7. UMFAR SAMANUM
So eydnaðist tað endiliga toftamonnum at sleppa upp á talvuna. Teir fingu eitt stig í Fuglafirði, og hóast tað er langt upp til átta og harvið áttanda plássið, so tykist tað sum um, at ein lítil glóð er tendrað á Svangaskarði, sum kanska kann bera fleiri stig við sær.
Eingin veit betri enn teir á Skála, hvussu stóran týdning tað hevur hjá botnliðnum at halda høvdið kalt og høgt og at halda fram við at rokna við og trúgva uppá, at tað skal bera til. Tað gjørdu teir á Skála í fyrraárið, og tað gjørdu teir í fjør, og nú eru teir oddalið.
- Vit royndu at spæla fótbólt, hóast vit lógu illa fyri og vóru kroystir. Vit dugdu einki perspektiv at síggja í tí, um vit við góðum fótbóltsspælarum fóru at sparka. Eg haldi, at avrikini og úrslitini í ár høvdu ikki verið komin, um vit ikki undanfarnu árini høvdu gjørt okkum ómak við at spæla fótbólt, sigur Johan Nielsen, sum er venjari á Skála.
Fatanin hjá mest vinnandi venjaranum nakrantíð í Føroyum er hervið farin til tey liðini, sum spæla og kanska meiri stríðast fyri at finna fótafesti og harvið at skapa sær fyritreytir fyri avrikum, sum kunnu bera stig við sær.
Fyrr í vár undirstrikaði ÍF venjarin, at hann vildi hava sínar menn at spæla og ikki at sparka bólt. Eftir fyrstu spennandi avbjóðingarnar tykjast fuglfirðingar nú eitt sindur slitnir og trongdir, og sunnudagurin var gott dømi um, at summir teirra hava gloymt ráðini hjá venjaranum. Tað verður ov nógv sparkað, og tað verður ov lítið spælt. Ikki bara í Fuglafirði, men eisini í fleiri øðrum feløgum. Tað sást í Runavík leygarkvøldið, og tað var nógv av tí slagnum í Gundadali sunnudagin.
Krevjandi sammeting
Føroysku fótbóltsspælararnir hava lítið takksama uppgávu júst í hesum døgum. Áskoðararnir standa í regni, vindi og kulda og lyfta og lætta spælararnar í teirra felag í sammeting við tað, sum í fjálgu stovunum og við endurtøkum og kaffi og køkum afturvið sæst í sjónvarpinum.
Sendingarnar í sjónvarpinum eru neyvari, enn tær eru við Løkin í Runavík, á Vágseiði og á Mølini. Tað vil so vera. Temjingarnar eru nógvar ferðir betri, og tað hevði verið hugaligt, um íblásturin til at venja fyrstu ferð nertingar hevði gjørst størri, eftir at stjørnurnar í sjónvarpinum hava víst, hvussu tað kann og eigur at verða gjørt.
Men hóast dygdin so langt í frá er tann sama, og hóast tað í altjóða høpi ikki stendur tað sama upp á spæl, sum tað ger í Portugál, so er áhugin fyri fótbólti kring oyggjarnar framúr stórur. Hóast nógvan vind og einki summar so vóru nógvir áskoðarar á Skála sunnudagin, og hóast tað nógvu tær fyrstu ferðirnar ikki hevur verið serliga sannførandi hjá KÍ, so fylgdu fleiri klaksvíkingar teirra felag í Gundadali.
Sammetingarnar
Ævintýrið á Skála heldur fram, nevndi Hilmar Jan í Útvarpinum sunnudagin. Spurningurin, sum aftur og aftur er uppi og vendir, er, um tað nú fer at halda fram. Sammetingin við B71 í 1989 og við VB í 2000 er uppløgd, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at tað ikki skal fara at hilnast eins væl hjá Skála, sum tað gjørdi hjá B71 og VB.
Tvey umfør eru eftir undan summarsteðginum, og á Skála orka tey næstan ikki at bíða, inntil áttanda umfarið verður á skránni. Men tey eru noydd at bíða, og tey verða noydd at bíða longri, enn tey verða noydd at bíða í flestu av hinum feløgunum. Næsta leygardag skal NSÍ spæla Intertoto Cup ímóti Esbjerg. Hesum er tað lagt uppfyri í kappingarskipanini. Tí verður grannauppgerðin í Runavík ikki á skránni fyrrenn mikudagin í næstu viku. Hinir fýra dystirnir í áttanda umfarinum eru hesir: B36-ÍF, GÍ-HB, EB/Streymur-B68 og KÍ-VB.
Vágbingar og NSÍ hava tær seinastu vikurnar verið tey feløgini, sum hava havt mest undanvind. HB hevur hoyrt til tann partin, sum tað gongst væl hjá. Javnleikur ímóti KÍ í Gundadali er neyvan nøkur katastrofa, hóast alt fyrsta korterið bendi á trivaligan heimasigur. Men dystargongdin mundi vísa hinum feløgunum, at eisini teir í HB eru at tosa við. So fæst at síggja, um GÍ fer at gera nakað við hetta. GÍ hevur ikki fingið fulla úrtøku, síðani teir í 2. umfari vóru á Svangaskarði og vunnu 2-0.
Klaksvíkingar hava higartil víst frægastu avrikini í Gundadali. Teir hava fingið tveir javnleikir burturúr havnarferðunum. Í sær sjálvum er tað ikki so galið, men tá ið talan er um fimm javnleikir í sjey umførunum er tað ov nógv av tí góða. KÍ er ovari enn millum tey triði niðastu, tí klaksvíkingar so at siga hava spælt væl ella rættari vísi besta hugburðin í skeivu uppgerðunum.
Skála legði sunnudagin meiri sjógv millum seg og kappingarneytarnar. Um tað fer at eydnast teimum at fáa fult næstu tvær ferðirnar ? í Runavík og á heimavølli ímóti EB/Streymi ? so fara teir at vera so mikið væl fyri í summarsteðginum, at teir longu 1. august í 10. umfarinum, sum verður í Gundadali ímóti HB, kunnu leggja seg bátslongdir framum øll hini.
Men enn er ov tíðliga at hyggja so langt fram. Tað man ikki minst Skála venjarin vita um. Fyri trimum árum síðani høvdu hann og GÍ vunnið allar dystirnar undan summarsteðginum og harvið fingið fult. Men so gekk onga leið, og teir endaðu mitt í røðini. Hetta eigur at halda Skála á tí eyðmjúka plássinum, sum teir higartil hava dugað so sera væl at vart. Sunnudagin noyddist ein av lyklaspælarunum hjá teimum av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá ið tað fer at líða meiri út á árið, fer tað at hava týdning, hvussu breiður og sterkur bonkurin er. Hjá Skála og teimum, sum kappast við Skála um gull og milliónina, og hjá B68 og teimum, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflytingini.