Fríggjadagurin gjørdist dagur í viku hjá 68 ára gamla Árna Klein Olsen úr Vestmanna.
Hann telist annars ikki millum teirra, sum vanliga spæla við í Gekkinum í Sjónvarpinum, men nú vinningurin var komin upp á 160.000 kr., helt hann seg tað sama kunna royna.
Og væl gekst, má sigast. Tá full pláta skuldi fáast, var Árni tann fyrsti at fáa øll tølini, og so var bara at ringja inn. Hesum slapp dótturin tó at standa fyri, og hon hevði eina hepna hond, tá hjólið skuldi snarast. Í aðru royndini smoygdi vísarin seg á gula leypin, har stóri Gekkurin krógvaði seg, og so var frøin stór.
Spurdur hvat hann ætlar at nýta peningin til sigur Árni við Sjónvarpið, at hetta er eitt loyndarmál, sum hann enn hevur fyri seg sjálvan.
- Mitt í farnu viku sá eg eina lýsing í sjónvarpinum, har verturin segði at Gekkurin var komin uppá 160.000 kr. Hugsaði tá, at vinni eg, so veit eg fyri vist, hvat peningurin skal nýtast til. Men hvat, tað havi eg ikki fortalt fyri nøkrum enn!
Í Sjónvarpinum verður annars sagt, at hetta er størsti gekkavinningurin í góð trý ár. Tann 12. apríl 2002 fór ein spælari avstað við 220.000 kr. Størsti vinningurin nakrantíð fór í 1998, tá Gekkurin var komin upp á 350.000 kr.









