Funni fressurin í bókini hjá hesum stríðsmonnum er, at afrikansk lond klára seg av hundanum til, hóast tey hava fingið menningarhjálp í nógv áratíggju. Og í røttum Erasmus Montanus stíli merkir støðan í Afrika fyri teir, at ríkisstuðulin úr Danmark til Føroya ger okkum fátæk. Erasmus Montanus kundi jú í síni tíð prógva, at mamma hansara var ein steinur. Tí ein steinur dugdi ikki at flúgva, og tað dugdi mamman heldur ikki, altso var mamman ein steinur. Hanus Vang gevur ríkisstuðlinum og ríkisfelagsskapinum skyldina fyri, at ”vit hava hægsta skattatrýst á láglønt; bestu treytir hjá politikarum; pengarnir røkka ikki til hjá vanliga fólkinum; hava stættarsamfelag; og onki fólkaræði”.
Eg rokni so avgjørt við, at bæði Vang, Wang og Ísheim eru sannførdir í síni trúgv, og at tað nyttar lítið at royna at sannføra teir um nakað annað. So tann partin fari eg at lata liggja í hesum umfari. Hinvegin fari eg at koma við einum uppskoti um, hvussu teir kunnu sleppa burtur úr hesi ótolandi støðuni, teir eru havnaðir í.
Ríkisborgararættur og skattur
Í fyrsta lagi skjóti eg upp, at tað skal gerast lætt hjá teimum at sleppa úr danska kongaríkinum, at missa sín danska ríkisborgararætt og allar teir fyrimunir og møguleikar, sum hesin ber í sær. Í øðrum lagi skjóti eg upp, at arbeitt verður fram ímóti at gera okkara skattaskipan so smidliga, at til ber hjá teimum, og øllum øðrum loysingarhugaðum, at sleppa undan at eiga lut í ríkisstuðlinum. Tað skal kunna skipast á tann hátt, at skattabyrðurnar hjá teimum verða øktar – helst við einari kombinatión av hægri inntøkuskatti, ognarskatti og fullveldisskatti til teir. Um inntøkur til landið spyrjast burturúr hesum, so verða teir pengarnir brúktir til at reka samfelagið fyri, samstundis sum ríkisstuðulin kann minkast tilsvarandi. Ein slík skipan hevði tryggjað teimum, at tað eru teir sjálvir – og ikki ríkisstuðulin – sum rinda fyri tær vælferðartænastur, sum teir vilja hava.
»Frælsi«
Óivað hevði tað verið meiri optimalt fyri tykkum, Hanus Vang, um allir aðrir føroyingar hildu sum tit, og vildu gjørt sum tit; men tá tað nú ikki er støðan, er hetta alternativið so ikki frægari enn onki? Tað hevði verið mansligt av tykkum at manifesterað tykkum sum omanfyri nevnt, og sikkurt høvdu tit fingið aðrar føroyingar við eisini. Tit høvdu ikki fingið allar Føroyar í einum háli, men tað gjørdu floksmenninir* jú heldur ikki á sinni. Vit onnur høvdu verið hjartans glað tykkara vegna, tí nú høvdu tit endiliga fingið ”frælsi”. Kann væl hugsast at fleiri okkara eisini høvdu følt tað sum ein harrans lætta, um tit sluppu tykkum burtur úr ríkinum. So hetta er væl einki at bíða við, Hanus Vang, ella hvat?
Gott nýggjár!
*Floksmenninir úr Hattarvík vóru, sambært søgnini, Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev, Rógvi Skel og Sjúrður við Gellingará.