Svimjisambandið hevur í eina tíð manglað hjálparfólk til døming í svimjikappingum, og saknur hevur eisini verið í yvirdómarum, síðani Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus góvust. Heimasíðan hjá Svimjisambandinum skrivar, at nú er støðan er betur. Í samstarvi við danska svimjisambandið hava 30 hjálparfólk útbúgving, og um vikuskifti fingu føroyingar tríggir nýggjar yvirdómarar í svimjing. Yvirdómararnir eru Dan Mikkelsen og Elin Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.










