fór sólin at skína. Onkur fekk tað til, at hetta boðaði frá ljósari tíðum hjá KÍ, sum við 3-2 sigrinum á B36 legði seg tvey stig framum øll hini. Og í síðsta enda kann tað væl fara at vísa seg, at tey trý [...] stigini, sum vórðu vunnin móti B36 sunnudagin 20. juni, fara at vera kærkomin. KÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst á heimavølli móti B36 síðani í 1991. Ta ferðina hevði 3-0 sigurin sera nógv at siga, soleiðis [...] soleiðis at meistaraskapurin ikki endaði í B36, men í Klaksvík. Skerdir og framfýsnir B36 hevur nógv fólk at taka av, men sum dysturin leið var tað týðuligt, at fyri fyrsta floks spælarar er tað ikki lætt
ngin hevur tvinnar leiklutir, sum ongin annar partur kann taka frá henni. Annar er at vera við til at snodda vinnuligar møguleikar í tí, sum gongur fyri seg og hin er at ráðgeva politiska myndugleikanum [...] merkir hetta, at tann ítøkiligi persónurin, sum hevur við t.d. góðkenning av boriloyvum at gera, umframt at hugsa um og fremja málið sjálvt, eisini skal hugsa um vitanaryvirføring ? sum í sær sjálvum er [...] høpi. Møguleikarnir fyri at kollsigla eru mangir og møguleikarnir fyri at vinna eru fáir, men tað er áræði og vilji til at vera við í álopinum, sum skapar teir møguleikar, sum seinni skulu vísa seg ? við
nú eg havi lært, og hvussu eigi eg at bera meg at í eini støðu sum hesari, sigur Tønnis Wardum og heldur fram at greiða frá: - Øll fyrivarni máttu takast, so eg valdi at leggja mannin í hondjørn, men í tí [...] Áðrenn hetta hevði hann roynt seg sum feriuavloysara á politistøðini í Havn. At koma frá Danmark til Føroya at arbeiða sum politistur var ein kollvelting, serliga av tí at viðurskiftini í Føroyum eru so smá [...] næstan øll. Eg vil siga, at sum politistur í Føroyum tosar tú meira við fólk heldur enn fyrst at fara fram við penninum og útskriva bøtur, sigur Tønnis Wardum. Sjálvur heldur hann ikki, at júst tey smáu v
spurning um sjálvræði ella ikki. At vit partú skulu gera beint øvugt av tí sum okkara sameindu gera – bara fyri at “prógva” at vit hava egnan vilja. Summi vilja enntá vera við, at Danmark pr. definitión er okkara [...] uppføra okkum sum ein sameind tjóð. Tryggja, at Føroyar eru røttu megin søguna. Álit og ábyrgd Málið um at koyra ávís russisk skip á svartalista og soleiðis forða teimum í at koma í føroyskt sjóøki, snýr seg [...] eisini Danmark, gera vart við, at tað eru orsøkir til at svartlista russisk skip, eiga vit at gera tað. Ikki bara fyri okkara egnu skyld, men tí vit eru álítandi og taka ábyrgd sum ein partur av vesturheiminum
sosialistar vóru fólk, sum ?fornægter Gud og Kongen.? Omma var, sum vera man, púra ólukkulig. Eitt var, at hon var mamma at einasta sosialisti í bygdini, men at sonurin nú eisini var farin at nokta Gud og Kongin [...] soleiðis, at tað listarliga gekk í gjøgnum skúlan, sum ein reyður tráður og ikki bara hekk og darlaði uppi í onkrum øðrum, sum tað ger nú. Eg eri sannførdur um, at tað ber til, og at tað er rætt at skapa ein [...] dugi ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt at skriva síðu upp og síðu niður við reglugerðum fyri, hvat ein skúli skal, og hvussu vit eiga at bera okkum at í honum. Lærarar skulu tora at seta mørk og
orsøkin til at hann er farin í blekkhúsið er stóra útbyggingin, sum laksavirkið Bakkafrost hevur ætlanir um at fara undir á Bakka á Glyvrum í tíðini sum kemur. Hann byrjar greinina við at taka aftur í [...] eftir útbyggingina, sum fer at gera tað, at vistskipanin í fjørðinum ikki hórar undan. Nú eri eg hvørki lív- ella vistfrøðingur, men kortini átti hann, sum setir fram slíkar hypotesir, at komið við nágreiniligum [...] Midjord heldur ikki at missa náttarsvøvnin av hesum til “høvið” uppfunna trupulleika. Tað er frábært, at onkur dittar sær til at vera við í samfelgsins orðaskifti, kortini hevði tað sømt seg at eftirkannað u
Spiseguide, sum hvørt ár fortelur um bestu matstøðini í danska ríkinum. - Føroyski maturin er so fantastiskur, at eg ivist onga løtu í, at um fá ár fara tit at uppliva ferðafólk úr øllum heiminum koma at ferðast [...] , mugu føroyingar sjálvir tryggja, at kundagrundarlagið finst. Tað vil siga, ístaðin fyri at eta heima hvørt einasta kvøld alt árið, so kann mann velja at fara út at eta og fáa eina serliga uppliving, [...] hann borðreiðir við á matstovuni Koks er, at hesir rættirnir smakka heilt serstakt. - Tað, sum eyðkennir matin, sum Leif Sørensen ger úr føroyskum rávørum, er, at hann smakkar heilt ekstremt væl. Harafturat
gjørdar við Føroyum sum einum valdømi, at tað í teimum ikki verður lagt uppfyri, at valdømini eru so ymisk, og at valdømisvaldu tingmenninir eru so ymiskir í atkvøðuprísi, um tað ber til at siga tað soleiðis [...] teir eiga at fara fram. Fyrstu løtuna tykist tað sum um, at tað er fjáltur á, tá ið næmingarnir ringja, men tað er skjótt, at teir tykjast vera heilt rutineraðir, og tað sær næstan út sum, at teir ikki [...] kanningarnar sigast at vera tær størstu, sum nakrantíð eru gjørdar í Føroyum. Vit hava valt at gera so stóra kanning, tí at tað aftur og aftur verður sagt í viðmerkingum til smáu kanningarnar, sum verða gjørdar
dreymurin at gerast hermaður og fara upp í ein veruligan her. So var við Ólavi. Sum drongur dámdi honum væl at hyggja eftir krígsfilmum og at spæla kríggj saman við vinmonnum sínum á Eiði, uttan tó at nakar [...] - Fólk siga, at vit eru sum smádreingir, hóast altso okkara leikutoy eru rættiliga kostnaðarmikil, sigur hann við einum brosi. Irak ella Kosovo At vera við í danska herinum merkir samstundis at møguleiki [...] sína tíð. So nú fáa vit bara at síggja! Skjót ein fígginda Fyri Ólavur, og allar hinar á sama støði sum hann, er greitt, at møguleiki er fyri at teir verða sendir í kríggj fyri at verja ella fremja álop. Sjálvur
byrjaði hetta við at ein áhugabólkur fór undir at seta ætlanina út í kortið í 2002. Áhugabólkurin seldi so hugskotið til partafelagið fyri partabrøv og onkur fyri reiðan pening, meðan onkur ikki komdi sær [...] ætlan sær út til at fremsti vegakøni myndugleiki okkara, Landsverk, er koblaður burturúr, og tað er stórt spell. Kanska eiga vit at viðgera málið neyvari soleiðis at úrslitið verður sum frægast, um málið [...] um sum nú krevja hægst 60 promillu hall. Landsvegir hava sum kunnugt helst mest 80 promillur. 60 promillu hall tørvar jú munandi longri tunnlar. Eitt annað sum er merkisvert við verkætlanini er at ætlanin