tey ungu grót og fløskur eftir løgregluni. Endin var, at 27 ung vórðu handtikin. Tann 17 ára gamla gentan sigur við blaðið Expressen, at tað er ikki hon, sum hevur lagt myndirnar út á netið. Myndugleikarnir [...] og øðrum niðurlátandi lýsingum. Tey ungu vildu vera við, at tað var ein 17 ára gomul genta, sum hevði lagt myndirnar út, og at gentan var inni í skúlanum. Tey royndu at sleppa inn á skúlan, og tá løgreglan [...] at avlýsa skúlagongdina. Men tað er ikki bara í Gøteborg, at tað prutlar undir lokinum. Svenskir fjølmiðlar siga, at eisini aðrastaðni í landinum verður fylgt við, um myndir av ungum gentum koma út á netið
eina grind út fyri Trongisvágsfjørð, og hon legði beinini. - Tað var í teimum tíðum, vit fingu frið at drepa grind. Men tað fáa vit ikki longur, tí nú fáa vit -um ikki harraboð, so eini vinarliga áheitan- [...] støðuna, almennu myndugleikarnir í Føroyum, hava til Sea Shepherd. Tað var í 1923 at fyrsta stevnan var á Tvøroyri, og tá hevði grind ikki verið á Tvøroyri síðani 1874, ella í heili 49 ár. Men menn sunnan av [...] - Eg skilji ikki, at vit ikki kunnu vísa Sea Shepherd durafjórðingin. Herferðin hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi, fekk titt av umrøðu, tá ið Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, setti jóansøkuna
høvuðsstaðin, skal hon ikki eisini ruddast fyri kava? Henda spurning hava fólk sett sær sjálvum, og ein lesari okkara var sera ónøgdur við umstøðurnar á Hvítanesvegnum. - Vegurin er als ikki ruddaður fyri kava [...] at hann var meiri enn heppin, at hann ikki koyrdi út fyri ein bil, sum koyrdi ?gpymdur? aftanfyri kavarúgvuna. - Eg hugdi omaneftir Ringvegnum og sá at tað var pláss at koyra. Men tá bilurin var farin á [...] grivið har. - Tað er rætt, at tað kann gerast vandamikið um bilførararnir ikki eru ógvuliga ansnir, sigur vakthavandi. - Tí er tað heldur ikki rætt, at tað liggur ógrivið so leingi, leggur hann afturat
løta á konsertini. Og so heitti hann á fjøldina um at stuðla honum í sanginum Allmost There. Har syngur nevniliga unnusta hansara við, men hon var ikki til staðar. Og so tók fjøldin uttan hóvasták og sang [...] gjørdist til meira og meira. Brian McFadden var á pallinum. Lagið Irish Son blandaði seg spakuliga við skiftandi sirm og regn og stóru áhoyrarafjøldina. Men ljóðið var ikki gott fyrstu løtuna og gjørdist ongantíð [...] standa ósagt, men tað var McFadden, ið bar framførsluna. Eitt lag kom so, ið nokk nevndist Out of the Game. Nógv nýtt tilfar var á skránni og tað stuttliga er, at stílurin var ein annar, enn ein hevði hugsað
ferðavinnumarknaðinum, men kemur tað ikki nú, so kemur tað ongantíð. Og óansæð um tað kemur ella ikki, so er reklaman, sum vit nú hava fingið, somikið stór, at hon als ikki kann gerast upp í pengum. [...] á flogvøllinum í Hannover, og tá var spurningurin sjálvsagt, hvussu nógv málið hjá Føroyum ella úrslitið sum heild, var vert fyri ferðavinnuna. - Tað ber slettis ikki til at gera hetta upp í pengum. Áhugin [...] yvirhøvur hevur talan verið um serstakliga positiva umrøðu. Tað er lýsingarvirði, sum als ikki kann gerast upp í pengum, og eftir dagin í dag er áhugin bara øktur. - Eg skal ikki standa og siga, at hetta
eini starvsstovu. Og tað er als ikki vandamikið at eta neytakjøt, hóast sjúkan er ávíst í Europa. Soleiðis smittar hon ikki, sigur landsdjóralæknin. Munn- og kleyvsjúka er ein virussjúka, sum rakar kríatur [...] Danmark. Tá var sjúkan staðfest í Eysturtýsklandi og kom stutt eftir til Danmarkar. Eingin flutningur hevði tá verið í millum londini, og tí varð hildið, at smittan var borin við vindi um Eystrasalt. Hjá [...] Djórasjúka Munn- og kleyvsjúka rakar ikki menniskju, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Tað hava verið onkur einstøk dømi, sigur hann, men tá hevur talan verið um fólk, sum dyrkaðu bakteriurnar á eini
til eitt slíkt sleip er, at vindmegin má ikki fara upp um vindmegi seks eftir tí gamla skalanum. Tað eru 14 metrar um sekundið eftir tí nýggja skalanum. Tað er ikki nógvur vindur hesa árstíðina og hesar seinastu [...] til nýggju sandoyarferjuna kemur ikki til Føroyar í dag, sum ætlað. Nei, tað tykist sum um tað er ongin endi á trupulleikunum hjá nýggju Sandoyarferjuni. Fyrst varð hon seinkað av polsku skipasmiðjuni í [...] til vildar, skuldi hon koma á Skála í dag. Á Skála skipasmiðju høvdu tey gjørt seg til reiðar at bróta upp um armar og at seta øll segl til fyri at fáa hana lidna. Og 5. mars næsta ár var dagurin, sum sk
Eg ætlaði mær ikki aftur í blekkhúsið hvat viðvíkur hesum máli, men tá ið Annfinn Brekkstein reingir veruleikan fyri borgarunum, verði eg noydd at koma við eini viðmerking. Málið um lýsingarátakið [...] Fortreytin fyri at gera samanberingar er at talan eisini er um sambæriligheit. Eitt er at kommunan nú er nógv størri í vavi, enn hon var áður. Nýggjar bygdir og býlingar eru lagst afturat, og tí [...] iðslan av hesari bilettinntøku var somikið stór, at nettoinntøkan tódnaði munandi. Hetta verða míni síðstu orð til Annfinn um hetta málið. Men góði Annfinn, sjálvt um vit eru politiskt ósamd, fari eg
tilboðsgevaran um brúnna um Sandá, at borgarstjórin revsaði undirritaðu við at tveita meg úr bygginevndini fyri brúnna. Hann fabrikeraði sjálvandi onkra forkláring til høvið, men veruliga orsøkin var hon, at eg [...] skriva hesi orðini alment: “So verður hon tikin í nýtslu, okkara prýðiliga brúgv um Sandá. Eitt arbeiði, ið eg sum forkvinna í teknisku nevnd var við at seta í gongd fyri fýra árum síðani, er nú komið á mál [...] ; og tey fáu óseku orðini, eg skrivaði, og um, hvar hundurin hjá Heðini Mortensen veruliga liggur grivin. Hann veit væl og virðiliga, at brúgvin um Sandá var eitt av mínum hjartamálum. Sum forkvinna í
útreiðslurnar. Hetta kundi oddagreinskrivarin fingið at vita, um hann ella hon frammanundan spurdi seg fyri um tað, ætlanin var at skriva um. [...] satt at siga ikki at koma í hug um nakran, sum skuldi verið betur skikkað enn hon til nevndararbeiðið í eini vísindaligari siðsemisnevnd. Lagt verður eftir Onnu-Lenu fyri trúarlív hennara. Hon gongur regluliga [...] eina áheitan um at vera skotin upp sum limur í vísindaligu siðsemisnevndini. Hon er væl lærd, hevur drúgvar royndir og dugir sera væl at arbeiða við siðsemiligum spurningum, sum nógv dømi eru um, og duga vit