Svimjisambandið hevur í eina tíð manglað hjálparfólk til døming í svimjikappingum, og saknur hevur eisini verið í yvirdómarum, síðani Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus góvust. Heimasíðan hjá Svimjisambandinum [...] skrivar, at nú er støðan er betur. Í samstarvi við danska svimjisambandið hava 30 hjálparfólk útbúgving, og um vikuskifti fingu føroyingar tríggir nýggjar yvirdómarar í svimjing. Yvirdómararnir eru Dan Mikkelsen [...] Mikkelsen og Elin Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.
eftir, so sigurin var ongantíð í vanda. Nú stendur seinni finaludysturin á skránni í Klaksvík, og so er spurningurin, um vágskvinnur eisini megna at geva Stjørnuni ein hvøkk í KÍ-høllini. [...] Í fyrsta finaludystinum fekk Stjørnan ein ordans hvøkk, tá tær vitjaðu hjá VB í Vági. Her vann VB ein tryggan sigur. Sjálvt um sigurin bert bleiv fýra mál, so førdu tær við átta málum, tá fimm minuttir
Um tvey tíðina í gjár var ein bilførari steðgaður og skuldsettur fyri rúsevnakoyring. Hetta var í Klaksvík. Og aftur í nátt var ein annar bilførari tikin, eisini í Norðoyggjum, sum eisini verður skuldsettur [...] Vakthavandi sigur, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at bilførarar koyra ávirkaðir av rúsevnum. Og í hesum døgum arbeiðir Løgtingið við einum lógaruppskotið frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni og løg
Í dag, 12. juli, kl. 15.00 giftast í Fríðrikskirkjuni Helena Hansen og Janus Trúgvason. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl.18.30. Í dag, 12. juli, kl. 16.00 giftast í Býráðshøllini í Klaksvík [...] Klaksvík Susan Jacobsen, Klaksvík, og David Hansen, Árnafirði. Veitsla verður fyri innbodnum í Skálanum. Í dag, 12. juli, kl. 11.00,giftast í Vágs Kirkju, Anna Borg Dahl og John Eystberg. Í dag, 12. juli [...] 14.00 giftast í Saron í Vestmanna Rannvá Margreta Poulsen, Vestmanna, og Jens Jón Matras-Olsen, Trongisvági. Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00 fyri innbodnum. Í dag, 12. juli
Ein býarmynd í Klaksvík hevur í næstum 30 ára føðingardag. Talan er um Roykstovuna, sum 1. mai fyllir 30. Norðlýsið skrivar, at núverandi eigarin, Sigurður Ottosen, tá hevur átt Roykstovuna í 30 ár. 1. mai [...] Dagurin verður sjálvandi hátíðarhildin, men kortini leygardagin 30. apríl. Tá vera ymisk tiltøk á skránni í Roykstovuni og frá klokkan 17 verður almenn móttøka.
Í dag hava sjey skipsatstøðingar tikið prógv á Sjónámi í Klaksvík. Av teimum tóku teir fimm eisini dugnaskaparprógv í sigling. Frá vinstru eru teir Torkil Thomsen, Boas Ó. Sørensen, Sveinur J. Carlsson [...] Sparikassa fyri besta avrik og Oddbjørn Jacobsen fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum
FC Suðuroy tapti í dag 2-1 móti KÍ í Klaksvík. Avgerandi málið í dystinum kom ikki fyrrenn í evstu løtu, tá Heðin á Lakjuni fekk skora fyri KÍ. Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy, segði eftir dystin, at
Gadus, sum fór nýggjan túr 7. juni, kom aftur á Klaksvík í dag klokkan 12.30. Teir hava 770 tons í flaki. Eftir nakrar dagar sigling byrjaði fiskiskapurin í norskum sjógvi eftir toski og hýsu. Men talan [...] talan hevur fyri tað mesta verið um smáligt fiskarí í mun til tað, sum hevur verið vanligt hjá flakatrolarunum hesi seinnu árini. Skipari hevur henda túrin verið Brandur Joensen. Orð og myndir: Dávur Winther
Listin hjá Norðoyar Javnaðarfelag til býráðsvalið í Klaksvík er nú liðugur Seks fólk eru á listanum, fýra menn og tvær kvinnur. Tey, sum stilla upp eru í bókstavarað: Petur Martin Hansen, Henry Johannesen [...] valevnunum eru býráðslimir, Jákup F. N. Mikkelsen og Signhild V. Johannesen, sum kom í býráðið, tá ið Eyðgunn Samuelsen fór í farloyvi.
Ætlanin var, at tingið í dag skuldi viðgera eitt uppskot um broytingar í revsilógini, sum snúgva se gum brotslig brotsverk. Hetta er eitt uppskot frá løgmanni, men hann er sjúkur í dag, so málið er tikið [...] av skrá. Tí er fyrsta uppskotið eitt frá Sambandsflokkinum um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Harumframt verða tveir spurningar svaraðir - annar um Glasir og hin um útbygging av grønari orku