frá talara og áhoyrarum, sum sótu við opnum hjørtum og tóku ímóti tí gleðiboðskapinum, sum hann hevði at bera fram. Eftir at lovsangurin hevði ljóðað í høllini eina løtu, kom Rodney á pallin, og byrjaði talu [...] maður er kvikur á pallin, og honum á baki koma tríggir aðrir. Men einki konufólk tykist hava nóg stórt dirvi til hetta sama. Tað gongur ein lítil løta, so fer ein ung genta á føtur, og fá sekund seinni fer [...] signing sína yvir hesi seks fólkini og fór síðani undir talu sína. Hesaferð um hendingina, tá Jesus mettaði eina stóra mannfjøld við breyðum og fiskum. - Í roynd og veru var hetta bert ein lítil matpakki
sambondum, m. a. hava Heiðrikkur og Sámal virkað ymiskt til fyri Grímu. Teir siga víðari, at dagarnir, har teir gjørdu hvørt ting fyri ein og hvønn, sum kom og spurdi, eru taldir, og teir leggja seg heldur eftir [...] frítt at fara og koma sum teimum lystir. Tey hava øll trý sum vera man stóran áhuga fyri list, og ynskja øll at kunna fáast við list burturav einaferð í framtíðini. Til hetta krevst útbúgving, og tey ætla sær [...] í fleiri ár, og tað skerst ikki burtur, at tey hesa tíðina hava broytt seg, og tað siga øll við ein munn, at tey so sanniliga hava lært nakað av at hava uppihildið sær í Heinesenshúsi, og útviklingurin
»Voldens omfang og karakter på Færøerne«, og snýr hon seg eisini um hetta evnið. Anna varð í vár liðug við juridisku útbúgving sína, har hon eisini hevur fingist rættuliga nógv við kriminologi, og hóast hetta [...] meira av onkrum øðrum, og tað er sjálvandi eisini rætt. Við dansihøli Meginparturin av tí harðskapi, sum er millum ung í Føroyum, fer fram í ella uttanfyri dansihøli av ymsum slag, og so at siga allur harðskapur [...] orsøkirnar og slag av harðskapi ikki eru tey somu, sum talan er um í Danmark. Í Danmark er tað í hvørjum fjórða føri talan um harðskap við peningaligum ella materiellum vinningi fyri eyga, og hetta slag
upplýsa børn og ung um ferðsluvandar við ymsum upplýsandi átøkum, men vísir eisini á týdningin av at foreldur eisini gera sítt. - Sjálvur eigi eg børn, sum fara at koma í handan aldurin, og eg royni at [...] við trimum vinmonnum, har teir skuldu tjalda. - Vit skuldu bara hugna okkum, grilla og drekka eina øl ella tvær. Og vit høvdu tað eisini ógvuliga hugnaligt, minnist Fríði. Nakað út á kvøldið kom ein annar [...] ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið, og tað hevði hvørjaferð spælt væl av, greiðir Fríði frá. Á túrinum til Skopunar hevði bilurin alt ov nógva ferð, og beint norðan fyri Hálsavøtnini við Sjúrðarmýru
summarferiuna og eg veit ikki, um eg orki tveir dagar aftrat til arbeiðis. Kenni meg so móða og tømda fyri orku. Eg havi nógva ábyrgd á arbeiðsplássinum og trívist væl, men arbeiðið fyllur ov nógv, og eg havi [...] Vit kenna kotur, innihald og vinfólk teirra, og kunnu sostatt fylgja við í teirra Facebook-lívið. Sjálv tími eg ikki at hava barnavinir á Facebook, tí tey skulu ikki lesa og síggja alt, sum eg leggi út [...] myndir út, skriva hvørjum øðrum brøv og heilsanir. Spæla smá spøl og hyggja eftir filmsbrotum. Hetta er, eftir míni bestu sannføring, ein partur av modernaða dannilsinum og ein fyrireiking til eina framtíð
konu og børn. Umframt hetta hevur hann tikið fitt av myndum frá tíðarskeiðinum, hann skrivar um, og eru tær eisini í bókini Í hesi bók er fyrst og fremst tilfar, sum hevur verið í FF-blaðnum og í Miðvikuni [...] kent. Hvør var Petur Alberg? Petur var sonur Betti og Djóna Isaksen. Tey áttu fýra børn: Kristin, Poul, Petur og Anna (Ziska). Serliga eru tað Kristin og Petur, sum vit minnast í dag. Kristin varð kendur [...] Petur var meira hógligur og nýtti sínar gávur á meira friðarligum økjum sum til dømis at gera løg. Hann var eisini sera virkin í Ungmannafelagnum í Havn fyrst í hini øldini og ikki minst í blaðnum Baldursbrá
tey fyrstu tonsini av Gøtuvík, og tey seinnu úr Miðvági. Alt hetta virksemið á sjógvi og landi hevur verið til gagns fyri inntøkurnar hjá kommununi. Hesar vóru í roynd og veru heldur størri enn mett varð [...] nýttar til byggibúning, 400.000 krónur til ymisk arbeiðir við dagstovnin Alvalon og 750.000 krónur til vegir og amboð, eins og 300.000 krónur fara til at seta upp eitt reinsiverk til vatnið í Gásadali. Sjóhiti [...] Virksemið innan hesa vinnuna sæst væl á bryggjuni, har eftirspurningurin eftir vørum og tænastum avspeglast í prísi og nøgd. Eitt dømi um hetta er fiskiskapurin eftir upsa, sum hevur verið stak vánaligur
fleiri, sigur Jákup N. Olsen og heldur fram: - Eitt nú kunnu vit gera meira av at viðgera sjúklingarnar ambulant, vit skulu verða skjótari at finna og staðfesta diagnosuna, og so skal viðgerðin sum heild [...] boðskapin fram, og tað er ikki heilt lætt. - Fólk eru í ein ávísan mun blivin immun fyri øllum teimum ávaringunum og fyribyrgjandi boðskapunum, sum tey dagliga fáa, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at tað [...] staðfestir Jákup N. Olsen. Orsøkirnar til negativu gongdina eru fleiri, men fyrst og fremst liva norðurlendingar longur og harafturat er lívsstílurin eisini broyttur. - Í gomlum døgum vóru tað bara menn
var til viðgerðar í Føroya Rætti og klokkan 9.15 í morgun kom so løtan, har dómurin skuldi fellast og tað sostatt skuldi staðfestast um hann var sekur ella ósekur. Og tað var týðiligt, at tað hevur staðið [...] tað rapar og tað loysist upp fyri frustratiónunum, vónbrotunum og kanska óttanum við. Jenis av Rana varð ákærdur fyri at hava forsømt sína fráboðanarskyldu til barnaverndina, eftir at ein ung genta skuldi [...] yvirhøvur og tað hevur verið ein ómetalig styrki og tað eri eg ómetaliga glaður fyri. - Men hetta kundi eisini kostað mær mín løgtingsess, tí tað var um reppið, at eg fall á valinum í januar og tað er væl
til 3 dagar, og einki varð gjørt fyri at hjálpa henni: bløðingarnar skuldu steðga av sær sjálvum. Fostrið varð lagt í eina eskju og grivið í kirkjugarðinum ella í bønum. Konjak, brennivín og altarvín hava [...] tarm av seyði, fiski, umframt tarm og bløðru av kópi. Hinvegin er ivasamt, um nakrar plantur hava vaksið í Føroyum, sum hava verið nóg sterkar til at fordríva fostrið. Og krotulæknavirksemi hevur neyvan verið [...] lata vera, eiga vit at kenna møguligar avleiðingar av, at sáð møtir eggi. Tí er neyðugt, at øll ung fáa góða og tíðarhóskandi seksualundirvísing, tó at slík undirvísing ikki altíð er nokk. Sambært læknaligari