Handilskjarnin verður høvuðsumvældur

SMS leigar allan bygningin. Mylnan letur upp í niðastu hæddini.

SMS hevur gjørt eina langtíðar leiguavtalu við P/F Fastogn Føroyar um at leiga Handilskjarnarn í gongugøtuni í Havn.

 

– Bygningurin skal høvuðsumvælast bæði innan og uttan. Har skal nýggj fasada gerast, so bygningurin ikki verður at kenna aftur, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

 

Leigumálið hjá SMS fevnir um allan bygningin. Í fyrstu syftu er avgjørt, at ein Mylnuhandil letur upp í niðastu hædd. Hetta verður ein heldur øðrvísi Mylna, enn tær, sum vit kenna. Tí her fer at bera til at seta seg niður við einum kaffimunni og køkum afturvið.

 

– Vit hava enn ikki gjørt av, hvat fer at vera á ovaru hæddunum. Vit hava nokk onkur hugskot, men øll góð hugskot eru vælkomin, sigur Niels Mortensen.