Hátíðarhald var á Argjum í dag, tá argjafólk loksins kundu fegnast um, at kommunan hevur bygt eina ítróttahøll til hondbólt og aðrar ítróttir í bygdini.
Millum teirra, ið luttók á hátíðarhaldinum og tók orðið var Sunrið í Gong, ið sum forkvinna í ÍA, Ítróttafelagið Argir, hevði serliga stóran orsøk til at fegnast, tí loksins hevur felagið fingið eina høll í heimstaðnum.
- Hetta er stórt fyri okkum, tí nú hava vit fingið eitt heim og ein heimavøll. Áðrenn hava vit spælt ymsastaðni í býnum, so sum í Hoyvík og á Nabb. Men nú eru vit heima og kunna venja og spæla heimadystir sama stað. Hetta styrkir okkara samleika sum felag, sigur Sunrið í Gong.
Ítróttafelagið Argir bleiv stovnað í 2011 og hevur umleið 100 limir og 10 lið, og við nýggju høllini, ið betrar munandi um umstøðurnar í samband við heimadystir og venjingar, væntar forkvinnan ein munandi vøkstur næstu tíðina.
- Bara síðu vikuna, síðan vit kunngjørdu at høllin er liðug, hava vit fingið fleiri nýggjar limir og følt hvussu áhugin er vaksin millum Argjafólk, sigur Sunrið í Gong.










