Føroyskar profitt-eindir í eini oljuvinnu á føroyskum øki


 

Signar P. Heinesen


Føroyar eru í eini oljuvinnu. Oljufeløg hava sett á stovn skrivstovu í landinum og tvey føroysk oljufeløg eru stovnsett. Mangir føroyingar virka í dag onkursvegna í einum oljuvinnuhøpi ? eisini heima á klettunum.

Hóast onkur skurr ljóða í hesum skiftismeldrinum, so eri eg í stórum og heilum heilt væl nøgdur við gongdina, havandi í huga tað vinnuliga sjónarmiðið. Føroyskar fyritøkur, føroyskar profitt-eindir undir føroyskari leiðslu og við privatum føroyskum høvuðskapitali eru farnar inn í oljuvinnuna, har tær sjálvar hava tikið inititiativ.

Føroyskar profitt-eindir, føroyskt initiativ og føroysk leiðsla var vinnuliga tann mest hótti parturin av eini møguligari oljuvinnu á føroyskum øki. Ein hóttan, sum kundi sett okkum ártíggju aftur í tíðina í okkara møguleika at framleiða virði til føroyska samfelagið, føroyska borgaran.

Men tað var eisini í føroyskum profitt-eindum, tann stóri møguleikin lá ? og liggur. Møguleikin fyri tí, sum vit ofta nevna »vitanaryvirføring«, »knowledge transfer« ella »spin-off-effektir« ? nógv føroysk og fremmand heiti eru fyri hesum veruleika.

Vandin av

Sum eg dugi at síggja tað, so er tann stórsti vandin av nú. Tá ið vit vóru á ráðstevnu um oljuvinnu í 1997 vóru vit væl ávegis í óførið. Onkrar hepnar politiskar avgerðir hesi seinastu tvey-trý árini hava bøtt um gongdina. Men høvuðsorsøkin til, at gongdin er vend, er eitt virkið vinnulív, sum hevur tikið initiativ og tók bardagan upp rættiliga tíðliga.

Onkur annar sær tað kanska øðrvísi. Men líta vit vestur um hav til Alaska, so kann ein síggja eina heilt aðra gongd. Hvussu nógvar vinnuliga frælsar profitt-eindir eru í tí statinum? Hvussu nógv oljufeløg hava hesi ríku fólkini? Hvussu eru evnini og møguleikarnir hjá teimum at tillaga seg t.d. eini kreppu í oljuvinnuni?

Í 1998 bjóðaðu nøkur oljufeløg nøkrum føroyingum yvir haðar at síggja ávirkanina frá eini oljuvinnu. Alaska hevur heilt aðra søgu enn Føroyar og hevði heilt aðrar uppgávur, sum skuldu loysast, tá ið oljuvinnan tók seg upp mitt í sjeytiárunum. Tí hevur tað einki við spurningin um, hvat alaskabúgvar áttu at gjørt ella ikki gjørt, men tað er ikki mítt ynski at síggja Føroyar ganga somu leið sum tey.

Við árligum olju-kekkum til hvønn einstakan, oljufíggjaðum partabrøvum í fyritøkum ? pseudofyritøkum - og umhvørvistiltøkum, sum meira tykjast vera lønarískoyti til tey, sum her búgva, enn verulig tiltøk til frama fyri reinum umhvørvi, er oljuvinnan við til at máa støðið undan vinnuligum framburði ? og harvið undan sjálvræðinum.

Vitanar-yvirføring - tann stóra avbjóðingin

Hóast tann mest týðandi vandin eftir míni meting nú er av, so er lítil orsøk til at leggja seg upp afturá og bíða, til gull-eplið endar í hondunum.

Virknar profitt-eindir og lokalt initiativ eru fortreytir fyri vinnuligari menning, men eingin menning uttan onkran fløskuháls, sum vinnast skal á. Tann truplasti fløskuhálsurin í sambandi við møguliga menning av modernaðari vinnu í einum oljuvinnuhøpi er tað, sum á fremmandum máli ofta verður nevnt »knowledge transfer« ? vitanaryvirføring. Á føroyskum vildu vit helst sagt um eina fyritøku, at hon tók vitan til sín.

Vitan er so mangt og vit kunnu siga, at ymisk vitan hevur ymiskt marknaðarvirði ? nú og nøkur ár fyri framman. Í sambandi við vitan, sum hevur eitt virði her og nú og nakað fram, eru serliga tvey tiltøk, sum eru áhugaverd í føroyskari oljuvinnu. Annað er, at vit hava tvey oljufeløg, sum við ymiskum arbeiðshættum eru við í sjálvari kjarnuni í oljuvinnuni. Hitt er, at útgerðarstøðin er á føroyskum hondum. Við hesum báðum tiltøkum eru føroyskar fyritøkur á »traditionella« marknaðinum tryggjaðar neyðuga vitan og førleika at verða veitarar á øllum vanligum marknaðum.

Tá ið talan er um vitan, sum hevur longri útlit og hevur størri inntøkur í væntu ? vitan innan modernaða vinnu ? er øðrvísi statt. Leivdir av gongdini frá nítiárunum eru enn við til at køva møguleikan, at oljuvinnan kann gerast lopfjøl til modernaða vinnu í Føroyum.

Eg ivist ikki í, at eisini hetta vil broytast og hyggja vit eini tvey-fýra ár fram í tíðina, so er oljuvinnan vorðin okkara møguleiki. Spurningurin er bert, hvør hevur verið við til at menna hesa leið, og hvør hevur lagt forðingar á gøtuna.

Oljuumsitingin

Løgtingið kann seta karmar og stinga út í kortið ? áleggja landsstýrinum at eisini hesin parturin av møguleikunum skal troytast. Uttan at kenna løgfrøðiligar snildir, so dugi eg tó illa at ímynda mær, at hetta kann gerast øðrvísi enn eitt ynski frá løgtinginum til umsitingina. Hvussu løgtingið kann eftirkanna, at umsitingin livur upp til hetta ynski dugi eg illa at ímynda mær.

Tað verður tí upp til oljuumsitingina sjálva at avgera, hvørt hon vil virka fyri, at Føroyar við oljuvinnuni gerast karmur um modernaða vinnu við góðum inntøkumøguleikum á einum vitanartungum marknaði.

Oljuumsitingin hevur tvinnar leiklutir, sum ongin annar partur kann taka frá henni. Annar er at vera við til at snodda vinnuligar møguleikar í tí, sum gongur fyri seg og hin er at ráðgeva politiska myndugleikanum á teim økjum, har føroyskir myndugleikar sjálvir skulu taka initiativ ? og harvið eisini seta pening av til tiltøk.

At snodda vinnuligar møguleikar ger oljufyrisitingin ikki einsamøll. Ítøkiligar fyritøkur við persónum aftanfyri, sum kunnu átaka sær part av uppgávuni, skulu til fyri at fáa hetta snoddið. Men fyritøkur einsamallar eru væl verri fyri at finna slíkar møguleikar, er oljuumsitingin ikki árvakin eisini. Oljuumsitingin situr eisini sjálv á nøkrum uppgávum, sum kunnu vísa seg at hava strategiskan áhuga.

Meginreglan hesi árini við eini oljuumsiting hevur verið, at oljuvinnan sjálv skal gjalda fyri umsitingina. Hetta er helst eins skilagott og so nógv annað. Vandin er, at tann sum skal gjalda, eisini hevur initiativið. Hevur eitt mál strategiskan áhuga, so mást tú vera við til at gjalda. Støðan hjá oljuumsitingini hevur við sær, at hon hevur veruligan møguleika fyri at ráðgeva politiska myndugleikanum ? ella øðrum pørtum av umsitingini ? um nær tað er skil í at seta pening av til tiltøk, sum eisini oljufeløgini eru partur av.

Tað trupla við uppgávuni at taka vitan til sín er, at hendan uppgávan skal loysast samstundis sum sjálv høvuðsuppgávan eisini skal loysast. Fyri oljuumsitingina merkir hetta, at tann ítøkiligi persónurin, sum hevur við t.d. góðkenning av boriloyvum at gera, umframt at hugsa um og fremja málið sjálvt, eisini skal hugsa um vitanaryvirføring ? sum í sær sjálvum er eitt rættiliga krevjandi handverk. Tað vit vita, ber ikki til at skilja hesar uppgávurnar frá hvørji aðrari.

Vinnuliga umsitingin

Tann gamla søgan hjá Storm P. um, at tað krevur góðan moral at selja elastik í meturmáli, er eisini galdandi í sambandi við vinnuligu umsitingina. Ein vinnulig umsiting, sum hevur ræðið á kapitali og stovnum/virkjum, sum skulu inn í eina kapping av nýggjum, hevur eina etiskt trupla uppgávu. Tað er so lætt at skapa »pseudokappingar« og »pseudofyritøkur«.

Men skulu vit hugsa um eina oljuvinnu sum lopfjøl til modernaða vinnu, so eru slíkar »pseudokappingar« verri enn monopol, tí samfelagið ger eina fatanarlygn, sum kann vera trupul at gjøgnumskoða. Í vinnuligari kapping og serliga í kapping á modernaðum vinnuligum mótum, er tann mest týðandi stakluturin spurningurin um, hvør vinnur í kappingini. Í pseudokappingini vinnur tann politiski kannustoyparin ? og hann hevur ikki stórvegis møguleikar í altjóða kappingini.

Hin trupli parturin í vinnuligu umsitingini í sambandi við modernaða vinnu, er samskiftið millum alment og privat. Vitan liggur í einstaklinginum, men vinnumøguleikar liggja úti á vinnuliga marknaðinum í privatum fyritøkum ? profitt-eindum. Hvat so við teimum, sum hava viðkomandi vitan og initiativ, men arbeiða í tí almenna? Og hvat við teimum virkjum, sum hava vitan og initiativ á viðkomandi vinnuøki, sum tó her á klettunum verður røkt alment? Hvussu er samskiftið millum profitt-eindirnar í menning, tað almenna og tey alment settu fólkini?

Skal vinnuumsitingin geva eitt íkast til menningina av modernaðari vinnu í sambandi við eina oljuvinnu, so hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum nógv at gera ? og hann hevur skund.

Profitt-eindin

Profitt-eindin við modernaðari vinnu í huga er sjálvur krumptappurin í spurninginum, um tað ber til at brúka møguleikan, sum oljuvinnan gevur í sambandi við vitanartunga vinnu við góðum inntøkumøguleikum uppá longri sikt.

Politiskur vilji og innlit, oljuumsiting, vinnuumsiting og mangt annað kann vera viðvirkandi, kann vera leiðbeinandi, hjálpandi ? ella leggur fót fyri. Men profitt-eindin, persónligt initiativ og innlit er tilfarið í einhvørji vinnuligari menning ? serliga í modernaðum høpi. Møguleikarnir fyri at kollsigla eru mangir og møguleikarnir fyri at vinna eru fáir, men tað er áræði og vilji til at vera við í álopinum, sum skapar teir møguleikar, sum seinni skulu vísa seg ? við ella uttan tey, sum vóru við í teimum fyrstu royndunum.

Tað er tí ábyrgdin hjá leiðsluni í tí einstøku fyritøkuni, at leggja ein hóskiligan part av orkuni í uppgávuna at vinna fram, har ongar gøtur eru slóðaðar. Traditionella vinnan, sum í síni natúr hevur umsetning í verandi vinnubygnaði, hevur her eina serliga ábyrgd ? og ein serligan møguleika.

Aftur til Alaska

Søgan um Alaska er søgan um gull og um armóð ? og um náttúrufólk. Alaska gjørdist statur í 1959, men eingin spurdi tey, sum høvdu sín uppruna har. Hesi fólk fingu ikki nøkur rættindi í marknaðarsamfelagnum fyrr enn við lógini um »Native Claims Settlement Act« frá 1971, tá ið oljuvinnan var á gáttini. Men tá fingu tey rættiliga nógvar pengar at arbeiða við. Og hava seinni mist nógvan pening og havt aðrar trupulleikar.

Eg veit ikki um tað ber til at samanbera við nakað tíðarskeið í føroyskari søgu, men ein hevur kanska hug til at vísa til tíðina eftir kríggið, tá ið føroyingar keyptu gamlar enskar trolarar. Sjálv royndin miseydnaðist og føroyingar mistu nógvan pening. Men royndirnar av at royna seg mistu tey ikki. Eingin kann siga hesi fólk ring fyri tað, sum ikki hepnaðist. Profitt-eindirnar mentust og longu í 60-árunum vóru vit við í fremsta rað í sambandi við flakavinnu. Men tað er heldur eingin orsøk til at gera júst hesar royndirnar umaftur.

Um profitt-eindirnar mentust í Alaska veit eg ikki, men upprunafólkið hevur fingið ávirkan á gongdina. Hetta var teirra uppgáva á hesum sinni. Men heldur ikki teirra royndir er nøkur orsøk til at gera umaftur her á landi. Tíðin er ein onnur, fólkið er eitt annað, landið er eitt annað og vit mega finna okkara leiðir at ganga.