fíggjarlóg, sum kundi berast niðan í Løgtingið í heyst, hevur tann »forsmáddi« sambandstingmaðurin, ið sjálvur ætlaði sær fíggjarmálaráðharrasessin, í tíð og ótíð lagt eftir sitandi fíggjarmálaráðharra og skírt [...] Tann rúma tíðin sum gekk, áðrenn Jóannes tók støðu til, um hann yvurhøvur fór út í Fíggjarmálaráðið, gav mær í hvørt fall eina kenslu av, at baklandið upp á ein ella annan máta fyri ein og hvønn prís vildi
samfelag góðtaka, at menniskju júst í hesu løtu eru so illa fyri? Í eina tíð hevur náttarvaktin verið eitt plástur á sárið. Tann eldri maðurin, hvørs størsti ótti ikki var at doyggja men at vera kølnaður [...] náttina koma hasi vinarligu fólkini á gátt og geva henna at drekka ella leggja teppi omaná dýnuna. Tann álvarsliga sjúki maðurin hevur møguleika at vera verandi í heimligum umhvørvi saman við sínum nærmastu
bygginevndini fyri brúnna um Sandá havi eg tí hug til at viðmerkja, at tann seinasta niðurstøðan, sum nevndin kom til í mínari tíð, var, at eitt uppskot frá donskum arkitektum, sum lá á borðinum, var ov [...] eisini vegastubbarnir til hana, hvussu langir teir so verða. Málið hevur ofta verið uppi og vent, men tann fyrsta og higartil besta royndin køvdnaði í onkrum mistaki fyri fleiri árum síðani og helst eisini
Jacobsen lagt føroyska U-21 landsliðið á odda eftir bara seks minuttum. Upptaktin hevur eisini verið tann sama. Liðið hevur tapt stórt dystin frammanundan og nógvar broytingar eru á liðnum. Í næstan tíggju [...] at fáa skot á málið. Keðiligt fimta mál 4-1 er ríkiligt hjá serbum at verða á odda, men stutt fyri tíð økit Darko Lazovic til 5-1, sum ikki sær eins pent út. Málið setti líka sum eina striku undir styrkina [...] við greiðum ósigrum. Komandi uppgávan er í Aalborg móti Danmark, vónandi reisa dreingirnir seg til tann dystin.
eru samd um, at vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman, og at soleiðis hevur verið í eina rúma tíð. Týdningurin kann neyvan undirmetast. Prát um fólkavøkstur er eisini prát um, at tey ungu skulu støðast [...] fyri, at Húsalánsgrunnurin beinanvegin kann fara undir at fyrireika leigu-, luta- og eigaraíbúðir í tann mun marknaðurin talar fyri tí. Latið okkum ikki steðga við hesum: Vit hava tørv á betri realkreditt [...] dag síggja frá føroyskum peningastovnum. Vit kunnu miðvíst arbeiða fyri at geva Húsalánsgrunninum tann týðandi leiklut á bústaðarpolitiska økinum sum tørvur er á, og sum vit m.a. kenna frá “Husbanken”
fyri teir, at ríkisstuðulin úr Danmark til Føroya ger okkum fátæk. Erasmus Montanus kundi jú í síni tíð prógva, at mamma hansara var ein steinur. Tí ein steinur dugdi ikki at flúgva, og tað dugdi mamman [...] Ísheim eru sannførdir í síni trúgv, og at tað nyttar lítið at royna at sannføra teir um nakað annað. So tann partin fari eg at lata liggja í hesum umfari. Hinvegin fari eg at koma við einum uppskoti um, hvussu [...] øllum øðrum loysingarhugaðum, at sleppa undan at eiga lut í ríkisstuðlinum. Tað skal kunna skipast á tann hátt, at skattabyrðurnar hjá teimum verða øktar – helst við einari kombinatión av hægri inntøkuskatti
. Nú vóru boð eftir Anfinni. Ein rødd er tagnað. Ein stólur stendur tómur. Tann seinasta navnaumbønin er avgreidd, og tann seinasti fyrilesturin um norrøna bendingarlæru er havdur. Tað virkar so óveruligt [...] leita til tykkara, ið nú syrgja og sakna. Vita skulu tit, at vit hava tykkum øll í huga í hesi sváru tíð og syrgja saman við tykkum. Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara
eitt gott stað at búgva, ta tíð tey eru her. Útlendingar eru líka nógv menniskju sum vit fastbúgvandi føroyingar og eiga tí at viðfarast væl. Vit mugu og skulu ikki fara tann vegin at síggja útlendingar [...] fyri Leirvík og Eysturkommunu, tí íbúðirnar kunnu eisini leigast út til fastbúgvandi føroyingar, tann dagin tørvur ikki longur er á útlendskari arbeiðsmegi. Vit vita, at búskapurin bylgjar upp og niður
Zakarias Wang ---- Í Sveis er tann regla, at um 100.000 fólk vilja hava eitt mál til fólkaatkvøðu, verður hetta eftirlíkað. Enn meir løgið fyri okkum er at hoyra, at har er tað soleiðis, at tað, sum fær [...] tey allarflestu vilja arbeiða fyri at fáa meir inntøku. Ætlanin er, at grundupphæddin er skattafrí. Tann sum arbeiðir, fær sína løn, men av hesi løn skal skattur gjaldast. Óbeinleiðis skattur á nýtslu av [...] víst á, at henda skipan er skotin upp av Milton Friedmann, fremsta konservativa filosoffinum í okkara tíð. Hetta kundi bent á, at tað kanska ikki hevði verið heilt burturvið at vit royndu at seta hetta sveisiska
----- Sunnudagin er pálmasunudagur. Dagurin, tá Meistarin sjálvur valdi sær eitt ásin at ríða á inn í tann Heilaga staðin. Dagurin tá, fólk fagnaðu honum við pálmagreinum. Nakrar dagar seinni vendi fólkahýrurin [...] viðhvørt sakkunnleiki. Sigst, at tað ongantíð hevur verið so nógv brúk fyri útbúnum fólki sum í okkara tíð. Kortini verður tað eitt nú í hesum døgum kjakast um, um okkara prestar í fólkakirkjuni, skulu vera [...] svarar hann undrandi, at hann helt, at undangongumaðurin var ein fátækur fiskimaður úr Galileu og ikki tann rómverski keisarin. Eyðmjúkleiki og tilvitan um okkara medmenniskju eru kanska við at koma aftur á