Rasmus Søby til KÍF

Kollfirðingar hava tryggjað sær ein av størstu profilunum í føroyskum hondbólti seinnu árini

Mynd: (KÍF)

Kollfirðingar hava tryggjað sær ein av størstu profilunum í føroyskum hondbólti seinnu árini. KÍF boðar á Facebook frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Rasmus Søby.

 

- Vit eru sera fegin um at kunngera, at KÍF og Rasmus hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Rasmus hevur verið ein stórur profilur í føroysku kappingini í nógv ár, og er hann júst komin fyri seg aftur eftir skaða. Hann sigur, at hann gleðir seg at byrja at spæla ordiligt aftur, og vit eru fegin um, at hann hevur valt KÍF, skrivar felagið.

 

Rasmus Søby hevur seinnu árini spælt við Neistanum, har hann hevur verið ein sannur profilur. Tað verður ikki bara sum spælari, at danski bakkurin skal gera mun í Kollafirði. Hann skal eisini venja tey ungu.

 

- Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Rasmus eisini venja ungdómslið í felagnum, skrivar felagið.

 

Rasmus Søby er 38 ára gamal og hevur spælt við Neistanum síðani 2017.

 

Mynd: (KÍF)