Kanna verður fyri koronu á Tvøroyri í kvøld - ikki í morgin.
Hetta upplýsir av Stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum.
Vegna vánaligu veðurforsagnirnar í morgin, verður kannað fyri koronu á Tvøroyri í kvøld kl. 18 til 20. Kannað verður ikki sum ætlað í morgin, tí væntast kann, at Smyril avlýsir túrar í morgin.
Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi av Landssjúkrahúsinum.