fótbólt uttandura hevur ikki verið av tí besta í dag og í kvøld, men hetta ávirkaði tó ikki stuttleikan í venjingini hjá U11-dreingjunum í AB. Tá tað illa bar til at spæla fótbólt í kavanum, so fóru dreingirnir
Olafi Johannesen í einum av høvuðsleiklutunum, at Danmarks Radio fer undir upptøkurnar til næstu partarnar av sendirøðini Forbrydelsen. Tað skrivar Dimmalætting. Olaf Johannesen kann ikki siga fyri blaðnum [...] blaðnum, um hann skal spæla drápsmaðurin. Slíkar smálutir vil Danmarks Radio ikki kunngera enn. Nýggja røðin verður væntandi við 10 pørtum, har Olaf Johannesen eigur virknan leiklut.
Norrøna skuldi koma á Havnina kl. 5:00 í morgun, men kom ikki inn, tí tað var so nógvur vindur. Norrøna liggur í Nólsoyarfirði og bíðar eftir betri líkindum. Vindurin minkar um middagin. Hvar Norrøna fer [...] fer, um tað verður á Havnina ella Kollafjørð, vita vit ikki enn. Eftir ætlan skal Norrøna fara til Ísland kl. 14:00 í dag.
tók politiið í Havn tveir menn, sum sigldu fullir í einum gummibáti út fyri Sandagerði. Hetta fáa teir bót fyri. Í sjólógini er einki promillumark. Lógin sigur bara, at fólk, sum føra bát, ikki mugu vera [...] vera so ávirkað, at tey ikki eru før fyri at sigla. Í hesum førinum var promillan høg, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Heini O. heinesen, sum ikki slapp á uppstillingarlistan hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, hevur ikki givið skarvin yvir. Norðoyatingmaðurin er nú í uppskoti at koma á listan í Suðurstreymi. Tað skrivar Kringvarpið [...] Kringvarpið. Valfelagið hjá Tjóðveldi í høvuðsstaðnum hevði fyrsta uppstillingarfundin í gjár, og Heini O. Heinesen varð skotin upp sum valevni. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag kann seta 15 valevni á upp
Men tað hjálpir ikki sjúklingum, sum ikki eru førir fyri sjálvir at geva samtykki til útgreining og viðgerð. Tað sigur norski rærttarpsykiatarin, Randi Rosenqvist, skriva norsku miðlarnir NRK og Aftenposten [...] Aftenposten. Útsøgnin kemur, eftir at ein maður mikudagin drap fimm fólk í norska býnum Kongsberg og særdi trý. Myndugleikarnir eru í ferð við eina størri rættarpsykiatriska kanning av manninum.
koronu á Tvøroyri í kvøld - ikki í morgin. Hetta upplýsir av Stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum. Vegna vánaligu veðurforsagnirnar í morgin, verður kannað fyri koronu á Tvøroyri í kvøld kl. 18 til [...] til 20. Kannað verður ikki sum ætlað í morgin, tí væntast kann, at Smyril avlýsir túrar í morgin. Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi av Landssjúkrahúsinum.
Fyri einari løtu síðani rendu tveir bilar frontalt saman í Norðoyatunlinum. Ferðslan er steðgað upp, soleiðis at bilar ikki sleppa ígjøgnum. Sum vit skilja frá politinum, so virkar tað til at vera nokkso [...] alvorligt, og fólk hava fingið skaða. Politiið og sjúkrabilar eru farnir á staðið. Meira vita tey ikki á politistøðini, men arbeitt verður við tí.
átta árum síðan, vóru føroyingar ikki sinnaðir at gjalda avgjald til grunnin, og tí kundu føroyskar verkætlanir ikki verða stuðlaðar. Men 1. januar 2008 verður Føroyar limur í grunninum, og tí er støðan broytt
pensjónistar á ein virðiligan hátt? Vit hava ikki ráð at koyra hitan frá, bæði tí at oljan er dýr, og so hattar dýra oljuavgjaldið. Av tí at pensjónin ikki røkkur til, hava vit tørv á at oljugjaldið verður