Gadus inni við 770 tonsum av flaki

Gadus, sum fór nýggjan túr 7. juni, kom aftur á Klaksvík í dag klokkan 12.30.

Gadus, sum fór nýggjan túr 7. juni, kom aftur á Klaksvík í dag klokkan 12.30.

 

Teir hava 770 tons í flaki.

 

Eftir nakrar dagar sigling byrjaði fiskiskapurin í norskum sjógvi eftir toski og hýsu.

 

Men talan hevur fyri tað mesta verið um smáligt fiskarí í mun til tað, sum hevur verið vanligt hjá flakatrolarunum hesi seinnu árini.

 

Skipari hevur henda túrin verið Brandur Joensen.

 

Orð og myndir: Dávur Winther