið. Har er eisini ein so fínur eingil, sum Lóa noyðist at taka og mussa og kroysta. Men tá hoyrir hon eitt løgið ljóð frá einglinum... Bókin er væl egnað til tey 2-5 ára gomlu, hon er 16 síður og kostar
sínum starvslýsingum. Hvat er tað sum ger arbeiðsplássið til nakað serligt? Hvussu er tað at vera starvsfólk hjá júst hesum arbeiðsplássinum? Hvørjar ágóðar fáa starvsfólkini? Hvat siga starvsfólkini sjálvi [...] Við sera lága arbeiðsloysinum, vit hava í løtuni, er tað ein avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at fáa fatur á røttu starvsfólkunum. Men ein nýggj kanning av føroysku arbeiðsfjøldini vísir, at føroyingar [...] um bara nøkur fá prosent av hesum kunnu sannførast um at søkja starv, er potentialið til at bera eyga við. Endamálið við kanningini er millum annað, at kanna um tað eru møguleikar, sum kanska ikki í nóg
hettar ikki er eitt álop á almenn starvsfólk, so er einki tað. Dagblaðið hevur talað ? fólk, ið fáa eina almenna løn, taka ímóti tjóvagóðsi. Er hettar veruliga tað, ið Fólkaflokkurin heldur? Hvat siga fól [...] TÁ ein leggur á ein stovn soleiðis sum RS gjørdi av løgtingsins røðarapalli herfyri, so eigur ein at verða konstruktivur og megna at hava kritikkin í onkrum ítøkiligum. Eitt álop, sum vit sóu herfyri, [...] tað betri. Næstrakærleiki er ikki at ganga og øvunda fólki, sum fara væl ella sparka út eftir teimum, ið liggja niðri. Næstrakærleiki er at unna fólki alt tað besta. Harvið er ikki sagt, at man skal oyðsla
SMS. Leigumálið hjá SMS fevnir um allan bygningin. Í fyrstu syftu er avgjørt, at ein Mylnuhandil letur upp í niðastu hædd. Hetta verður ein heldur øðrvísi Mylna, enn tær, sum vit kenna. Tí her fer at bera [...] einum kaffimunni og køkum afturvið. – Vit hava enn ikki gjørt av, hvat fer at vera á ovaru hæddunum. Vit hava nokk onkur hugskot, men øll góð hugskot eru vælkomin, sigur Niels Mortensen.
, um frídagur er, og veðrið er til vildar. Okkum dámar væl at vera spontan. Skínur sólin vestan fyri, so fara vit har, og eru sólglottar norðan fyri, koyra vit ein túr norðureftir. Hvat søkir tú mest, [...] fyrsta lagi verður í august. Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til? - Vit ætla at fara ein túr av landinum um mánaðarskiftið august/ september. Júst hvar tað verður, er ikki avgjørt enn. Annars verður [...] støð ella sól? - Eg vil siga eitt sindur av øllum. Nýggjar upplivingar og mentanir, góða samveru við góð fólk, góðan mat og nokk av svøvni. Hann heldur, at frísk luft og fólkaríkt býarlív hava bæði sínar
- Í januar var eg á fundi hjá SEV, har eg spurdi stjóran, hvat maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV, skulu hava í løn og úrtíðarløn. Nú seks mánaðir seinni havi eg ikki enn fingið svar frá stjóranum. [...] eisini verið úti í lønardeildini hjá Fíggjarmálaraðnum og vent, hava vit skilt. Nú er tað bara talan um forháling, tí málið er fult upplýst, sigur Arnfinn Bech. SEV kennir ikki sáttmálan Tann gitni prikkurin [...] maskinmeistarum tilsamans stívliga tríggjar milliónir krónur, sum teir hava fingið ov lítið útgoldið í løn og úrtíðarløn seinastu fimm árini frá í fjør heyst at rokna. Kravið avmarkar seg til fimm ár, tí ógoldin
hann afturat. Tað ber ikki til at samtykkja nakað, sum fígging ikki er til, tí, hvat verður so tað næsta, spyr hann. Ein annar møguleiki er at hækka skattir og avgjøld, men Hilbert Elisson vísir avgjørdur [...] kunna draga limagjald til fakfeløg frá í skatti. Men ein stórur trupulleiki fyri tinglimir í samgonguni, er eisini, at tað er stórt ivamál um, hvat hetta fer at kosta. Sjálv metir Sonja Jógvansdóttir, [...] nnu um at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti, er búgvið at taka støðu til yvirhøvur. Tað er annars eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir er, at fólk skulu kunna draga limagjald til fakfeløg frá
Hansen heldur, at tað er blivið ov nógv av tí góða. - Heilsurákið er blivið hysteriskt. Góð ráð eru fín, men tað merkist meira sum ein hamari í høvdið, tá ið myndugleikar siga okkum, hvat vit skulu eta, og [...] vit skulu røra okkum, sigur Hilmar Jan Hansen. - Hvør skal bestemma, hvat vit øll skulu gera? Fólk skulu sjálvi sleppa av velja, hvat tey hava hug til. Tey skulu sleppa at siga ja takk ella nei takk. Tað
veit eg fyri vist, hvat peningurin skal nýtast til. Men hvat, tað havi eg ikki fortalt fyri nøkrum enn! Í Sjónvarpinum verður annars sagt, at hetta er størsti gekkavinningurin í góð trý ár. Tann 12. apríl [...] har stóri Gekkurin krógvaði seg, og so var frøin stór. Spurdur hvat hann ætlar at nýta peningin til sigur Árni við Sjónvarpið, at hetta er eitt loyndarmál, sum hann enn hevur fyri seg sjálvan. - Mitt í [...] apríl 2002 fór ein spælari avstað við 220.000 kr. Størsti vinningurin nakrantíð fór í 1998, tá Gekkurin var komin upp á 350.000 kr.
og samráðingarrættur. Hvat merkir hetta og hvussu roynist hetta í veruleikanum? Sum fyrsta fakfelagið, sum fór í front at samráðast, so kunnu vit bara staðfesta, at samráðing er ongin, heldur tvørtur ímóti [...] ikki kostar krónur og oyru. At vit vórðu lóggivnir aftur til arbeiðis er eitt brot á 100 ára gamlan tryggjaðan fakfelagsrætt. Hetta er ógvuliga álvarsamt. Og hóast sagt var fleiri ferðir á tingsins røðarapalli [...] framvegis. Og ongin ivi er! Stóra talið av sjúkrarøktarfrøðingum í dag borgar fyri, at viknaðir eru vit als ikki. Vit standa stinnari enn nakrantíð. Og vit halda fram at stríðast fyri betri løn, betri arbeiðskorum