eg haldi, at eg hevði fingið hann, um hann hevði verið innan fyri stongina. Í seinna hálvleiki var tað einaferð, at eg var um at verða snýttur av einum skoti, tí tað var so mikið tjúkt fyri, at eg sá ikki [...] Írski landsliðsmálverjin segði, at umstøðurnar at spæla mikukvøldið vóru ikki av teimum bestu, og bólturin var sera hálur, og tí kundi tað onkuntíð gerast eitt sindur trupult at halda bóltinum. Shay Given, [...] Onkur hevði kanska væntað, at írska málverjin, Shay Given, fór at verða arbeiðsleysur í dystinum mikukvøldið, men so var ikki. Føroyingarnir høvdu fleiri royndir á írska málið, og í fleiri førum tóktist
hugskot at fara inn á Christiansborg at kanna eftir, hvat varð vorðið av málinum um at seta á stovn heimahjálp í Føroyum. Har fingu vit at vita, at málið lá hjá Ríkisumboðnum, og ráðini vóru, at hjálpti [...] ikki skjótt borið at, fer eingin at hætta sær undir at taka á seg ábyrgdarfulla arbeiðið, sum tað er at vera heimahjálp. Tað vildi verið gleðiligt, um semja fekst í lag, soleiðis at skúlin verður settur [...] er ringt at skilja, at vit fáa betri kor her á landi, tá ið vit hava fingið fullveldi. Landið má útbyggjast nógv meiri. Tað nyttar ikki at løgtingið játtar at seta ymiskt í gongd, uttan at hugsa um pening
hugsað verður um at hettar svarar til at millum fimm og tíggju prosent av teimum arbeiðsføru í Klaksvík missa arbeiðið. Hvat heldur tú um tað? - Tað er alltíð keðiligt og tungt at noyðast at siga fólki úr [...] talan er um at avmarka, hvussu leingi ein hevur kvoturættindini. Saman við okkara góðu samstarvsfeløgum hava vit gjørt stórar íløgur og hava megnað at ment nýggja tøkni sum ger tað møguligt at fáa meir burturúr [...] føroysku fiskivinnuni eru í løtuni so óklárir, at eigararnir valdu at steðga ætlanini, sigur nevndarformaðurin í P/f Næraberg, sum rekur ”Atlantic Navigator”. Hvussu sært tú fyri tær framtíðina hjá P/f Næraberg
Semingsstovnurin at traðka til, sigur skjótt fyrrverandi semingssmaðurin. Spurdur, um ávís feløg hava verið lættari at hava við at gera enn onnur, svarar Suni, at tað er rættiliga torført at generalisera. [...] ? Hvussu samráðingar ganga er ofta treytað av, hvussu støðan er og hvørji krøv partarnir hava. Tíðin, ið er tøk, og hvussu væl fyrireikaðir partarnir eru spælir eisini inn, hvussu væl einar samráðingar [...] eingin ivi er um, at tað er rættiliga møtumikið hjá tveimum semingsmonnum at seta seg inn í allar sáttmálarnar, greiðir Suni frá. Hann heldur eisini, tað er skilagott, at tað er lagt upp til, at Semingsstovnurin
kunnu vit bert siga, at tað gongur eftir ætlan, soleiðis sum vit vónaðu, at tað fór at gera, tá ið vit fóru undir hesa verkætlan, sigur Hans Arni. Ein stórur fyrimunur er, at so at siga alt fólkið, sum [...] er, at teir skulu koma í land við øðrum skipi. Ein møguleiki, sum felagið onkuntíð hevur brúkt, er at senda Silju eftir teimum, sum skulu í land. Men til tess krevst, at veðrið er hampiligt, og at Atlantic [...] loyst varð mánadagin, at ætlanin var at fara eystureftir, eystur ímóti markinum til norskan sjógv, tí har høvdu føroysk skip hampiligan fiskiskap eftir svartkjafti. Hans Arni heldur, at skipið hevur roynt
sum møguligt at taka ímóti nýggju avbjóðingunum. Hann vísir á, at arbeiðssetningurin hjá Visit Sandoy er at vera savnandi fyri sýsluna og framhaldandi at fáa útbjóðarar innan ferðavinnu at arbeiða saman [...] formaðurin. Hann vísir á, at eitt tað fyrsta, sum nýggja nevndin í Sandoyar sýslu Ferðalag fer at arbeiða við, verður saman við kommununum at seta út í kortið eina langtíðarætlan fyri, hvussu ferðavinnan í sýsluni [...] alstórum týdningi, at Sandoyar sýslu Ferðalag - saman við Visit Sandoy - í nógv størri mun enn higartil fara at arbeiða við at menna Sandoyar sýslu í ferðavinnuhøpi. Heini Tausen leggur dent á, at hóast tað fara
eisini, at teir í H71, hava eina vón um, at teir í ár kunnu vinna á vestmenningum. Men hann sigur at tað er trupult at vita frammanundan hvussu dystirnir fara at vera. - Tað er ógvuliga trupult at siga hvussu [...] hevur vundið seg upp í landskappingini. Í H71 ætla teir at hevna ósigurin frá í fjør móti vestmenniningum. Málverjin hjá H71, Ári Egason Dam, letur væl at fyrireikingunum til FM-finaluna í kvøld. - Fyrireikingarnar [...] sigur, at teir í H71 eru ávirkaðir av einum skaða til fyrstu FM-finaluna í kvøld. - Vit hava ein skaða í hópinum sum er okkara unga verjukempa, Helgi Hoydal. Tað er uttan iva ein smeitur fyri liðið at hann
Tjóðveldi. Sirið Stenberg sigur, at skulu vit tosa um ein haldføran búskap, nyttar ikki bara at tosa um, hvør gjarar út. - Vit mugu eisini viðgera spurningin um, hvussu vit skipa hetta samfelagið. Er okkara [...] spyr hon. Hinvegin heldur Sirið Stenberg eisini, at samgongan kann heldur ikki siga seg heilt fría fyri at gjara út. - Tað var ongastaðni lagt upp fyri, at fólkapensjónin skuldi hækka, hóast tað hevur verið [...] afturat. Hinvegin vísir Sirið Stenberg á, at samgongan hevur felt øll uppskotini hjá andstøðuni. - So, tað kann aldrin vera andstøðan sum hevur skyldina av, at búskapurin ikki er haldførur, staðfestir
nógv um tað. Tað var meiri at byrja við, tá eg sat nógv á beinkinum og sá, at eg ikki var heilt hin sami 10-arin sum Andrew, at eg hugsaði um tað, sigur Rókur um, hvussu tað er at spæla í troyggjuni, har [...] væl hjá honum higartil, men eg trúgvi neyvan at hann heldur hugsar, at hann MÁ gerast toppskjútti okkara, sigur Rókur. Óvæntað meistaraheitið Hann skal nú út at endurvinna meistaraheitið. Eitt meistaraheitið [...] byrjaði í fjør. Tað ber tó ikki til at siga tað sama um liðið í ár, sum nú má metast at vera eitt tað sterkasta. Spurningurin er so, um málsetningurin fær verið annað, enn at varðveita meistaraheitið? – Tað
munandi vøkstur næstu tíðina. - Bara síðu vikuna, síðan vit kunngjørdu at høllin er liðug, hava vit fingið fleiri nýggjar limir og følt hvussu áhugin er vaksin millum Argjafólk, sigur Sunrið í Gong. [...] Hátíðarhald var á Argjum í dag, tá argjafólk loksins kundu fegnast um, at kommunan hevur bygt eina ítróttahøll til hondbólt og aðrar ítróttir í bygdini. Millum teirra, ið luttók á hátíðarhaldinum og tók [...] orðið var Sunrið í Gong, ið sum forkvinna í ÍA, Ítróttafelagið Argir, hevði serliga stóran orsøk til at fegnast, tí loksins hevur felagið fingið eina høll í heimstaðnum. - Hetta er stórt fyri okkum, tí nú