VB fer eftir gullinum

Í fyrsta finaludystinum fekk Stjørnan ein ordans hvøkk, tá tær vitjaðu hjá VB í Vági. Her vann VB ein tryggan sigur. Sjálvt um sigurin bert bleiv fýra mál, so førdu tær við átta málum, tá fimm minuttir vóru eftir, so sigurin var ongantíð í vanda.

Nú stendur seinni finaludysturin á skránni í Klaksvík, og so er spurningurin, um vágskvinnur eisini megna at geva Stjørnuni ein hvøkk í KÍ-høllini.