Føroysku sjúkrahúsini søpla 100 milliónir burtur um árið

Føroysku sjúkrahúsini eru so illa rikin, at tilsamans søplar heilsuverkið einar 100-140 milliónir burtur um árið. Tey smáu sjúkrahúsini verða ikki tikin í álvara og gera vit ikki broytingar, nyttar onki at hækka játtanina meir, tí vit fáa onki fyri pengarnar, sigur bersøgin yvirlækni á Landssjúkrahúsinum

Vit fáa alt ov lítið fyri tær hundraðtals milliónirnar, sum vit hvørt ár játtað til tað føroyska heilsuverkið.
Tað sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Jákup Petersen hevur mangan lagt upp til kjak um viðurskiftini í føroyska heilsuverkinum. Og í Sosialinum í dag og tær næstu dagarnar, sigur hann sína hjartans meining um støðuna hjá okkara sjúkrahúsverki.
Og hansara niðurstøða er, at føroyska heilsuverkið er so illa skipað, at hvørt ár verða einar 100-140 milliónir krónur søplaðar burtur í heilsuverkinum, uttan at skattgjaldarin fær nakað fyri pengarnar.
Eftir hansara tykki, eru tað fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi.
Men í høvuðsheitunum finst Jákup Petersen at bygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum.
 
Leiðslan er ikki ein eind
Hann minnir á, at fyri næstan 10 árum síðani, varð danska serkøna fyritøkan, DIOS, biðin at kanna bygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
- DIOS kom við eini greiðari niðurstøðu, men hon varð ikki fylgd. DIOS mælti til, at Landssjúkrahúsið , og seinri alt sjúkrahúsverkið,  skuldi leiðast av einum sjúkrahússtjóra og einum varasjúkrahússtjóra. Undir teimum skuldu fýra deplar skipast. Tríggir av hesum deplum skuldu leiðast av læknum, styrktir við yvirsjúkrasystrum viðvíkjandi røktini. Fjórði depilin skuldi vera ein tænastudepil, har búskaparfrøðingur skuldi standa á odda.
Men hendan skipan ongantíð dagsins ljós orsakað av fakfelagsstríði. Og tað endaði við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum varð skipað sum eitt slag av súluskipan, har ovasta leiðslan varð mannað við einum lækna, eini sjúkrasystur og einum sjúkrahússtjóra. Eisini depilsleiðslurnar vórðu broyttar.
- Hetta er ein skipan, sum ikki virkar nakra aðrastaðni og hon hevur heldur ikki virkað hjá okkum.
Jákup Petersen sigur, at úteftir letur leiðslan sum um at hon arbeiðir sum ein eind.
Men inneftir er tað sum tað altíð hevur verið við troykaleiðslum: Hvør limur í leiðsluni roynir í sínum lagi at leggja ábyrgdarøki inn undir seg, tey seta seg sjálvan sum formann í nevndum, tey fegnast um at trupulleikar eru, sum ein sjálvur kunnu “loysa”,  tey skapa sær vald og ávirkan við at spjaða og ráða. Og samstundis verða fleiri trupulleikar skaptir enn teir, sum verða loystir.
- Á henda hátt kunnu tey einstøku í leiðsluni fáa makt og ávirkan. Tílíkt hevur ført við sær, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í stóran mun ikki hevur tikið sær nóg mikið av spurningum sum hon fyrst og fremst eigur at taka sær av, nevniliga búskapi, lønum, sjúklingahagtølum, góðskutrygging, rokniskapi, innkeypi o.s.fr., sigur yvirlæknin.
- Við eini tílíkari leiðsluskipan er framburður útihýstur, leggur hann afturat.
Tí mælir hann til, at bygnaðurin á Landssjúkrahúsinum verður broyttur, so at hann líkist tí, sum DIOS skeyt upp.
- Hetta fer so eisini í longdini at føra øll trý sjúkrahúsini undir sama stjórahatt og fáa deplarnar at gjalda fyri øll trý sjúkrahúsini, og harvið eisini tryggja tey smáu sjúkrahúsini, sigur Jákup Petersen.
 
Smáu sjúkrahúsini takast í álvara
Tað verður staðfest í lógini, at tað eru trý sjúkrahús í landinum og at øll trý sjúkrahúsini hava rætt til at seta á stovn sergreinir, samstundis sum tað skulu vera minst eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv á hvørjum sjúkrahúsi.
Men hann heldur, at tað, sum hevur eyðkent ymisk arbeiði, frágreiðingar og tilmæli um sjúkrahúsverkið, er, at tað verður mett sum ein forðing og ikki ein møguleiki at tað skulu vera trý sjúkrahús.
- Hetta hevur serliga gingið út yvir tey smærru sjúkrahúsini, sum ikki heilt verða í álvara og annars eru sloppin at siglt sín egna sjógv.
- Tílíkt hevur so ført við sær ónøgd frá sjúkrahúsum og politikarum og tað endar við væntandi samarbeiði, óneyðugum illgrunum, ineffektiviteti og sostatt hevur ov lítið verið fingið úr givnum játtanum, sigur Jákup Petersen.
Hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at tað framyvir verða gjørdar ætlanir har øll trý sjúkrahúsini verða tikin í álvara, so at tey kenna seg trygg og soleiðis at tey óttaleys kunnu ganga inn í eitt fruktagott samarbeiði.
- Tað er onki sum talar ímóti, at vit kunnu fáa eina nøktandi dygd á øllum trimum sjúkrahúsunum við at gera ein góðan bygnað og skipa eitt gott samarbeiði, leggur hann afturat.
 
Sjúkrahúsini til sjálvsognarstovnar
Annars vísir Jákup Petersen á, at seinastu árini er játtanin til sjúkrahúsverkið hækkað einar 100 milliónir.
Men hann heldur, at vit hava lítið og onki av týdningi fingið burturúr hesi hækkingini.
Fyri at fáa meiri burturúr, heldur hann, at tað er neyðugt, at broyta játtanarskipanina.
- Játtanin sum verður brúkt í dag kann kallast ein rammujáttan. Politikarnir játta eina upphædd til eitt sjúkrahús og vóna so, at hetta sjúkrahúsið fær sum best burturúr.
- Tað liggur í áhuganum hjá sjúkrahúsunum at fáa rammujáttanina hækkaðar hvørt ár og í tí sambandi. Men rammuáttanir bera ikki í sær nakran áhuga til at økja um effektivitet og kvalitet ella rationalisera og økja tænastuna.
Hann sigur, at londini rundanum okkum eru farin frá rammujáttanini sum einasta játtanarhátt og eru farin yvir til kontraktjáttanir, at peningurin fylgir sjúklingunum o.s.fr.
Í hesum sambandi nevnir hann møguleikan fyri at gera sjúkrahúsini til sjálvsognarstovnar fyri at  skilja játtandi myndugleikar og sjúkrahúsini frá hvørjum øðrum.
Verða sjúkrahúsini gjørd til sjálvsognarstovnar, kundi ein nevnd undir Landsstýrinum keypt vegna borgararnar.
- Nevndin setur so krøv um dygd, virksemi, tænastu o.s.fr. Sjálvan raksturin stendur tað síðani heilt til sjúkrahúsleiðslurnar at taka sær av.
- Undir hesi skipan verða tað heilt greiðar spælireglur millum politikarar og sjúkrahúsini. Politikarnir seta vegna borgarnar krøv til sjúkrahúsini, men luttaka ikki í rakstrinum.
Jákup Petersen heldur, at ein loysn í Føroyum kundi verið at rammujáttanin liggja sum botnur og oman á hesum skal so arbeiðast við skipanum so sum kontraktjáttan, peningur fylgir sjúklingi og at skilja sundur millum játtandi myndugleika og sjúkrahúsini.
- Tað er av stórum týdningi at øll 3 sjúkrahúsini fara burtur frá seingjardagauppgerðini og yvir til diagnosuuppgerðina, so vit fáa kostnaðin fyri kanning og viðgerð av tí einstaka sjúklinginum við tí einstøku diagnosuni. Sum nú er ber illa til at sammeta aktivitetin á føroysku sjúkrahúsunum.
- Harafturat er tað neyðugt, at vit fáa tamarhald á støðuni viðvíkjandi viðgerð uttanlands. Soleiðis at tað eisini her verður gjørd kostnaðarmeting fylgjandi diagnosuni fyri, at tann deild sum tekur viðgerðir heim beinleiðis kann rokna út hvussu nógvur peningur fylgir við.
- Fyrst tá kemur áhugi og ferð á heimtøku av viðgerðum, sigur Jákup Petersen.
Nógv meiri um hetta í grein hjá Jákupi Petersen aðrastaðni í blaðnum og í teimum komandi bløðunum.