Ólavur kann enda í Irak-krígnum

Hernaðarskylda er ikki galdandi í Føroyum. Men hetta forðar kortini ikki ungum føroyingum í at royna lívið innan danska herin. Ein av hesum er eiðismaðurin Ólavur Mørkøre.
- Mær dámar sera væl at vera í herinum, sigur Ólavur. Og tað sigur hann, hóast møguleiki er fyri at hann seinni í ár kann verða sendur heilt til ófriðarliga Irak.

- Nei, hetta ikki er nakað fyri mammudreingir. Slíkir mugu fyrst broyta hugburð, um teir yvirhøvur hugsa um at fara í herin.
- Her má ein bæði vilja og duga at taka ímóti ordrum - og so fylgja teimum!, sigur tann 21 ára gamli Ólavur.
Hann hevur júst verið heima í jólafrí, men er nú farin aftur til venjingarstað sítt innan herskylduna við danska býin Slagelse.
Heima hjá foreldrunum norðuri á Eiði situr Ólavur sáttliga og sigur frá nøkrum av tí, hann hevur upplivað ta stuttu tíðina í danska herinum.
Tað er týðiligt at hetta er nakað sum hann er áhugaður í. Samstundis er hann ikki órealistiskur um bæði vansar og vandar við eini slíkari tænastu.
Hetta munnu helst foreldur hansara vera samd í. Men fyri Ólavur er hetta ein uppliving.
- Eg vænti tó ikki, at eg verði verandi í herinum, sigur hann.

Hart lív
Allir smádreingir hava havt sínar dreingjadreymar um tað og tey brøgdini, teir ætlaðu sær at fremja sum vaksnir.
Onkrir hugsa um at fara uppí sløkkiliðið, gerast løgreglumenn, flogskiparar og annað. Fyri aðrar er dreymurin at gerast hermaður og fara upp í ein veruligan her. So var við Ólavi.
Sum drongur dámdi honum væl at hyggja eftir krígsfilmum og at spæla kríggj saman við vinmonnum sínum á Eiði, uttan tó at nakar teirra var púra krígsgalin. Hetta var bert spæl.
- Jú, hetta var bert spæl. Men eg hevði kortini ein áhuga í at kunna royna hetta í veruleikanum.
- Og eg var so heppin at sleppa inn sum værnapliktigur í danska herinum, greiður Ólavur frá.
Nú hann hevði fingið at vita um upptøkuna, byrjaðu hugsanirnar at koma fram fyri hann, hvussu henda tíðin í roynd og veru mundi fara at vera. Og hvussu tað var - og hvussu hart tað var! - tað fekk hann at sanna fyrsta dagin í venjingini.

Ikki vent sær
Sjálvur hevði hann hug at fáa størri persónliga disiplin. Og tað fingu hann og øll hini so sanniliga at sanna!
- Jú, tveir teir fyrstu dagarnir vóru heilt ótrúliga harðir. Tað var alt eitt øgiligt rok, skal eg siga tær.
- Sersjantarnir vóru í hølunum á okkum allan dagin - frá árla á morgni og heilt til vit tørnaðu inn kl. 23. Vit fingu ikki vent okkum fyri teimum, so sum teir koyrdu á okkum, minnist Ólavur aftaná hesa fyrstu tíðina í danska herinum.
Teir tørnaðu inn og sovnaðu við brestin, men sluppu bert at sova í nakrar fáar tímar, áðrenn teir skuldu upp aftur til dagsins uppgávur, roynslur og royndir.
- Tá hugsaði eg við mær sjálvum: Puha, hetta er hart. Man tað fara at verða soleiðis allatíðina?!, sigur Ólavur.
- Tað gjørdist tíbetur øðrvísi eftir hetta. Men hetta var í øllum førum ein sera hørð byrjan.

Dýrar leikur
Sum ein ungur og væl bygdur maður kundi Ólavur uttan ivast farið og lært innan eitthvørt handaligt ella bókligt fak, ella bara farið til skips. Men tað militera togaði kortini í hann.
- Eg hevði mín dreingjadreym, og eg ynskti bara at vita, hvussu militer-lívið er. Í dag kann eg bara staðfesta, at tað er í fínasta lagi.
Hetta lívið hevur nøkur felags eyðkenni við tað at vera til skips: Tú skalt fylgja boðunum frá skipara ella sersjanti; tú verður settur at røkja ávísar uppgávur og tú verður noyddur at bróta svøvn, tá á stendur.
- Men militer-lívið er bara so nógvar ferðir strævnari, sigur Ólavur.
Onkur var kanska langt síðani givin innan militerið, men Ólavur hevur sett sær sum mál at klára henda fyrsta partin, nú hann er farin á sesjón.
Hetta er ein áhugaverd tíð, har teir eru nógv úti í skógini, eisini um náttina. Teir læra at seta eina legu upp, og hvussu ein brúkar hesi ymisku vápnini.
- Fólk siga, at vit eru sum smádreingir, hóast altso okkara leikutoy eru rættiliga kostnaðarmikil, sigur hann við einum brosi.

Irak ella Kosovo
At vera við í danska herinum merkir samstundis at møguleiki er at verða sendur til krígsherjað øki.
Hetta veit Ólavur eisini av, og gongur soleiðis sum ætlanin er, kann væl henda at hann verður sendur allan vegin til Irak.
Ætlanin er, at teir seinni í ár skulu útstasjonerast her í seks mánaðir íalt. Men trupulleikin er, at mandatið hjá donsku herliðunum endar ein mánað áðrenn, teir skulu avstað. Tí er eitt sindur óvist, hvar Ólavur verður plaseraður.
- Hetta er eitt sindur keðiligt, tí ein veit ikki 100 prosent hvat vit skulu. Vit fáa líkasum ikki innstilla okkum rættiliga til ta komandi uppgávuna.
- Sum nú er, verða vit útlærdir sum um vit skulu til Irak. Men vit kunnu eins væl enda í Kosovo, um mandatið ikki verður endurnýggjað.
- Hinvegin so ger tað einki fyri útbúgvingina. Tað sum vit læra um Irak, kann fyri ein stóran part eisini brúkast aðrastaðni. So vit eru ikki fastlæstir fyri tað, sigur Ólavur.

Varandi starv
Hóast Ólavur nústani er komin inn í skipanina innan danska herin, er hann ikki vísur í, um hetta verður hansara lívsstarv.
- Eg hevði bara hug at royna hetta fyrst. Dámar mær tað, so taki eg kanska eitt skeið aftrat.
- Nei, eg vænti ikki at hetta verður nakað varandi starv fyri meg, sigur hann.
Í herinum hevur hann møguleika at taka ymiskar útbúgvingar, eins og umstøður eru til at hækka í tignarstigum.
Møguleikar eru millum annað at útbúgva seg um mekanikara ella taka leiðaraútbúgvingina. Men enn er Ólavur sum nevnt ikki vísur í, hvat hann fer at gera.
- Tað eru nógvir møguleikar, men alt hetta tekur sjálvandi sína tíð. So nú fáa vit bara at síggja!


Skjót ein fígginda
Fyri Ólavur, og allar hinar á sama støði sum hann, er greitt, at møguleiki er fyri at teir verða sendir í kríggj fyri at verja ella fremja álop.
Sjálvur sigur hann, at hetta er ikki nakað sum hann ynskir at gera. Men um ein kemur í eina slíka støðu, hvat ger ein so?!
- Ja sjálvandi. Verður ein noyddur at gera tað og skjóta ein annan, so kann ein ikki bara svíkja kammiratarnar.
- Teir kunnu jú doyggja, um tú ikki gert tína skyldu, sigur Ólavur álvarsamur.
Á kasernuni verður stórur dentur lagdur á undirvísingina í trygd og at teir til eina og hvørja tíð eru til reiðar. Sum Ólavur tekur til: - Ein skal helst sleppa undan at drepa. Er tað kortini neyðugt, so má ein vera klárur til tað!
Teir eru greiðir um, at nakrir danskir hermenn eru falnir í Irak-krígnum, og tá teir frætta um slíkt, nertir tað sjálvandi við hesar ungu hermanna-spírarnar.
- Jú, vit hugsa sjálvandi um tað. Tað er altíð keðiligt, tá slíkt hendir, men hetta er bara ein partur av arbeiðinum.
- Hinvegin, slíkt hendir tíbetur sjáldan, sigur Ólavur.