Feløg taka seg saman um nýggj høli

Vágs Biljardfelag og Bridgefelagið hava í felag keypt hús, ið nú skulu innrættast til felagshøli

Tá Vágs Klubbi fór í søguna fyri nøkrum árum síðani, tóku menn seg saman og leigaðu biljardborðið. Teir fingu innivist á loftinum, har uppboðssølan helt til. Tei ognaðu sær eitt borð afturat og fyri góðum ári síðani leigaðu teir seg inn í nøkur handilshøli, men nú hevur Vágs Biljardfelag keypt ein bygning, saman við Bridgefelagnum í Vági.

Tá felagið flutti í handilsbygningin, vóru um 20 limir í felagnum. Í dag eru eini 100 limir í felagnum, sigur formaður felagsins, Magni Augustinussen.

Bygningin fingu feløgini fyri 230.000 krónur. Talan er um eini hús, ið m.a. áður hava hýst timburhandli. Húsini eru 26 metrar lang og 7 metarar breið.

Farið verður nú undir at innrætta. Ætlanin er at hava leysar veggir, so hølini kunnu nýtast til annað, enn bert biljard og kortspæl.

Vágs Biljardfelag hevði 3 lið við í kappingini í fjør, men væntar at hava fleiri lið við í ár. Magni Augustinussen er formaður í felagnum, Niclas Ludvík er næstformaður og Egil Steintórsson er kassameistari.