prestur í Norðoyggjum. Seinasta sunnudag helt hann sína seinastu prædiku í Christianskirkjuni í hesum umfari, og í morgin sigur hann endaliga farvæl á Húsum, áðrenn leiðin gongur til Berlevåg kommunu í Norðurnoregi [...] hevur sitið í embætinum. Hann er heldur ikki bangin fyri at fortelja um málið, tá tey sum hjún vórðu meldað til barnaverndina í Klaksvík. - Vit vóru burturstødd í 60 ára føðingardegi hjá verfaðir í Norra, tá [...] tíðina í Klaksvík sigur hann: - Hon hevur verið lærurík! Hann heldur, at tíðin sum prestur í Klaksvík hevur givið honum nógv. Bæði av jaligum og neiligum. Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum
vanligt at viðgera, hvat gongur fyri seg í eini tingnevnd í smálutir, alment í fjølmiðlunum. Eftir mínum tykki er tað undir alt lágmárk, at endavenda hvørjum setningi í fjølmiðlunum, antin hann er sagdur á [...] seg saman Haldi ikki tað tænir nøkrum endamáli at hava samskifti í fjølmiðlunum heldur enn í samgonguni. Tað skal verða mín vón, at øll í samgonguni, íroknað Magni Laksafoss, geva henni ein møguleika at [...] din størri enn at náa úrslit Havið ikki sitið í fíggjarnevndini og lagt mær í geyma, hvør sigur hvat fyrst. Ofta er tað ein útveksling av hugskotum, sum í felags dialogi menna seg til avgerðir, ið verða
til at skiparin, Viggo í Skúlanum, (pápi John og Árni Dam o.fl.) fekk nokk og bað tær anbefalla Heina í Harrans hendur og so sleppa sær eitt vist stað – ja, og tað langt vekk! Men í takksemi til henda teirra [...] fyri alt tekkiligt á fold - líka síðani ”í vøggu hann lá” - og hildið fast um, at tær hava hildið lívið í honum til denna dag. Heini og Kirsten giftust í Danmark í 1958 og bara seks dagar seinni stóð brúðurin [...] hevur hon so - her á landi - fingið sín kappingarneyta í Heina. Tey líkjast tó ikki sum so í øðrum føri, annað enn tað at tey bæði hava verið burturi í heimi eini 15-20 ár av teirra bestu manndómstíð, skuldi
so sera væl. Mamma og babba komu at hava sítt andaliga heim í Samkomuni í Betesda í Klaksvík. Tey hava bæði tvey lagt orku í at vísa trúfesti í samkomuni og tóku okkum systkini við sær. Mammu dámdi altíð [...] Mamma kom í húsið hjá abba sínum Jóhannes Matras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsunum [...] hon kallaði Ísak fyri pápi. Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær. Í 1950 giftist mamma við
var musikkalskur, spældi upp á fleiri ljóðføri, dámdi væl at syngja. Sang í sangkórinum og spældi í hornorkestrinum í Fuglafirði í mong ár. Hann hevði ógvuliga stóran áhuga fyri søgu. Visti ein hóp um F [...] familju í hásæti. Hann var lítillátin , gjørdi lítið burtur úr sær. Sum heilt ungur fór eisini Arthur til skips. og var í mong ár á sjónum. Seinni fór hann í land, og arbeiddi á flakavirkinunum í Fuglafirði [...] væl av honum, stuðlaði honum í allar mátar. Men sum tíðin leið og sjúkan versnaði, fór Jørleif fyrst á Vesturstovuna í Fuglafirði, seinni fór hann á Røktar – og ellisheimið í Runavík. Starvsfólkini á nevndu
fergumaður í Havn í teirri tíðini, tá skip ikki kundu leggja at. Tað er nógv skrivað um hesa tíðina og serliga um teir báðar, sum vóru so ymiskir og kortini so góðir við hvønn annan. Niklái var í Brøðrasamkomunu [...] av fólki fylgdi honum. Sjúrður var nakað serstakt. Kanska seinasti originalur í Havn í positivari merking. Tað verður saknur í honum. Hann verður ein, sum fólk koma at minnast. ó. [...] av, at hann kemur úr umhvørvinum hjá mammu míni í Havn. Tey vóru javngomul. Sjúrður kom nógv inn á verkstaðið hjá abba mínum, Pola skómakaranum, sum búði í Konradsbrekku. Her kundu teir sita og práta um
hava teir bara roynt hetta í Danmark, men um alt gongur eftir ætlan, sleppa føroyingar eisini til eitt ella fleiri tílík kvøld í Føroyum. - Vit hava ætlanir um at koma til Føroya í summar og skipað fyri tílíkum [...] sigur Teitur Christensen. Hann býr í Keypmannahavn, har hann dagliga starvast sum kokkur og varastjóri á matstovuni Les Trois Cochons á Vesterbro. - Hóast nógv fólk í dag eru tilvitað um at vera sunn og [...] mati og matgerð er ikki nakað, sum er komið nýliga. - Sum barn var eg so at siga altíð í køkinum og fylgdi við í matgerðini. Tá eg sjálvur slapp framat var tað sum oftast tó pannukøkur sum blivu bakaðar
fekk eisini tilboð um at koma í eitt heilt annað starv. Nakað sum hevði meira tilknýti til bíbliuskúlan, sum hann gingið í áðrenn maskinskúlan. Pól hugsaði seg væl um ? í fleiri mánaðir ? men so tók hann [...] meinigheitina. ? Tað er í grundini eingin rutina í arbeiðnum hjá mær. Ongin dagur er líka, og tað kann vera bæði spennandi og krevjandi. Tá ið tú hevur so nógv við fólk at gera, sum eg havi í mínum starvi, so [...] leiðina fram við. ? Eg kenni meg ógvuliga lítlan í slíkum førum, men um eg kann verða til hjálpar, so eri eg fegin um tað. Eg kenni sjálvur til at missa, tí pápi mín doyði, tá ið eg var 18 ára gamal, og vit vóru
sínum. Pápi mín var eisini við einum báti saman við systkinabørnum, so øll vóru bangin. Inni hjá okkum høvdu vit dupultar hurðar í gongini, vit kallaðu tað úthurð og innhurð. Eg minnist Sunnuva í Eystrum [...] Mikkjal til alt í einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund [...] var t.d. í Íslandi í fleiri ár og róði út og var millum teir raskastu. Hann byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi sagt frá: Tað var ein morgin í 1880-unum
Tvøroyri. Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome" Men í 1934-35 var eg við "Sigurfarinum" hjá Seglhúsinum í Klaksvík. Heimtúrurin í 1935 gjørdist minniligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini [...] nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So [...] Jóhannes og eg. Pápi mín Magnus (1872 - 1955) legðist longu uppi í 1930. Mamma, Sigurbjørg, var íslendsk. Tað búðu tvær íslendskar konur á Hellunum, og vóru hetta mamma og kona pápabeiggja mín Tummas, Eirika