Mannarættindaráðið sum ikki kom

Amnesty International lýsir við einum kjakfundi nú týskvøldið um mannarættindaráðið, sum ikki kom. Fundur verður í Perluni kl. 20.

Hetta mál skal her verða lýst eitt sindur nærri.

 

Føroyska sambandið við ST gevur okkum skyldu til m.a. at seta í verk ST samtyktir um mannarættindi. Í hesum sambandi gav Poul Michelsen, sum var landsstýrismaður á økinum, á fundi í 2016 í ST tilsøgn um, at Føroyar vildi seta í gildi umrødda mannarættindasáttmála, sum vildi skapa somu trygd hjá okkum á hesum øki sum í restini av ríkinum, eisini Grønland, og nógv onnur lond.

 

Poul setti nevnd, at fyrireika hetta mál, og her var komið so langt, at umleið í 2018 høvdu vit kunnað fingið somu rættartrygd sum restin av ríkinum. Men so hendi tað, at táverandi og núverandi løgmaður steðgaðu hesum arbeiði. Hetta var eitt greitt brot á hesi tilsøgn til ST.

 

Tí eru vit nú enn somu eftirbátar við mannarættindi, sum vit vóru tá.

 

Hetta mál hevur ikki tikið uppá tungu av nøkrum í politisku skipanini. Her hevur bert verið áhugi fyri minnilutum, har fleiri samtyktir eru í løgtinginum, men tað er avgjørt einki veruligt gjørt fyri at tryggja meirilutan av fólkinum.

 

Eitt úrslit av hesum er, at í Føroyum er vit framvegis eftirbátar, tá ið tað snýr seg mannarættindi, sum verða umsitin av føroyskum myndugleikum.

 

Kringvarp Føroya nýtir ósannindi at verja brot á mannarættindi.

 

Eitt sera “gott” dømi er Kringvarp Føroya. Teirra fremsta uppgáva tykist at vera at tekkjast politisku myndugleikunum, so teir fáa frið til at gera seg inn á borgarar, sum tað passar teimum.

 

Eitt dømi um munin millum eitt rættarsamfelag sum Danmark og eitt lágrættarsamfelag sum Føroyar er fylgjandi:

 

Eina ferð kærdi eg sum formaður í FF til danska TV2 um skeiv tíðindini, sum teir høvdu borið um føroyska fiskimannaskattin. Hetta skuldi nýtast móti føroyskum fiskimonnum.

 

Tá teir fingu at vita, hvussu málið hekk saman, rættaðu teir uttan nakað hesi skeivu tíðindi og eg fekk eina umbering frá tíðindastjóranum. Soleiðis virkar pressan í einum rættarsamfelag. Her kunnu borgarar føla seg tryggar.

 

Hetta hevði ikki hent í Føroyum. Um tíðindini ikki samsvara við veruleikan, so verður veruleikin snøggaður til tíðindi.

 

Hetta merkir, at KVF bakkar ikki fyri at bera sum tíðindi, sum eru grundað beinleiðis ósannindi, tá ið tað snýr seg um at skaða ein borgara fyri at tekkjast onkrum av “sínum”. Og hvussu álvarsamar avleiðingar hetta kann fáa fyri borgara nervar hvørki KVF ella politisku myndugleikarnar. Hetta veit politiska skipanin, men eingin letast um vón. Hetta er galdandi uttan mun til hvør ið higartil hevur stjórnað KVF.

 

Hetta verður millum annað eisini gjørt við at seta til viks allar fjølmiðareglur, sum um tær als ikki eru til.

 

Samstundis sær KVF burtur frá faktuellum viðurskiftum, sum kundu upplýst málið, fyri at tekkjast kreftum, sum KVF rennur ørindi fyri.

 

Hetta er alt váttað skrivliga av KVF sjálvum. Hetta veit politiska skipanin, sum ikki letst um vón.

 

Tað sigur heldur ikki so lítið um rættarstøðina hjá okkum, at sjálvt danska Ekstrabladet setur sær størri mørk fyri, hvussu teir kunnu fara við borgarum, enn KVF ger, har tað einki mark er. Tað sigur ikki so lítið.

 

Vit hava eina fjølmiðlanevnd eftir donskum mynstri, men hon ger hvørki til ella frá. Borgarar kann spara sær at venda sær til hana og tað gera teir eisini..

 

Verður víst á ítøkilig ósannindi í KVF, fær borgarin sum svar, at tað má vera honum, tað er galið við. Tey flestu munnu eisini spara sær ómakin. 

 

Og slíkt svar ber heldur ikki til at kæra um. Hatta veit politiska skipanin uttan at látast um vón.

 

Í Danmark hava tey umframt fjølmiðlanevnd, ein serligan umboðsmann, sum allir borgarar kunnu venda sær til og fáa viðhald, tá tey hava rætt. Tí kunnu danir kenna seg tryggar.

 

Men borgarin sum í dýrum dóma rindar gildið hjá KVF skal ongan rætt hava.

 

Hetta veit politiska skipanin í Føroyum. Eisini tey, sum luttaka í umrødda AI-tiltaki. Eingin teirra hevur so mikið sum nevnt møguleikan fyri at tryggja okkum øllum somu mannarættindi, sum er galdandi í restina av ríkinum.

 

Men Amnesty skal hava tøkk fyri at skipa fyri hesum tiltaki. Hetta gevur høvi til at geva ábending um, hvussu støðan er í Føroyum við mannarættindum, uttan at nakar letst um vón.

 

 

 

Óli Jacobsen