Náttartænastan má halda fram

Í hesum døgum verða enn einaferð framd sparitiltøk í Nærverkinum. M.a. stendur heimarøktin fyri tørni.

Heimarøktin hevur í nógv ár roynt at menna eitt hóskandi tilboð til fólk, sum vegna ellisbrek ella skerdan førleika ikki klára seg sjálvi.

Tey nýggjastu sparitiltøkini hjá heimatænastuni raka nógv meiri lívsneyðugar funktiónir. M.a. verður náttarvaktin spard burtur. Í dag hevur so verið at frætt, at hendan tænasta helst ikki verður spard burtur, men inntil vissa er fingin um hetta, kennur ongin seg tryggan.

Uppgávan hjá náttarvaktini er at koyra runt til heimini hjá teimum eldru um náttina og veita grundleggjandi røkt til tey, sum eru allar ringast fyri, og sum í flestu førum bert eru heimabúgvandi vegna væntandi røktarheimspláss. Nøkur teirra eru sera sjúk og hugsandi er, at tey nú mugu innleggjast, tí eingin er at veita teimum røkt um náttina. Hvat er tá spart, og hvar skulu tey innleggjast, nú okkara sjúkrahúsdeildir eru ovbyrjaðar? Nevnast mugu eisini tey fólk, sum vegna minnisbrek hava fyri neyðini, at onkur kemur framvið hjá teimum eisini í náttartímunum. Fleiri teirra hava mist førleikan at skilja, at tað nú er náttartíð og skilja ikki, hvar øll eru. Hetta kann geva teimum ein stóran ótryggleika og angist. Hvussu kunnu vit sum samfelag góðtaka, at menniskju júst í hesu løtu eru so illa fyri?

Í eina tíð hevur náttarvaktin verið eitt plástur á sárið. Tann eldri maðurin, hvørs størsti ótti ikki var at doyggja men at vera kølnaður, áðrenn nakar kom til hansara, hevur fingið eina kenslu av tryggleika hesa síðstu tíðina í sínum lívi, nú náttarvaktin regluliga kemur framvið. Næturnar hjá tí minnisveiku eldri kvinnuni tykjast ikki sum ein long einsom oyðimarkarferð, tí tvær ferðir um náttina koma hasi vinarligu fólkini á gátt og geva henna at drekka ella leggja teppi omaná dýnuna. Tann álvarsliga sjúki maðurin hevur møguleika at vera verandi í heimligum umhvørvi saman við sínum nærmastu, tí møguleiki er fyri røktarfakligari hjálp á náttartíð. Ein eldri kvinna við minnisbreki, sum er á veg út í myrkri at leita eftir, í hennara hugaheimi, smáu børnum, fær annað at hugsa um og frið í sinnið, tí nú komu fólk á gátt og løgdu hana í hennara heitu song. Lagnusøgurnar eru nógvar. Kunnu vit veruliga bjóða okkara sjúku eldru, at hetta verður tikið frá teimum?

Náttartænastan hjá røktarstarvsfólkinum hevur ikki nógv ár á baki her á landi. Tað merkir tó ikki, at hon ikki hevur ovurstóran týdning. Sum neyðloysn er valt, at tað er møguligt at ringja hjá teimum, har tørvurin er størstur. Tað er tó sera ivasamt, um tey, sum hava størsta tørvin, eru før fyri hesum.
Ikki mugu tey mongu sambýlini kring landið heldur gloymast í hesum sambandi, tí hesi brúka eisini røktarfakligu hjálpina og kunnleikan, sum náttarvaktin veitir.

Mín umbøn er til tykkara, sum ráða og raðfesta. Eldraøkið er niðurpínt. Vit hvørki kunnu ella mugu venda blinda eyga til hendan veruleika.

Vár í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar