Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

  • Vit tosa um bústaðarkreppu. Men samstundis hava vit eisini eina lívsstílskreppu, sum koyrir bensin á bálið.

 

Fleiri siga, at tey ikki hava ráð til ein bústað. Men samstundis hava nógv ráð til eina telefon fyri 5.000+, at eta úti ella bestilla heim, ganga á festivalum, ferðast til Gran Canaria um veturin og stórbýir um summarið, koyra í fínum bilum, ganga í mótaklæðum, fara til Norra at hyggja at hondbóltslandsliðinum osv.

 

Vit spara also ikki, tí vit ikki kunnu, men tí vit ikki duga ella tíma at bíða.

 

EG ERI SJÁLVUR PARTUR AV TRUPULLEIKANUM

 

Eg havi eisini valt løtuna fram um framtíðina. Tað kennist gott í løtuni, men tað er dýrt í longdini.

 

Og tað er akkurát tað, sum ger hetta so trupult: Tí tað er lætt at peika fingrar móti politikarum og bankum, men tað er knapt so lætt at peika fingrar móti sær sjálvum.

 

SAMFELAGIÐ HEVUR EINA ÁBYRGD, MEN TAÐ HAVA VIT EISINI

 

Sambært Hagstovuni er miðalprísurin á nýggjari íbúð í Havn hækkaður við meira enn 40% síðani 2015, meðan lønirnar hava hækkað umleið 20%. Og tað er ikki haldbart.

 

So samfelagið hevur absolutt eina ábyrgd. Húsaprísirnir eru fullkomuliga gagg, kostnaðarstøðið og løn hongur ikki saman, og tað mangla bústaðir.

 

Men tá tað er sagt, so hava vit eisini sjálvi ein part av ábyrgdini.

 

Men vit mugu eisini minnast til, at ikki øll hava sama útgangsstøði.

 

Nøkur húski hava so lítið av pengum, at hvør króna fer til mat, el, hita og leigu.

 

Hesi fólk hava longu spart, har tey kunnu.

 

Tað, sum eg tosi um her, er ikki tey, sum longu stríðast hvønn mánað fyri at fáa alt at hanga saman, men forbrúkaramentanin sum hevur sníkt seg inn í okkara samfelag

 

Ein oyðileggjandi mentan, sum ger, at vit, sum kunnu spara, ofta velja løtuvinning fram um langtíðar tryggleika.

 

Hetta snýr seg ikki um klassa ella inntøku, men um hugburð og óvanar.

 

VIT HAVA EIN UTOPISKAN LIVISTANDARD

 

Og tá vit hava eina forbrúkaramentan, so verður privata nýtslan automatiskt stór.

 

Og vit liva í einum samfelag, har livistandardurin er vorðin utopiskur og ikki er í tráð við veruleikan.

 

Vit halda, at vit skulu hava alt beinanvegin: nýggj klæðir, nýggja ferð, nýggjan bil, nýggjan køk. Men hetta er ein lívsstílur, sum bara riggar, so leingi pengar eru til tað – og tað er also ikki óendaligt.

 

Og ja, búskaparfrøðingar fara kanska at verða ósamdir, tí privatanýtslan er ein stórur partur av inntøkunum hjá landskassanum. 

 

Um vit øll byrjaðu at spara heldur enn brúka í morgin, so fór landi helst á heysin innan fá ár.

 

Men tá er kanska relevant at spyrja: hvussu nógv av okkara “vøkstri” byggir á skuld – og hvussu nógv á uppsparing?

 

MUGU TORA AT LÆKKA LIVISTANDARDIN

 

Og vit mugu duga at innsíggja, at vit mugu lækka livistandardin.

 

Vit mugu niður aftur á eitt støði, har ein vanlig inntøka er nokk til eitt vanligt lív.

 

Eitt lív, har tryggleiki, tak yvir høvdið og ró hava størri virði enn nýggjastu telefonin ella vikuskiftisferðir til Barcelona.

 

Okkara abbar bygdu hús við hondunum og sleptu dreyminum um eina ferð til Barcelona.

 

Tey høvdu lítið, men tey bygdu nakað, sum stóð eftir.

 

Vit hava nógv betri umstøður, men á vegnum hava vit mist evnið at spara upp.

 

Hetta er ikki eitt álop men ein spegling. Okkara livistandard er blivin utopiskur. Og vit kunnu ikki blíva við at byggja eitt langtíðar samfelag á stutttíðar løtuvinning.

 

HVAT KUNNU VIT GERA?

 

  • vit kunnu gera nýggjar spariskipanir: Har ung kunnu leggja til síðis við bonus ella rentu, tá tey spara upp til sín fyrsta bústað.
  • Vit kunnu lækka byrðarnar keyparum, sum keypa fyrstuferð: Lægri krøv til bankalán og færri eykagjøld.
  • Endurskoða forbrúkaramentanina: Læra tey ungu, at tryggleiki og uppsparing loysir seg betri í longdini enn tann nýggjasta telefonin.
  • Tosa opið um pengar: Tí vit liva í einum samfelagi, har forbrúk er vorðið ein partur av identitetinum. Tað eigur at broytast.

 

FRÁ LØTUVINNINGI TIL LANGTÍÐARVINNING

 

Tí spurningurin er ikki bara, um tú hevur ráð at keypa hús.

 

Spurningurin er, um vit hava dirvi at lækka livistandardin. At flyta fokus frá løtuvinningi til langtíðarvinning. Ein broyting, sum fer at geva okkara eftirkomarum ein betri møguleika til eitt betri lív.