Klubbi fór í søguna fyri nøkrum árum síðani, tóku menn seg saman og leigaðu biljardborðið. Teir fingu innivist á loftinum, har uppboðssølan helt til. Tei ognaðu sær eitt borð afturat og fyri góðum ári síðani [...] síðani leigaðu teir seg inn í nøkur handilshøli, men nú hevur Vágs Biljardfelag keypt ein bygning, saman við Bridgefelagnum í Vági. Tá felagið flutti í handilsbygningin, vóru um 20 limir í felagnum. Í dag [...] eini 100 limir í felagnum, sigur formaður felagsins, Magni Augustinussen. Bygningin fingu feløgini fyri 230.000 krónur. Talan er um eini hús, ið m.a. áður hava hýst timburhandli. Húsini eru 26 metrar lang
grundgevingarnar hjá meirilutanum í trivnaðarnevndini fyri at vera ímóti uppskotinum um broytingar í dagpeningaskipanini vera alt ov vánligar. Men hon heldur seg vita, hví uppskotið ikki kemur ígjøgnum. Eftir [...] eyguni upp fyri, at Tjóðveldisflokkurin als ikki er arbeiðaranna vinur, men bert hevur eittans endamál, og tað er at fáa fullveldi. Ingeborg Vinther veit ikki, hvat kann gerast, nú útlitini fyri at fáa dagpening [...] dagpening frá fyrsta sjúkradegi eru smá. Men hon sigur seg kunna staðfesta órættvísi í samfelagnum, og vísir hon á, at onnur fakfeløg í landinum - eisini hjá alment løntum - veita henni fullan stuðul.
gerast bulurin á tí liði, sum aftur fer at royna seg í bestu deildini. Enn er seinasta hond ikki løgd á hópin fyri komandi ár, men TB arbeiðir hart fyri at leingja við fleiri av berandi kreftunum frá farna [...] uttan iva fara at fáa ein lyklaleiklut komandi kappingarár. Hóast tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at klára seg uttan útlendskan styrk, serliga hjá einum felag í Suðuroynni, so er tað felagsins
árini fyri Føroyar, heldur Johan Dahl. Hann heldur, at tað er í so lætt farið um, at kalla seg ein liberalan flokk, tá man í tveimum samgonguumførum velur reyðar loysnir. – Kanska hugsa tey seg eyka væl [...] Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann vísir á, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við upp á at lækka ríkisveitingina við eini upphædd, sum Framsókn hevði sett sær fyri. Tað skrivar Johan Dahl
ólavsøku møguleika at taka FM heitið fyri nøsini á Sílinum, sum undan ólavsøkuróðrinum var tvey stig undan Títlingi. Allir tríggir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag løgdu seg beinanvegin framum hinar bátarnar [...] Sílið vann seg eina bátslongd framum, og á málinum var fjarstøðan millum tveir teir fremstu bátarnar hálvonnur bátslongd. Harvið hevur Sílið vunnið tvey FM heiti í dag – í barnaróðrinum fyri gentur og í [...] í kappingini fyri gentur 14 – 15 ára gamlar. ##med2##
gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Rasmus hevur verið ein stórur profilur í føroysku kappingini í nógv ár, og er hann júst komin fyri seg aftur eftir skaða. Hann sigur, at hann gleðir seg at byrja at [...] at danski bakkurin skal gera mun í Kollafirði. Hann skal eisini venja tey ungu. - Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Rasmus eisini venja ungdómslið í felagnum, skrivar felagið. Rasmus Søby er 38
trúgva upp á, at tú hevur týdning fyri onnur, og at onnur hava týdning fyri teg. Men, sjálvgleði er eitt ókvæmisorð, sjálvt um tað at vera nøgdur við seg sjálvan er neyðugt fyri at kunna møta øðrum við opnum [...] rættiliga stór fyri, at vit altíð vilja kenna okkum miseydnað og einsamøll. - Hetta er nóg ringt í sær sjálvum, men enn verri er, at vandi tá eisini er fyri, at vit ikki gerast før fyri at taka ímóti vinarlagi [...] hjá dananum, Lars J. Sørensen, kom út hin 20. august í 2018, og hon snýr seg í stuttum um menniskjans lívslanga ”hjúnarband” við seg sjálvi - um at vera menniskja og finna heim til sín sjálvs og um viðurskiftini
flokki, ið báðir kenna seg forfjónaðar, tó av ymiskum orsøkum. Hesir hava sett sær fyri at nýta alla sína orku at sáa iva um landsins leiðslu, herundir egnan formann, Føroya Løgmann. Fyri okkum, ið hyggja frá [...] øðingurin kennir seg útifrystan av sínum egnu, tí hansara hugsunarháttur ikki vinnur neyðugan frama. Er tað kanska persónliga eginleika hansara at samtarva, ið bilar, tá brúk er fyri hesum? Fáu mánaðirnir [...] ikki vinnur frama. Somu menn, ið talaðu fyri einum valdømi, so avgerðirnar skuldu tæna heildini, royna nú at taka broddin av landsins leiðslu, tá hesir leggja seg eftir at sigla samfelagið ígjøgnum eina
nýggja kappingarárinum. Sannlíkið er størst fyri, at Finnur Justinussen verður ikki førur fyri at spæla um sjey vikur, men tað valdast um, hvussu tað tekur seg upp við skaðanum. Týsdagin í síðtu viku spældi [...] av júst sama skaða, sum Finnur nú er plágaður av. Tá gekk tað skjótt fyri seg at fáa gipsið av, og Símun Petur var fyrri førur fyri at spæla, enn tað varð roknað við. -Eg vóni, at tað verður soleiðis hjá [...] Lindbom. Hevur tosað við Lars Finnur Justinussen hevur ikki dult fyri, at hann var sera fegin um, at tað nú eydnaðist honum at fáa høvi at royna seg sum fulltíðar yrkisspælara, og honum hevur dámað hetta lívið
Leygardagin var tíðin hjá Klaksvíkingi 1.11 sekund betri, enn hon var hjá Eysturoyingi fyri tíggju árum síðani. Fyri tíggju árum síðani var Eysturoyingur eitt ára gamal. Leygardagin róðu eysturoyingar í [...] Teir smáu marginalirnir hava stóran týdning, og ofta eru tað teir, sum eru avgerandi fyri, hvussu úrslitini laga seg. Soleiðis hevur tað ofta verið í kappróðri, og soleiðis hevur tað verið í kappingini [...] frammanfyri Ormin Langa. Sannlíkið fyri, at bæði Ormurin Langi og Eysturoyingur í senn vístu lakari avrik, enn teir hava víst hinar ferðirnar, man vera minni, enn tað er fyri, at Klaksvíkingur hesa ferð róði