. Tí fari eg at mæla til, at nýggja ferðslulógin fer at treyta nýggju koyrikortini so, at tey, sum júst hava fingið koyrikort, ikki koyra um náttina tey fyrstu árini. Tað ber ikki til, at Føroyar sum ein [...] broytingar. Hvat ber til at gera í Føroyum? Sum tað skilst er nýggj ferðslulóg í umbúna, og tað er hóskandi høvi til at gera broytingar til at verja hesi ungu fólkini. Eg haldi, at tað sum hevði gjørt stórsta [...] júst er deytt eftir bilavanlukku. Tað er sera trupult at ugga hesi fólkini, tí tað er eingin meining í hesum tilburði. Seinra er, at tað ber til at gera nakað við hetta uttan kostna bert við lógaráseting
herímillum møguleikar í nærumhvørvinum at ala ymisk sløg av fiski og skeljadjórum. Sjófeingi er tað, sum vit liva av, fara at liva av mong ár fram í tíðina og tí eiga at menna upp á allar mátar. Okkara menning [...] hesar vinnur. Tað almenna eigur at skapa neyðugu karmarnar fyri at menna verandi vinnur og eisini skapa nýggjar vinnur í sambandi við sjófeingi Føroya. Tað vísir seg kortini, at lítið og onki verður gjørt frá [...] frá politisku skipanini at gera fyrireikingar ella kanningar og skapa karmarnar fyri vinnuliga at víðarimenna okkara ríka sjófeingi. Vit hava seinastu árini valt bara at fara eftir teimum meira lágthangandi
Javnstøða eigur at verða skrivað inn í virðisgrundarlagið í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini. At “undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, javnstøðu [...] javnstøðu og fólkaræði.” Javnstøða er størsta einstaka fortreyt fyri, at vit skulu trívast í Føroyum. At vit skulu mennast sum tjóð. At vit yvirhøvur skulu yvirliva sum fólk. Men javnstøðan hevur trong kor í [...] rar ljóða! Vit vita, at javnstøða fær kvinnur og familjur at støðast. Javnstøða hækkar vælferðina. Javnstøða hækkar eisini produktivitetin í einum samfelag. Man sær snøgt sagt, at javnstøða økir um ríkidømið
teirra sjólátnu. – Tað er altíð ein heiður at vera biðin at halda røður til almenn tiltøk. Um onkur heldur at egkann geva mítt íkast til tað sum hendur, so plagi eg at siga ja og fyrireika meg væl. Fyrstuferð [...] tá snúði røðan seg um at nógvur føroyingar vóru farnir á sjónum, og um tað at missa. í 2022 valdi eg at greiða frá søguni hjá minnisvarðanum í Fuglafirði. Aftaná komu fleiri at práta, sum mintust hesa [...] aðrastaðir fyri at fáa íblástur. Støða skuldi takast til staðseting og hvussu minnisvarðin skuldi síggja út. Nógv tíð bleiv brúkt til at samráðast við kommununa um staðsetingina. Týdningarmikið var at finna røttu
nýtir ósannindi at verja brot á mannarættindi. Eitt sera “gott” dømi er Kringvarp Føroya. Teirra fremsta uppgáva tykist at vera at tekkjast politisku myndugleikunum, so teir fáa frið til at gera seg inn á [...] snøggaður til tíðindi. Hetta merkir, at KVF bakkar ikki fyri at bera sum tíðindi, sum eru grundað beinleiðis ósannindi, tá ið tað snýr seg um at skaða ein borgara fyri at tekkjast onkrum av “sínum”. Og hvussu [...] lond. Poul setti nevnd, at fyrireika hetta mál, og her var komið so langt, at umleið í 2018 høvdu vit kunnað fingið somu rættartrygd sum restin av ríkinum. Men so hendi tað, at táverandi og núverandi løgmaður
sigur, at tey fara oman í tingið at royna at tosa við politikarar, sum eru vinstru megin í føroyskum politikki. – Men hatta kemur júst frá teimum vinstru megin í føroyskum politikki, nyttar tá nakað at tosa [...] á, at meiniga fólkið í Føroyum ikki er umboðað longur í politisku skipanini. – Forstáilisið er so lítið – eisini í miðlunum, vísir hann og finst millum annað at okkum á in.fo og Sosialinum fyri at hava [...] g. – Fólk gloyma, at Javnaðarflokkurin varð stovnaður sum ein arbeiðaraflokkur. At størsti flokkurin í søguni er ein verkamannafylking, sigur Heri Reynheim. Heri Reynheim vísir á, at føroyska samfelagið
átakinum vónar Vist Faroe Islands, at ferðafólk fara at taka av møguleikanum at fáa eina meiri fjølbroytta og óvæntaða uppliving. Samstundis er vónin, at hetta kann vera við til at taka trýstið av ávísum støðum [...] endamálið at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferðafólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar í Føroyum. Í átakinum verða ferðafólk eggjað til at seta seg handan róðrið og koyra avstað, uttan at vita hvagar [...] sum bjóðar leigubilar til endamálið. Fyri at leiga hesar serligu bilarnar krevst bara at ein skrivar undir uppá at fylgja GPS-leiðbeiningunum hjá bilinum – uttan at vita, hvar ein fer. Tá bilurin er leigaður
orsøkin til at Suðuroyartunnilin er í samgonguskjalinum – orsøkin til at bústovnar verða bygdir kring alt landið er í samgonguskjalinum, fyri at nevna nøkur dømi. Hetta var eisini orsøkin til at eg, sum [...] Heilsuskúla Føroya, so høvdu hesi fingið at vita, at Heilsuskúlin í rúma tíð hevur arbeitt við skipan, har útbúgvingin verður gjørd enn meiri liðilig, við ætlan um at leggja afturat døgunum við fjarundirvísing [...] Nú er so ætlanin at gera skipanina enn meiri liðiliga við fleiri døgum við fjarundirvísing og eisini døgum við undirvísing norðanfjørðs. Arbeiða við loysnum og við at styrkja, ikki við at flyta Heilsuskúlan
tá er kanska relevant at spyrja: hvussu nógv av okkara “vøkstri” byggir á skuld – og hvussu nógv á uppsparing? MUGU TORA AT LÆKKA LIVISTANDARDIN Og vit mugu duga at innsíggja, at vit mugu lækka livistandardin [...] m. Tað eigur at broytast. FRÁ LØTUVINNINGI TIL LANGTÍÐARVINNING Tí spurningurin er ikki bara, um tú hevur ráð at keypa hús. Spurningurin er, um vit hava dirvi at lækka livistandardin. At flyta fokus frá [...] fínum bilum, ganga í mótaklæðum, fara til Norra at hyggja at hondbóltslandsliðinum osv. Vit spara also ikki, tí vit ikki kunnu, men tí vit ikki duga ella tíma at bíða. EG ERI SJÁLVUR PARTUR AV TRUPULLEIKANUM
nevndini, at Føroyar hava heimild at gerast limir í WTO. Eftir minst 20 ára oyðimarkagongd og støðugt stríð við danska løgmálaráðið um tulkingina av grundlógini, um hvørt Føroyar hava heimild ella ikki at fáa [...] hægsta rættardómarar at taka avgerð. Tað vóru løgfrøðingarnar, Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen, sum blivu útnevndir at umboða Føroyar í hesum trætumáli, og teir megnaðu við dugnasemi at vinna á donsku stjórnini [...] til at økja um okkara útflutningsvirði og harvið styrkja búskaparliga virði føroyinga. Hetta er besta dømi um týdningin av, at vit hava dugnalig fólk í Føroyum, og prógvar eisini týdningin av, at tað er