altíð hevur veirð so lætt. - Tað hevur veirð eitt strævi starv. Tað hevur verið ógvuliga krevjandi, og tað hevur ikki bara verið frá mær, men eisini frá leiðsluni og frá nevndini í DONG. Tað hevur eisini [...] tað hevur gingið. Og harvið eisini verið til gagns fyri danska samfelagið, sigur Rúni Róin. Hann vísir á, at DONG hevur næstan fýrafaldað støddina, síðani hann byrjaði at arbeiða har. - Tað hevur eydnast [...] Seinni bleiv tað eisini til, at DONG skuldi skrásetast á børsinum, og eg var við til at fyrireika tað arbeiðið fýra ferðir, men av ymiskum politiskum orsøkum, gjørdist tað ongantíð til nakað, sigur Rúni Róin
og vit fara at fylgja hesum ráki í framtíðini, um vit vilja tað ella ikki. Tú hevur verið tíðindamaður í nógv ár. Hvørji skotsmál gevur tú føroyskum fjølmiðlum? - Sum garantur fyri fólkaræðinum hava vit [...] at landsstýrið skal gera enn eina íløgu í Smyril Line. Tú var sosialisur sum ungur. Hví bjóðar tú teg fram fyri Sambandsflokkin? - Eg hoyri til tað reyða ættaliðið av føroyingum, sum fekk skegg á høkuna [...] úr øllum heiminum amerikanarar. Fyri meg hevur størri týdning at kenna mín samleika sum menniskja enn sum føroying, og tí eri eg sambandsmaður. Hvat saknar tú mest av øllum í føroyskum politikki? - Eg
at vit skulu minnast til, at lívið er náttúran og náttúran er lívið. Vantandi førleiki Durita Brattaberg, at hon ikki heldur, at okkara landsumsiting hevur nóg góðan førleika til at taka sær av umhvørvismálum [...] Eingir biologar eru har til at taka sær av málum, sum t. d. SEV-útbyggingini. Fyri at kunna viðgera eitt mál, sum SEV-útbyggingina, er neyðugt, at tað eisini eru fólk við kunnleika til náttúruna, sum viðgera [...] viðgera málini, sum hava við umhvørvið at gera. ? Tú kanst ikki fara undir at viðgera biologisk árin, tá tú ert juristur.... tað er tað sama sum at rætta bakara fyri smið, heldur Durita Brattaberg. Tað letur
uppgávunar. Heldur tú, at tað hevði verið eitt gott hugskot at bjóða til dømis oyggjaleiðirnar út? - Tað er ringt at siga, men hasa skipanina kenna vit frá londunum kring okkum, har tað hevur víst seg at rigga [...] at bjóða uppá eina ella fleiri leiðir hjá Strandferðsluni, so vildu vit sjálvsagt viðgjørt hetta positivt, og gjørt tað neyðuga greiningararbeiðið, ið skal til fyri at finna út av, hvat krevst at røkja hesa [...] ikki ítøkiliga siga, at tey í hansara fyritøku høvdu gjørt eitt betri ella bíligari enn Strandfaraskip Landsins. Hann kennir tó væl til skipaninar í grannalondum okkara, har tað er púra vanligt, at partar
broytingar. Hann hevur megnað at vekja eina trúgv á fólkaræði og eggja til samanhald fyri at skapa eina betri framtíð. Og hann hevur givið nýggja vón um, at tað fer at bera heimsins londum til at seta felags [...] ræðandi. Í hesum náttúrudepli hava vit føroyingar lært at lívbjarga okkum og vinna okkum til lívsins uppihald. Í meira enn 1000 ár hava vit tillagað okkum til fyritreytir og umstøður, vit ikki eru harrar yvir [...] leita mínir tankar til tykkara, sum eru á sjónum ella burtur í øðrum londum. Mínir tankar eru eisini hjá tykkum, sum bera sorg og sakn. Tit, sum hava verið fyri vanlagnu. Eg veit, hvat tað er at missa so
Eg arbeiddi á ellisheimi í eina viku, men eg vildi aftur til fiskin. Eg saknaði høgu ferðina, um tú steðgar á gongur tíðin seint, men um tú hevur nógv at gera, gongur tíðin skjótt, og brádliga er klokkan [...] á virkinum, her eru eingi skeldarí ella nakað, og tað hava vit heldur ikki stundir til, tí vit hava bara tveir steðgir, tað mesta av tíðini eta vit, og fara aftur til arbeiðis. ##med4## Steðgirnir á Faroe [...] dámar Bea Beltran Palomer væl. Hon hevur drúgvar royndir á virkinum, og tí ræðist hon ikki tá stórar mongdir skulu hagreiðast. – Onkuntíð følir tú at tað blívur ov nógv, og tú kanst gerast stúrin, tá vit hava
útbúgving og heilsuverkið, lógararbeiði ella aðrastaðni í starvsheiminum, so ert tú limur í hesi stætt. Skapandi stættin hevur eftir heilt stuttari tíð ment seg til at vera størsta arbeiðskraftin í USA - [...] Havnini", sum William Heinesen tekur til í einum av sínum ritroyndum. Maskinan er steðgað upp fleiri ferðir, vita vit, men er altíð komin í gongd aftur og hevur í dag ment seg til eitt stórt samfelagsmaskinarí [...] lýsir eina nýggja samfelagsstætt, sum hevur vaksið seg væl og virðiliga fram uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur. Hetta er tann kreativa ella tann nýskapandi ella skapanarhugaða stættin, ið umfatar
útbúgving og heilsuverkið, lógararbeiði ella aðrastaðni í starvsheiminum, so ert tú limur í hesi stætt. Skapandi stættin hevur eftir heilt stuttari tíð ment seg til at vera størsta arbeiðskraftin í USA - [...] , sum William Heinesen tekur til í einum av sínum ritroyndum. Maskinan er steðgað upp fleiri ferðir, vita vit, men er altíð komin í gongd aftur og hevur í dag ment seg til eitt stórt samfelagsmaskinarí [...] lýsir eina nýggja samfelagsstætt, sum hevur vaksið seg væl og virðiliga fram uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur. Hetta er tann kreativa ella tann nýskapandi ella skapanarhugaða stættin, ið umfatar
borgarin hevur atgongd til allar tænastur, (hóast tað í summum førum er neyðugt at ferðast í ein- ella kanska tveir tímar) ella vit vilja hava tredivu sjálvstøðug kommunal samfeløg, har tú hevur styttri [...] koma burturúr tí støðuni, har hvør dregur til sín, og heldur seta okkum niður og finna útav, hvussu vit skipa samfelag til frama fyri okkum øll. Vit hava ikki ráð til tredivu lokalsamfeløg við nógvum dupu [...] styttri veg til nakrar fáar tænastur, men har tað eisini eru nógvar tænastur, sum tú als ikki fært. Vit eiga øll Havnina Einaferð í tíðini hava føroyingar valt Havnina til høvuðsstað, og eg síggi onga orsøk til
øll - og til allar aldursbólkar. Luttakararnir hava verið frá 14 - 70 ár. Dansað verður tvær ferðir um mánaðin, og tey eru eini 20-30 fólk, ið dansa av álvara. Til ber at tekna seg til skeiðið á telefon 310506 [...] Gunnhild á Rógvu Olsen sum hava tikið stig til dansiskeiðið - og hetta er triðja skeiði av hesum slag. Tær lata sera væl at undirtøkuni, sum tangodansurin hevur fingið. ? Tangodansurin er komin fyri at vera [...] rættuliga øðrvísi, enn tað, tey kendu til. ? Hetta er jú ein nýggjur dansur her heima. Musikkin hava vit sjálvandi hoyrt fyrr - onkra hendinga ferð í dansinum, uttan at vita, hvat vit skuldu gera við tað, sigur