Sambandsflokkurin vildi lækka blokkin úr Danmark

– Tá sagt verður, at ríkisveitingin forkom samráðingunum millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, so er tað beinleiðis ósatt. Tað sigur løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. Jóhan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin sigur, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við upp á at lækka ríkisveitingina við eini upphædd, sum Framsókn hevði sett sær fyri

Orðini eigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann vísir á, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við upp á at lækka ríkisveitingina við eini upphædd, sum Framsókn hevði sett sær fyri. Tað skrivar Johan Dahl á Facebook.

Í valstríðnum hevur Ruth Vang víst á, at eitt gott boð hevði verið at lækkað ríkisveitingina 25 milliónir um árið, men um hetta er talið, sum var á borðinum í samráðingunum, vita vit tó ikki.

Johan Dahl heldur fram:

–Spurningurin ein situr eftir við er, hvørt tað var Javnaðarflokkurin ella Framsókn –ella kanska báðir – sum ikki fóru til samráðingarnar við viljanum til eina BCF samgongu.

– Hetta kundi verið besta samgonga seinastu mongu árini fyri Føroyar, heldur Johan Dahl.

Hann heldur, at tað er í so lætt farið um, at kalla seg ein liberalan flokk, tá man í tveimum samgonguumførum velur reyðar loysnir.

– Kanska hugsa tey seg eyka væl um, áðrenn blekkið verður sett á samgonguskjalið, skrivar Johan Dahl.

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. Jóhan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin sigur, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við upp á at lækka ríkisveitingina við eini upphædd, sum Framsókn hevði sett sær fyri