Finnast at norskari psykiatri eftir álop í Kongsberg

Psykiatriin í Noreg hevur ov leingi verið merkt av tí hugburði, at tvingsil er ringt, og at alt skal gerast sjálvboðið.

Ein maður drap fimm og særd trý fólk í Kongsberg mikudagin, tá hann skeyt eftir teimum við boga og píli

Men tað hjálpir ikki sjúklingum, sum ikki eru førir fyri sjálvir at geva samtykki til útgreining og viðgerð.

 

Tað sigur norski rærttarpsykiatarin, Randi Rosenqvist, skriva norsku miðlarnir NRK og Aftenposten.

 

Útsøgnin kemur, eftir at ein maður mikudagin drap fimm fólk í norska býnum Kongsberg og særdi trý.

 

Myndugleikarnir eru í ferð við eina størri rættarpsykiatriska kanning av manninum.

 

 

 

Ein maður drap fimm og særd trý fólk í Kongsberg mikudagin, tá hann skeyt eftir teimum við boga og píli