Nógv fólk var møtt upp í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá Altjóða Skrivstovan mánakvøldið helt kunningarfund um útbúgvingarmøguleikar í Danmark og USA. Holger Arnbjerg samskipari av tiltakinum sigur, at bæði Altjóða Skrivstovan og tey sum hildu framløgu vóru sera væl nøgd við tiltakið
Fundurin var ein av fýra kunningarfundum, sum vórðu hildnir mánadagin og týsdagin. Hinir tríggir fundirnir vórðu hildnir á stóru miðnámsskúlunum. Á fundinum á Miðlahúsinum var sostatt eisini møguleiki hjá teimum, sum ikki eru á miðnámsútbúgving í løtuni at luttakað.
Á fundinum vóru framløgur við Jakob Lange, lestrarstjóra á Københavns Universitet og leiðara á samskipaðu tilmeldingini til danskar lestrarstovnar, av Hedvig Thomsen úr Danmark-Amerika Fondet/Fulbright Kommissionen, Malan Ludvíg fyri MFS, Jógvan Mørkøre fyri Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum, Bjarki Meitel, ið hevur lisið tónleik á Berklee College of Music í Boston USA og Maggie Marr frá Shetland College.
Lestur er eitt fulltíðarstarv
Jakob Lange legði fyri, og greiddi frá um hvør mannagongdin er, tá man søkir inn á skúla í Danmark. Hann heitti á fólk um at kanna tingini væl, lesa eitt sindur um útbúgvingina, soleiðis at man ikki gavst aftur beinanvegin.
Hann segði eisini, at man skuldi gera sær greitt, at tað at lesa er eitt fulltíðarstarv. Skal man fáa nóg nógv burtur úr, so er ikki ráðiligt at arbeiða við síðuna av, í øllum førum ikki fyrstu tíðina. Tá man so fær sær eitt starv við síðuna av, skal hetta helst vera eitt starv, ið er viðkomandi fyri lesturin. Hetta gevur samstundis arbeiðsroyndir, og betrar møguleikarnar fyri at fáa eitt starv aftan á loknan lestur.
Lange tosaði somuleiðis um týdningin av at luttaka í lestrarumhvørvinum.Tað er týðandi at fáa sær nakrar lestrarvinir, ið man kann gera skúlating saman við, og annars bara tosa við um tey ivamál, ið stinga seg upp.
Tær nýtist ikki at brenna fyri tí
Malan Ludvíg, ið lesur pedaogik á Universitetinum í Keypmannahavn umboðaði MFS, og hon tosaði um tað at fara frá miðnámsútbúgving til hægri lestur. Hon segði, at hon hevði nýtt sabbatárini, at fáa sær nakrar royndir innan ymiskt øki. Hon var á háskúla og hevði ymisk størv, sum hjálptu henni at velja lestur.
Jakob Lange segði, at eitt sabbat ár er fínt, tvey eru ok, men so er um at koma í gongd aftur. Tí eldri man gerst truplari er at læra, og longri tíð man er burturi úr útbúgvingarskipanini, meira gloymir man.
Hann helt ikki, at tað er neyðugt, at man brennir fullkomiliga fyri útbúgvingini, áðrenn man velur hana. Tað kann koma, tá man var farin í gongd. Týdningarmkið er at koma í gongd. Tí við eini útbúgving veksur sambært Lange møguleikin fyri einum góðum lívi.
Upptøkan er ein samráðing
Hedvig Thomsen úr Danmark-Amerika Fondet/Fulbright Kommissionen og Bjarki Meitel BA í tónleiki av Berklee College of Music í Boston tosaðu um útbúgvingar í USA. Nógv varð tosað um munirnir í útbúgvingarskipanunum í USA og um okkara leiðir. Eitt nú er upptøkan á hægri skúlar í USA, nakað ið mest líkist samráðing. Tú skalt skriva eitt persónligt umsóknarbræv, fáa viðmælir frá lærarum og onkuntíð fara upp til nakrar upptøkuroyndir. Harumframt skalt tú vanliga lata nógvar rættuliga persónligar upplýsingar.
Ein annar munur er, at ein BA útbúgving vanliga tekur fýra ár í USA í mun til trý ár í Evropa. Eisini varð tosa um teir góðu stuðulsmøguleikarnar, ið eru. Bjarki Meitel greiddi frá hvussu væl stuðulin hjálpti, og at hann ikki hevði kunnað tikið útbúgvingina, um hann ikki hevði fingið hendan stuðul.
At lesa í egnum grannalagi
Jógvan Mørkøre greiddi frá um møguleikarnar at lesa samfelagsligan lestur á Fróðskaparsetrinum og vísti á hendan møguleika at fáa sær útbúgving í Føroyum.
Maggie Marr úr Shetland College var í Føroyum og heldur eina framløgu á fundinum um handaligt arbeiðið í Norðurlandahúsinum mikudagin. Hon luttók tí eisini á fundinum í Miðlahúsinum, har hon greiddi frá um Hetland sum lestrarland. Hon vísti á góða sjóvegis sambandið millum Føroyar og Hetland, og undraðist á at eingin føroyingur lesur í Hetlandi.
Hon umboðaði skapandi útbúgvingarnar á Shetland College, men greiddi frá at tilber at lesa innan nógv onnur øki eisini. M.a. bjóða tey eina fyrireikandi útbúgving til lestur á universitetum í Bretlandi. Her fær tann lesandi neyðugu fakligheitina, innan júst tað økið, ið viðkomandi ætlar sær at lesa.
Holger Arnbjerg vísir á, at hann heldur tað verða eitt sindur løgið, at so fáa fólk lesa í londum sum Hetlandi og Íslandi, sum liggja so tætt Føroyum. Tað lesa umleið líka nógvir føroyingar í Avstralia og New Zealandi sum tað gera í Íslandi, og hetta er hugvekjandi.
Nógvir spurningar
Tey, ið høvdu lagt fram, býttu seg síðan upp, og til bar at práta við tey, hetta høvið nýttu nógv av teimum, ið vóru á fundinum og spurnigarnir vóru nógvir og ymiskir. Holger Arnbjerg sigur, at hugurin var nógv størri at spyrja í Miðlahúsinum enn á miðnámsskúlunum, men heldur hetta vera rættuliga sjálvsagt, tí her er talan um sjálvboðna luttøku.
Væl nøgdir fyriskiparar
Holger Arnbjerg sigur, at Altjóða skrivstovan er væl nøgd við øll fýra tiltøkini. Tey vóna, at tiltøkini hava sett tankar í gongd í høvdunum á teimum ungu. Tí tað er ongantíð ov tíðliga, at hugsa um víðari lestur. Hann vísir á at hægri raðfesting av útbúgving er eitt mál sum er uppi í øllum heiminum, og at tað er orsakað av hesum, at man er farin undir at rekruttera ung á hendan hátt.
Hann heldur ikki, at ynskini hjá Landstýrinum um at skapa eitt granskingarumhvørvi eru høvuðsendamálið við hesum tiltaki. Men eingin ivi er um, at fara fleiri undir lestur, so eru sannlíkindi fyri at fleiri føroyingar fáa PHD størri. Høvuðsendamálið er, at fáa fleiri føroyingar at lesa, og at spreiða lesturin út á nógvar útbúgvingar í nógvum londum.
Næsta tiltak av hesum slagi verður í november. Tá verða tað umboð úr Noregi og Bretlandi sum halda framløgur.