Yvir og farin

Hugsaði mítt, tá sitandi løgmaður so hjartaliga ynskti formanni Javnaðarfloksins at vera vælkomnan í starvið sum fíggjarmálaráðharri. Ivaðist longu tá í, um ikki henda avgerð fór at koma Javnaðarflokkinum aftur um brekku.

Tann rúma tíðin sum gekk, áðrenn Jóannes tók støðu til, um hann yvurhøvur fór út í Fíggjarmálaráðið, gav mær í hvørt fall eina kenslu av, at baklandið upp á ein ella annan máta fyri ein og hvønn prís vildi hava hann út har.

Tað sigur seg sjálvt, at, fyri tað fyrsta, við einum púra óroyndum løgmanni og í øðrum lagi við einum Sambandsflokki, sum gekk í fleiri bólkum, onkur fornermaður, meðan vongurin hjá »bridgespælaranum« fór at gera lívið hjá óroynda løgmanninum til eina plágu, so fór fíggjarmálaráðharrin við tveimun borgarligum flokkum undir eina næstan ómøguliga uppgávu.

Tíverri gjørdist veruleikin kanska uppaftur verri, enn ein hevði væntað.

Meðan fíggjarmálaráðharrin seinasta hálva árið hevur arbeitt meginpartin av samdøgrinum við at fáa eína fíggjarlóg, sum kundi berast niðan í Løgtingið í heyst, hevur tann »forsmáddi« sambandstingmaðurin, ið sjálvur ætlaði sær fíggjarmálaráðharrasessin, í tíð og ótíð lagt eftir sitandi fíggjarmálaráðharra og skírt hansarra arbeiði óbrúkiligt, uttan at tað hevur fingið avleiðingar. So seint sum hóskvøldið var hann aftur úti við rívuni, tá hann enn einaferð segði, at Løgtingið er noytt at gera fíggjarlógaruppskotið um aftur, tí uppskotið úr Fíggjarmálaráðnum er óbrúkiligt.

»Bridgespælarin« av Oyri var herfyri niðri í Bruxelles uttan um landsstýri og løgmann, har hann í almennun tíðindaskrivi segði seg hava gjørt avtalu við kommiserin Olli Rehn, ið kom at geva Føroyum fríðari ræsir innan ES. Í seinastu vikur fór hann so út sum einstaklingur og bað fíggjamálaráðharran gera so væl at heita á danir um at prístalsregulera blokkin, og formaður Sambandsfloksins á tingið segði í samrøðu við sjónvarpið, at hetta er eitt krav frá Sambandsflokkinum, væl vitandi, at sambært samgonguskjalinum, sum teirra løgmaður hevur undirskrivað, so ber tað ikki til.

Tá ein so í sjónvarpinum aftan á semjufundin, tá »bridgespælarin« skuldi setast upp á pláss, sá allar, eisini fíggjarnevndarlimirnar, sita í skellilátri, er eingin  sum helst ivi í míni sál um, at hettar er avtalað spæl: ein sjónleikur, ið hevur eittans endamál, at knúsa Javnaðarflokkin.

At Javnaðarflokkurin fór at missa atkvøður við at sita við fíggjarmálum, var eg ongantíð i iva um. Tí meti eg tað var sera djarvt av Jóannesi at taka hesa ábyrgd á seg.

Men tá Sambandsflokkurin ikki sær út til at vera nøgdur við tey 28 prosentini, flokkurin fekk í seinstu veljarakanning, og harafturat ger sær dælt av, at sitandi løgmaður er so fittur, at hinir sambandstinglimirnir kunnu gera sum teimun lystir við tí úrsliti, at fíggjarmálaráðharrin ferð eftir ferð verður gjørdur til syndabukk fyri at fjala út yvir, at Sambandsflokkurin ikki er ein flokkur longur, men bert nakrir einstaklingar, ið als ikki vilja taka ábyrgd á seg, ja tá er bara eittans at gera hjá Javnaðarflokkinum, og tað er at taka seg úr samgonguni, ongantíð ov skjótt.