1.at Sjónleikarfelagið umbyggir Sjónleikarhúsið soleiðis, at ein partur kann leigast út til barnaansing. 2.at Býráðið útbyggir eitt av býlingshúsunum, so at pláss verður fyri o.u. 20 børnum afturat. 3 [...] at lata barnið frá sær 8-9 tímar um dagin longu seks mánaðir eftir føðing. Ovurviðkvæmi er vorðin ein fólkasjúka, sum breiðir seg meira og meira. Fyri at fyribyrgja hesi sjúku, mæla allar heilsusystrar [...] barnið skal út frá mammuni, áðrenn tað hevur lært at eta ella er vant við aðra føði enn móðurmjólk. Kanska verða tað onkur arbeiðspláss, sum ikki vilja leingja barnsburðarfarloyvið, men tey verða fá. Eitt
áhugað at lata privatum fyritøkum almennu tænasturnar at røkja. Hinvegin so skal eisini sigast, at ein stórur partur av teimum eldru ikki hevur tikið støðu til, hvørt privatar fyritøkur skulu yvirtaka almennar [...] meðan sambandsveljararnir heldur vilja leiga til privatar fyritøkur. Tað, sum í veljarakanningini kanska er mest áhugavert er, at Tjóðveldisveljararnir eisini eru rímuliga javnt býttir, hvørt teir vilja [...] ur. Útjaðaraøkini hava krav uppá sømiligar tænastur til »rættar prísir« og tað er eitt ivamál, um ein privat hevði megna at halda eitt nú rutuna til Svínoyar gangandi á núverandi príslegu.
liðunum eru ungar kreftir. Um tað fer at røkka til uppflyting hjá øðrum felagnum í ár ella kanska hjá báðum tveimum er ein opin spurningur, og sjálvandi spæla teir fyri at røkka so høgt sum møguligt. Men tað
Vøllurin var rættiliga harður og óslættur at spæla á, og um spælt varð á graslíki, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men soleiðis eru treytirnar, eisini hjá NSÍ. Sum var, høvdu runavíkingar verið [...] var fyrri hálvleikur lokin. Í seinna hálvleiki fekk NSÍ eitt sindur meira at siga. Petur Hammer fekk ein stóran kjans, men onkursvegna rakti hann bóltin skeivt, tá hann skuldi skalla hann inn. Tað hevði tó
var eisini væl uppiborið, at gøtumenn vunnu 4-1 og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni. Hóast 4-1 kanska var í meira lagi, kundi einki setast á GÍ-sigurin, og um teir gulu úr Gøtu kunnu halda fast í spælinum [...] innfyri úr høgru síðu, og har fekk Jóan Petur Olsen stýrt honum framvið Dejan Milanovic og í netið. Ein køld skola hjá runavíkingum, sum júst høvdu fingið fótin fyri seg eftir fyrsta málið hjá GÍ. Tað bjargaði [...] væl. Pauli Jarnskor var hinvegin rættiliga anonymur í álopsspælinum stóran part av dystinum, meðan ein maður sum Poul Ennigarð hevði fleiri góðar rennitúrar fram eftir í høgru síðu, har GÍ annars hevur
skuldu rógva. Ein »gig« er í stuttum ein gamal loðsbátur, langur og smalur við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa longri tak. Ein líknandi bátur [...] Tresco, bíðaði teimum ein heldur óvæntað sjón: »Czarurin« lá har, hann skuldi, men havið var alt horvið! Stóri munurin á flóð og fjøru hevði við sær, at báturin nú mátti berast ein sera drúgvan tein, áðrenn [...] og sostatt máttu teir taka til takkar við tí, sum eftir var. Ein ítróttarliga sera óheppin støða, men vestmenningar sýndu hóast hetta ein ítróttaranda og bardagahug, sum hvørki nøkur longri ella styttri
Í dag stendur ferðavinnan, kanska ikki heilt óvæntað, fyri 85% av vinnuni, meðan blómur og annar vøkstur standa fyri hini 15%. Blómumarknaðurin ein søga fyri seg Tað er ein søga fyri seg, hvussu blómu [...] fagrasta blóma. Ein planta (Liliacea hesperogucca whipplei), sum blómar 20. hvørt ár, veksur tá heilar fýra metrar upp á 14 dagar. Tað er ilt at trúgva, at áðrenn 1834 var Tresco á at líta sum ein miðal føroysk [...] Scillyoyggjarnar ísenn. So tað ræður um at gera skjótt av, um ein hevur hug at vitja, tá føroyingar næstu ferð fara at kapprógva. Ella kanska onkur ynskir at síggja sólarmyrkingina tann 11. august 1999.
hækkaðir. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, at petroleumsprísirnir hækka, men Indonesia er eitt tilafturskomið land og stórur partur av fólkinum matgerð við petroleum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri [...] komu til Føroya, tá kreppan herjaði upp á tað harðasta í 1992. International Monetary Found, IMF, er ein stovnur, sum er settur til at hjálpa londum, sum eru um at fara á húsagang. Stovnurin hjálpir við kontantum [...] lánum, men lánini verða ikki givin uttan treytir. Landið, sum tekur lánini, bindir seg til at reka ein fíggjarpolitikk, sum fær landið aftur á føtur. Treytirnar hjá IMF eru vanliga sera harðar og tær føra
politiskt, fíggjarliga, sosialit, andaliga og mentunnarliga. Kanska var málið ikki heilt burturvið, tí Malaysia upplivdi árini fram?manundan kreppuni ein tann størsta fíggjarliga vøksturin, sum nakrantíð er sæddur [...] rrin í Malaysia, Datuk Dr Mahathir, sigur við Straits Times í Singapore í gjár, at Malaysia hevði ein dreym um at gerast eitt ídnaðarland áðrenn áðrenn ár 2020, men teir eru ikki so vísir longur. ? Orsakað [...] ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði í fjør. Mahathir hevði í gjár ein fund við amerikanskar handilsmenn og hann segði, at nú vónaði hann, at tað ringasta var farið afturum
júst henda skipan, við Tróndi, kann gera sítt til at eitt nú Hestur gerst ein sovibygd til eitt nú Havnina og tað má ikki henda. Ein møguleiki, sum Eyðfinn Lenvig sær, er, at tað almenna veitir lagaliga fígging [...] fígging til virkir á smáu plássunum. ? Onkrir almennir lánigrunnar eru sum er, og tí hevði tað kanska verið ein gongd leið, men tað krevur sjálvandi, at virkini annars hava útlit til at klára seg fíggjarliga [...] útskrivað. Hevði hetta verið ein hjálp hjá hestbúgvum? ? Í hesum uppskotið var serliga hugsa um flutning av olju, men har eru vit í tí hepnu støðu, at oljufelagið sendir ein bil út í oynna og tískil fáa