hóttanarmyndum – eitt vánaligt støði fyri millumtjóða áliti, menning og altjóða góðsemju. Tað verði langt frá okkum at bera í bøtuflaka fyri yvirgang og harðskap, men vit hava fleiri ferðir hesi seinastu árini [...] kreppu. Í staðin fyri at nýta fíggjarlógina sum búskaparligt amboð fingu vit bert teir vanligu mekanisku niðurskurðirnar, sum gera meira skaða enn gagn. Vit hugsa her ikki minst um útbúgving, gransking [...] Byrja vit við tíðarhvarvinum, so leggja vit nú eitt skeið afturum okkum, har USA mestsum einsamalt hevur havt valdið í heiminum. Skeiðið hevur verið eyðkent av bardaga móti yvirgangi, og stórur dentur
heldur fyri, at føroyingar høvdu verið á gosi, um t.d. tað loyvið vit hava givið Statoil á landgrunninum varð selt víðari til BP fyri tíggjutals milliardir. Tvs. at vit mugu fáa eina skipan, har vit umsita [...] har skulu gjalda fyri at kunna leiga tað í ávíst tíðarskeið. -Tað er okkara ítøkiliga boð uppá framtíðina samtíðis sum vit gera nakað fyribils fyri at steðga tí, sum nú hendir. Gera vit einki við hetta [...] nn ikki skulu fáa nakað burtur úr sínum innsatsi. -Øll unna vit vinnulívsmonnum, sum skapa virði, eisini at fáa avkast av sínum. Men tað vit tosa um nú, nevniliga sølu av kvotum, eru ikki virði, sum einstakir
meira partapeningi, soleiðis at vit verða betri fyri, tá vit skulu leggja ta stuttfreistaðu skuldina um til langfreistaða skuld – har tað síðani verður lættari fyri okkum. Vit fáa nógv betri kor, um tann skuldin [...] yvirhøvur til ber. Vit fara at vera realisitisk í sambandi við, hvussu nógvar pengar vit kunnu fáa inn og eisini í hvørjum formati vit fara at heinta pengar inn. Her finnast fleiri møguleikar, og vit hava fleiri [...] nevndini, har vit hava fingið eitt vist tíðarmál og rásarúm at arbeiða í. Tvs. at vit síggja ikki trupulleikar í teimum uppgávum og verkætlanum, sum liggja fyri framman, kanska innan fyri hálvtannað ár
Vit fáa alt ov lítið fyri tær hundraðtals milliónirnar, sum vit hvørt ár játtað til tað føroyska heilsuverkið. Tað sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Jákup Petersen hevur mangan lagt [...] sjúkrahúsverkið hækkað einar 100 milliónir. Men hann heldur, at vit hava lítið og onki av týdningi fingið burturúr hesi hækkingini. Fyri at fáa meiri burturúr, heldur hann, at tað er neyðugt, at broyta [...] peningurin fylgir sjúklingunum o.s.fr. Í hesum sambandi nevnir hann møguleikan fyri at gera sjúkrahúsini til sjálvsognarstovnar fyri at skilja játtandi myndugleikar og sjúkrahúsini frá hvørjum øðrum. Verða
menn eiga at sparka bóltin burtur. Vit eiga ikki at lata teir koma til slíkar møguleikar, tí vit halda teimum væl. Vanliga siga vit, at soleiðis er fótbóltur og tað mugu vit aftur siga hesaferð, segði Bo Johanson [...] "smærru" menninir á miðjuni Allan Nielsen og Stig Tøfting arbeiddu væl, og royndu hvat teir kundu fyri at stoypa kúlurnar til áleypararnar. Men illa hilnaðist kortini, tí tá danir komu inn í móti brotsteignum [...] høvdu teir havt trupult við hesum, serliga tí at illa gekst hjá kantspælarunum at fáa bóltarnar inn fyri. Bjarne Goldbæk royndi men fekk sera lítið burturúr, og í hinum borðinum gekst heldur ikki ov væl
teir í fjør, og nú eru teir oddalið. - Vit royndu at spæla fótbólt, hóast vit lógu illa fyri og vóru kroystir. Vit dugdu einki perspektiv at síggja í tí, um vit við góðum fótbóltsspælarum fóru at sparka [...] Føroyum er hervið farin til tey liðini, sum spæla og kanska meiri stríðast fyri at finna fótafesti og harvið at skapa sær fyritreytir fyri avrikum, sum kunnu bera stig við sær. Fyrr í vár undirstrikaði ÍF venjarin [...] sparka. Eg haldi, at avrikini og úrslitini í ár høvdu ikki verið komin, um vit ikki undanfarnu árini høvdu gjørt okkum ómak við at spæla fótbólt, sigur Johan Nielsen, sum er venjari á Skála. Fatanin hjá mest
so er tað sum um, at vit øll kenna hana. Hon er jú fitt. Vit síggja hana fyri okkum. Vit vita hvussu tað er at støkka inn á gólvið hjá Katrini. Vit kenna angan av henni. Tí vit vita at hon er fitt! Hon [...] stíga fram fyri tykkum hesa nátt, er fyri meg sum at stíga fram fyri sjálvan drottin jólanátt. Ein æra so stór, at eg sat í tímar og kundi ikki festa á blað tey orð, eg vildi bera fram fyri tykkum. Ikki [...] forða fyri, at ov nógv óhumska setur at smáttuni. Onkur annar málar vindeygu, og onkur tendrar tey vøkru ljós, ið brenna í longum, mjáum stakum í stovuni. Smáttuna røkja vit – tjóðina skapa vit – við okkara
er tí ikki lógligt, sigur Watson. Fleiri ferðir hevur Watson víst, at hann er ikki bangin fyri at leggja nógv fyri, um hann hevur sett sær mál at bjarga hóttum djórasløgum. Saman við Birgitte Bardott byrjaði [...] seinni fór hann úr felagskapinum, sum hann í dag ikki gevur nógv fyri. - Eg kenni meg sum læknan, ið skapti Frankenstein. Eg var við at skapa ódjórið, sum í dag bert hevur til endamáls at lívbjarga sær sjálvum [...] doyggja fyri tí hann trýr uppá. ?Ein góður dagur at doyggja? - Mín áskoðan er, at í dag er ein góður dagur at doyggja. Hvat er lívið vert, um ein ikki er til reiðar at berjast og doyggja fyri tí ein trýr
einsamøll. Og góðu tit, ið tala fyri fríari abort í tingsalinum! Takk fyri, at tit megna at halda høvdið kalt í einum glóðheitum kjaki. Takk fyri fakligheit á høgum stigi, og takk fyri at tit megna at hava fokus [...] kjarnuna í sjálvum málinum. Tit eru orsøkin til, at vit útisetar errin kunnu fylgja við í tí rúkandi menning, tit skapa. Fyri einum frælsari landi, har vit øll kunnu hava eina framtíð við somu treytum, uttan [...] um, at avgerðin var tann rætta. Men lítið visti eg um, hvørja ávirkan hendan hendingin fór at hava fyri meg síðani. Ikki sjálv avgerðin um at taka abort, sum eg kundi liva við, men reaktiónirnar og umrøðan
at gera okkara visjón fyri føroysku dansilistina til veruleika. Í úrvalsnevndini í ár sita annars Jørgen Meitilberg fyri Almanna- og mentamálaráðið, Jóhan Martin Christiansen fyri Listafólkasamband Føroya [...] viðurkenningar, eitt nú M. A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, og í fjør varð hann tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ‘Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa [...] sjálvur at vera virkin, hevur Kim Simonsen stóran týdning fyri føroyskar bókmentir við forlagnum Eksil. Eisini hevur hann í nógv ár skipað fyri bókmentatiltakinum á G! Festivalinum og nú seinast bókmen