hevur givið rúgvu av umrøðu í bæði bløðum og loftmiðlum. ? Og vit kunnu framhaldandi vera vís í, at donsku fjølmiðlarnir fara at fylgja væl við gongdini í Føroyum ? eisini í sambandi við Fólkatingsvalið [...] Føroyskir fólkatingslimir hava mangan verið tungan á vágskálini í donskum politikki. Soleiðis helt verandi fólkatingslimurin Óli Breckmann í mong ár lív í Schlüter-stjórnini, tá tey borgarligu sótu við valdinum [...] javnaðarstjórini hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum kom til í 1993 aftan á, at Tamilmálið feldi Schlüter-stjórnina. Vinstra ella høgra? Valstríðið í Føroyum upp undir fólkatingsval hevur ongantíð borið serligan
verður Mjølnir, sum vinnur meistaraheitið í ár, ella tað verður Fram sum varðveitir meistaraheitið. Tað er ongin ivi um, at tað eru tvey tey bestu liðini í Føroyum í løtuni, sum bresta saman sunnudagin. Fram [...] ímóti Fleyr í finaluni í NS-cup kappingini. Klæmint Isaksen, venjari hjá Mjølni, vil ikki út við taktikkinum til sunnudagin. ? Men eg kann siga so mikið, at vit fara at pressa teir í servuni og í álopinum [...] leikur fer á Eysturskúlanum sunnudagin. Tá bresta oddaliðini í flogbólti hjá monnum saman í dysti um fyrstaplássi. Tað er Mjølnir sum liggur á odda í landskappingini hjá monnum, meðan Fram liggur á øðrum plássi
saman við familju míni í Indiu. Tá eg var nóg gamal byrjaði eg í skúla. Men eftir tveimum árum mátti eg sendast aðrastaðni í skúla. Tað var siður tá. ? Foreldur míni sendu meg í skúla í Onglandi, so longu [...] skal verða í Indonesia í tveir mánaðir. Sjálvur fari eg avstað eitt sindur fyrr. ? Eg ætli mær at vitja tvey onnur støð áðrenn, í sama endamálið. So íalt rokni eg við at vit verða burtur í umleið fýra [...] ein ótrúliga góðan listamann Tim Severin sigur at enda í samrøðuni, at føroyingar eiga ein ótrúligan listamann. Henda framsýningin sum er í Føroyum í løtuni er ótrúliga væl umtókt, sigur hann . ? Teir hava
fer nevniliga at bera til at flyta pening millum konti, bæði í Føroyum og í Danmark. Tað vil siga, at harrin í húsinum ikki nýtist at fara í bankan fyri at gjalda fyri blómurnar, hann keypti konuni. Hann [...] heimabankin til Føroya eisini. Í londunum kring okkum hava hesar skipanir verið frammi í nøkur ár, og undirtøkan hevur verið góð. Arbeiðið upp á skipanina byrjaði í februar mánaði í fjør, og tað er Elektron [...] hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini, sum óivað fer at lætta um hjá vinnukundum. Í heimabankaskipanini er nevniliga møguleiki at flyta lønir. Tað vil siga, at virki í framtíðini sjálvi kunnu gera allar
gongur á sínum andaliga haga, og í hesum báðum vóru øll menniskjuni. Í aðrari tey ringu, avlagaðu, tey, sum vóru í parti við harra Punthavn og styðjaðu blað hansara Bergmál. Í hinari tey skilagóðu, rættsiktaðu [...] millum Elsbu og Tórmann hvørvur so líðandi í tí politiska spælinum. Í tí fyrsta triðinginum av skaldsøguni er hon ein fastur táttur í søgugongdini, meðan hon í restini av bókini bara kemur fyri sum tvey [...] sum hann er. Humor Skemtið í »Leikum fagurt« er í høvuðsheitum ein blandingur av satiru og spei. Tað er tí rættiliga øðrvísi enn í teimum undanfarnu bókunum hjá høvundanum. Í »Leikum fagurt« er tað eitt
sjálv. Vit kunnu sum dømi taka Wood Group í Aberdeen, sum fór inn í oljuvinnuna, tá fiskileiðirnar vórðu skerdar. Í dag hevur fyritøkan 5000 fólk í arbeiði í 20 londum og ein umsetning uppá 5 milliardir [...] arbeiðshátturin, sum valdur var í Føroyum, virðing. Her var skilvísi og skynsemi valt at tryggja eina so avbalanseraða uppbygging av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, sum til bar. Nýggj kolvetnisstevna [...] Leggið uppskotið til viks Í vinnuligum samanhangi er stabilitetur altavgerandi. Møguleikarnir fyri avkasti skulu vera ómetaliga stórir, áðrenn ein vinnulig fyritøka fer at gera íløgur í eitt politiskt óstabilt
hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer at merkjast í hvørjum króki í Føroyum. Ein frágreiðing uppá 2 til 3 túsund blaðsíður vísir týðuliga, at politiska leiðslan í Føroyum ikki var greið yvir, at vandi [...] s ganga nn fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini. Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini [...] úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu í 1989, tá nettouttanlandsskuldin var í hæddini, umleið 9 milliardir kr. Men »respiratorin« varð hildin
hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer at merkjast í hvørjum króki í Føroyum. Ein frágreiðing uppá 2 til 3 túsund blaðsíður vísir týðuliga, at politiska leiðslan í Føroyum ikki var greið yvir, at vandi [...] s ganga nn fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini. Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini [...] úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu í 1989, tá nettouttanlandsskuldin var í hæddini, umleið 9 milliardir kr. Men »respiratorin« varð hildin
bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir [...] hava verið bæði í Tysklandi, Italia, Danmark, Eysturríki og nógvum øðrum londum í Europa.« Nú er tað tann bert 18 ára gamla Kate Barret ella Baby, ið førir orðið. »Millum annað vóru vit í jólasendingini [...] alt hetta við Power Girls? Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu
føroyskar útflutningsfyritøkur Í basanum eru upplýsingar um eitt nú prísir á nógvum ymiskum vørum ymsastaðni kring um í heiminum. ? Eitt nú kanst tú fáa prísin á lidnum vørum í Japan, Noregi og Íslandi. Kaj [...] góðar upplýsingar fiskivinnuni at gagni. Virkið á Kósini í Klaksvík var eitt av teimum allarfyrstu virkjunum yvirhøvur, sum læt seg skráseta í hesum databasanum. Kaj Leo Johannesen, sølumaður, arbeiddi [...] messu uttanlands hevði FIS ein bás, og har kom eg í tos við teir. Á henda hátt kom samband millum Kósina og FIS sum endaði við, at Kósin lat seg skráseta í databasanum við egnari heimasíðu. Kaj Leo Johannesen