Nevndin fyri grunnin, hevur gjørt av, at føroyskar verkætlanir kunna verða stuðlaðar av grunninum. Tá Føroyar gjørdist partur av Danske Spil fyri átta árum síðan, vóru føroyingar ikki sinnaðir at gjalda avgjald til grunnin, og tí kundu føroyskar verkætlanir ikki verða stuðlaðar. Men 1. januar 2008 verður Føroyar limur í grunninum, og tí er støðan broytt.










