skilt er hetta kanska ikki býttasta stað at byrja frágreiðingina um listamannin Mikines. Men eitt er at vera ævisøguliga hugaður og eitt annað er at konstruera eina sjálvsævisøgu, har lesarin er staddur [...] endurgivið í bókini. Lítið er at ivast í, at tað er Mentze, sum er tann mest umráðandi keldan hjá Aðalsteinn Ingólfsson í áðurnevnda formæli, ið er grundað á frágreiðing hjá Mikines um deyða faðirins. Eisini [...] Bókin er innbundin, svørt, monumental og serstakliga vøkur í stórum kvadratiskum formati. Valið av fremstu kápumyndini, sum er ein av teimum friðsælu og ljósu myndunum av Mykinesbygd frá 1950, er heldur
bingja er ein bingja er ein bingja... Tey tvey monumentalu verkini, ið hanga í Klingruni, staðfesta minst tvey ting, harav annað er, at Tróndur Patursson er ein av okkara bestu listafólkum. Hitt er, at tey [...] Framsýningin er so ljós og so leikandi løtt, at áskoðarin eina løtu gloymir árstíðina og at hetta er Heystframsýningin, sum uttan iva er nógv tann besta av felagsframsýningunum av føroyskari myndlist í [...] nógv burtur úr fyri at liva upp til ætlanina hjá Heystframsýningini um at sýna fram tað besta vit eiga av føroyskari list. Hetta er eitt nú galdandi fyri Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Marius Olsen og Bjarna
at kravið um at "lóg er lóg og lóg skal haldast" valdast hvønn og hvat málið snýr seg um. Søgan um "Jógvan S" lýsir so væl sum nakað politisku skipanina í Føroyum. Eitt áhugavert í hesum máli er, at tjó [...] eins. Um hetta ikki verður gjørt kann ivi vera um, hvørt tað veruliga er rættvísiskensla sum liggur aftanfyri. Síðan verandi samgonga tók við í 1998 er hent tað, at alt sum eitur fyrisitingarlóg er sett [...] Føroyum hava eina andstøðu, sum fullkomiliga er farin í "sjálvbodna likvidatión", og sum er so steindeyð sum um hon var gassað í sjónleikarhúsinum í Moskva. Nú hevur ein kunnað sæð rættarbrot eftir rættarbrot
viðurkennir Guds livandi og fullkomna orð, um okkara høgt elskaða Harra og Frelsara, Jesus Kristus! Orð Guds er einasti skrivaði sannleikin, ið er til. Orðið er ikki stovna av ymsum falstrúarbólkum, ið eru [...] Umframt Hásongin, er orð Guds fult av veldiga ríkum tekstum, ið snúgva seg um bæði endaligar og ævigar sannleikar. Guddómlig heitir sum tað “alraheilagasta” og “Himmal himnanna” eru dømir um andaligt innihald [...] leingi høvdu bíða eftir. Ápostlarnir váttað við egnum orðum, at søgan um Jesus er sonn og álítandi. Vitnisburðurin hjá ápostlunum er umfatandi og umfatar millum annað: (1) At moyggin Maria bleiv við barn
Nýggja Testamenti er tað góða lívið frammarlaga, sum orðini um liljurnar á markini eru eitt av mongum dømum um. Eitt tað mest týðandi hugtakið í klassiskari grikskari heimspeki er tað, grikkar róptu [...] spyr nú kanska: Hvar er tað guddómliga í øllum hesum? Svarið er eftir mínum tykki kanska treytað av, hvar tann einstaki stendur í trúarspurningum. Men fyri mongum menniskjum um allan knøttin er tað [...] meira breitt, fatar bæði um førleikan í einum starvi ella í ítróttum og um tað moralskt rætta og rættvísa lívið. Platon hevur halgað hesum hugtaki ein heilan dialog, Menon, sum er eitt orðaskifti millum
Sjálvt um hon sigur søguna um Jesus, og talar um komandi tíðir. Sjálvt um skriftin bæði hyggur aftur í tíðina og lítur frameftir, - so er tað tó altíð talan um tíðina nú og dagin í dag. --- Tað er ein lítil [...] talan er um andalig viðurskifti leita vit eftir einum hóskandi høvi. Skriftin er greið í hesum máli, og tosar um dagin í dag. Dagurin ígjár er farin, morgindagurin er ikki komin, - men í dag er Harrin [...] ævigt her niðri á jørðini, og neyðugt er at sova. Náðitíðin fevnir yvir bæði likamliga vøku og svøvn. Men náðitíðin er meira enn vøka og svøvnur. Talan er heldur um, hvussu vit liva teir tímarnar vit vakja
Soleiðis orðaði hann seg í hesum sambandi. Nú er tað upp til okkara at fara væl um hesa gávu, vit hava fingið við Listasavninum á Sandi. Lívið er stutt og listin er long. Harra borgarstjóri, fari at heilsa [...] tí er listasavn hansara sera áhugavert og spennandi. Tað, vit síggja av list her í dag, er á leið helvtin av tí, ið einaferð verður, tá alt er savnað. Umframt at vera eitt einastandandi savn, so er tað [...] fara at tosa við hjartað og heilan á sandoyingum. Hugaligt er, at nakað eisini er av bæði Williami Heinesen, Kristini í Geil og Ruth Smith. Nú er lagamanni hjá teimum, ið vilja granska føroyska list, og
? Hetta er undir alt lágmark. Hendan lemjandi dóm hevur Føroya Handverksmeistarafelag nú felt yvir leiðsluna í partafelagnum Vágatunlinum. Tað er í sambandi við, at arbeiðið uppá vegirnar til undirsjó [...] Meistararnir gera samstundis greitt, at teir framvegis ætla sær at kanna, um alt er rætt farið fram. Og koma teir eftir, at okkurt er at finnast at, fara teir helst at taka málið upp aftur. Og í eini formligari [...] Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð um at gera arbeiðið. Vágatunnilin sigur, at útfrá eini heildarmeting er tað tilboðið hjá J&K Petersen, sum gagnar Vágatunlinum best. Eitt nú sigur Vágatunnilin, at J&K Petersen
hugsavna seg 100% um læru hjá næmingunum.” Bæði sonn og vís orð, men her manglar ein heil dimensjón. Tí hvør tosar um leiklutin hjá foreldrunum? Tá ið tosað verður um samveru, læru og børn, so er samveran hjá [...] og onnur vaksin. Tí er nevniliga viðkomandi at spyrja, um samfelagið í komandi tíð fer at krevja, at lærarar eisini átaka sær foreldraleiklutin. Almustafa og børnini Hugstoytt er, um hetta verður veruleiki [...] Mads Hermansen, heldur, at lærutíð saman við næmingunum er avgerandi fyri, hvat teir læra, men sjálvandi bara um tíðin verður nýtt við skili. Og hvat er so tað? Til tað sigur Jane Findahl, forkvinna í “Børne-
Tónleikurin hjá Korsakov er merktur av russiskum traditión-um t. d. úr russiskum kirkju-tónleiki. Læruríkt er hjá okkum vesturlendingum at seta okkum inn í hesa páskaoverturu, sum er runnin upp í russiskari [...] løtuna er solisturin heims-kendi cellospælarin Lynn Harrell. Føddur i New York og hevur nógvar altjóða viðurkenningar við spæli sínum víða um. Derigenturin er Yuri Temirkanov, sum t. d. eisini er gesta [...] til seksti ára føðingardag i Ny tann 22. okt. Hetta var ikki hissini. Men satt er tað. Hann er heimsborgari og hevur reist um tann víða heim, so hann helt, tað var einki løgið í tí, at so skuldi verða. Í