segði, at í 1996 vóru 20% av teimum uppstillaðu kvinnur, og í ár 2000 var talið 30%. - Ikki er endaliga greitt, hvussu býtið verður í uppstillingini í ár, men býtið á listunum í Havn, Klaksvík, Vági, Tvøroyri [...] slagi kring landið, nú kommunuval er í hondum. - Soleiðis fekk eg áheitan úr Havn um at taka stig til hendan fundin, segði Jansy, sum sat í bygdaráðnum í Nes kommunu í átta ár. Fundurin á Glyvrum varð annars [...] at Sólja í Ólavstovu, ið starvast sum deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur havt eitt boð upp á henda spurningin, nevniliga hví tað er so "farligt", at kvinnur ikki í sama mun sum menn eru við í avgerðunum
Frá í dag til sunnudagin verða átta hálvfinalur spældar í steypakappingini í hondbólti. Hjá kvinnunum eru tveir greiðir favorittar at koma í finaluna, meðan tað er stór kapping um at sleppa í steypafinaluna [...] møguleiki fyri at koma í steypafinaluna. Tað stóð eitt sindur á, eftir at hava vunnið fyrsta dystin móti StÍF, fyri síðani at næstan tapa fyri Stjørnuni í 19-19 javnleikinum í Vági. VB er víðari, men ikki [...] stendur kanska eftir við best møguligu kortunum, fyri at koma í finaluna. Neistin og H71 spæla í hinar hálvfinaluni, meðan VÍF við sigri í Hoyvík í seinasta dystinum skal møta einum óstøðugum Kyndilsliði. Úrslit:
galdandi. Brennandi áhugin fyri hondbólti hevur gjørt, at hann í nógv ár hevur verið aktivur sum venjari og annað í Neistanum, og í fyrst í 90?unum var hann millum teirra, sum settu sær fyri, at nú skuldi [...] Leisturin er skeivur Í løtuni hevur Kári tó ein fyribils steðg í sínum arbeiði í HSF, men hetta forðar tó ikki fyri, at royndi maðurin hevur eina hugsan um tað, sum fyri ferst á landsliðspallinum í løtuni, og her [...] skúlaðir í elituhondbólti, helst frá 14-ára aldri. - Partvíst varð hetta mál eisini nátt. Í 2000 høvdu vit besta árið í so máta. Tá kulmineraði alt arbeiði við at A-landsliðini eisini komu í altjóða dyst
sundur í smærri einmannavaldømi, so høvdu vit í vallógini tryggjað øllum pørtum av landinum eina rættvísa umboðan. Sjálvandi skuldu markini millum valdømini flytast í tann mun broytingar fóru fram í fólkatalinum [...] tær stóru bygdirnar fingu síni umboð. Valið í Vági gjørdist ikki ein dystur við Tvøroyri um at fáa menninar í Suðuroynni, tí tann spurningur var avgjørdur í vallógini. Tað vágbingar skuldu taka støðu til [...] ur, sum hevði sama endamál sum Tjóðveldisflokkurin í Føroyum: Frælsi og demokrati. Eg setti meg í samband við skrivara floksins, ein kona sum búði í Peel á vesturstrondini, haðani hon var ættað. Maðurin
KFUK Bíbliufundur er í KFUK í kvøld kl. 19.30 v/ Magnus Simonsen. Opið hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn undir 13 ár kl. 17-21. Ung yvir 13 ár inntil kl. 01. Limafundur er í KFUK sunnudagin kl. 15 [...] Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur í Havn Fundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn [...] hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Samkoma hvønn hósdag frá kl. 20.00. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag
fram, og alt endaði í einum látri, greiðir Jógvan Gerðalíð frá. Nógv ferðsla Hóast Jógvan er gamal í garð, bæði í aldri og sum bilførari, metir hann seg kortini at vera tryggur í ferðsluni, hóast hann [...] einum brosi. Koyrdi áðrenn Hevði tað verið í 2010, var neyvan nakar ivi um, at Jógvan hevði staðið við koyrikortinum í hondinum, sama dag sum hann fylti 18. Í 1937 var støðan tó øðrvísi, tá tann 22 ára [...] at lesa í áðrenn. Koyrilærari tá var danin Fjerbæk-Pedersen, og tað var hann sum man tók koyrikortið hjá tá í tíðini. Sovítt Jógvan minnist, átti hann ikki bil sjálvur, men lænti ein hjá Frits í Króki
Nógv vatn er runnið í á síðan Jógvan Waagstein kom út í tún at ganga Norðuri í Vági. Hann menti seg væl bæði í barnaárum, ungdómsárum og mandómsárum í list - málningalist og tónalist. Hetta var burður [...] sýntist hetta at vera nyttuleyst at fáast við tónleik og mála. Í dag kann verða sagt, at hann hevur givið mongum ríka løtur bæði í tónleiki og í málningalist - frøtt og glett fólk flest. Klaksvíkingar tóku [...] varð í kirkjuna at lurta eftir Klaksvíkskórinum og eini klaverkvartet, sum spældi tónleik av Waagstein, ið Pauli í Sandagerði hevði lagt til rættis fyri klaver, fiól, viola og cello. Kvøldmáltíð í Harrans
saman við millum annað Jacob Kehlet, sum í dag dømir í Superliguni, ið er besta deildin í Danmark. Eftir fýra árum í Danmark, stendur Peturi Reinert í boðið at koma víðari, men hann tekur avgerð um at flyta [...] verið dómari í áleið 20 ár. Hann ásannar tó, at tá hann er í iva, so er lættast at geva fyrimun til liðið, sum er í verju støðu. – Sjálvandi leggja spælarar trýst á okkum, men eg eri fullvísir í, at allir [...] er byrjað í lívinum hjá leirvíkinginum. Kundi dømt í Superliguni Tað er ein ágrýtin dómari, sum um aldarskiftið flytur til Lemvig í Danmark at lesa. Við bringuni fremst meldar Petur seg inn í Holsterbro
við 29. august. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur í Havn: Vaskaríið kl. 17.00 [...] og felagshøli felagsins er í Bringsnagøtu 10, Tórshavn. Postadressan er: P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf. og fax 313016. Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Fyrsta leygardag hvønn [...] nátturði »Potluck« kl. 18.30. Opið hvørt fríggjakvøld: Samkoma kl. 20.00. Bahá?í samfelagið í Tórshavn Føroyingarfelagið í Aalborg Lille Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 Húsið er opið soleiðis: Fríggjadag:
við Olgu Nielsen av Vatnsoyrum 1903Fer í starv í handlinum Úti í Klaksvík hjá Jørgen Bech & Sønner, har J. C Djurhuus Faktorin nevndur, var leiðari Á handilsskúla í Keypmannahavn 1909Gerst leiðari av úthandlinum [...] síðani var Klaksvíkin Norðuri í Vági, sum tað kallaðist bert ein lítil bygd, meðan Viðareiði, har prestur eisini helt til, tá var mest týðandi plássið í Norðoyggjum. Søgan um hesa broyting frá lítlari [...] hansara samtíð. Kjølbro um Kjølbro Jóannes heldur í løtuni frí saman við familjuni í Føroyum og nýtir sum vera man eisini høvið at fylla onkur glopp í vaksandi tilfarinum um abban. Familjan hevur heilt