Skrokkurin til nýggju sandoyarferjuna kemur ikki til Føroyar í dag, sum ætlað.
Nei, tað tykist sum um tað er ongin endi á trupulleikunum hjá nýggju Sandoyarferjuni.
Fyrst varð hon seinkað av polsku skipasmiðjuni í fleiri, fleiri vikur, men í dag skuldi skrokkurin so loksins koma til Føroyar.
Men tað verður av ongum og enn er óvist, nær hann kemur.
Annars fór skrokkurin úr Póllandi seinnapartin leygardagin og varð veðrið til vildar, skuldi hon koma á Skála í dag. Á Skála skipasmiðju høvdu tey gjørt seg til reiðar at bróta upp um armar og at seta øll segl til fyri at fáa hana lidna. Og 5. mars næsta ár var dagurin, sum skipasmiðjan hevði lovað at ferjan skuldi vera liðug og kundi latast Strandferðsluni.
Ringt veður
Men nú er tað greitt, at ferjan er seinkað einaferð enn.
Thormund Johannesen á Skipasmiðjuni sigur, at veðrið at sleipa skrokkin heim hevur ikki verið til vildar.
Teir fyrstu dagarnar gekk sleipið annars væl og fyrsta samdøgurið hildu teir eina ferð uppá 7,7 míl.Tað er hampiliga gott, tí tá ið tað gongur heilt gott, kann ikki roknast við, at ferðin fer upp um átta míl.
Men tað gekk ikki longur enn til Skagen í Danmark, har hann nú liggur og bíðar eftir líkindum.
Skrokkurin kom til Skagen í Danmark týsdagin, og har hevur hann ligið líka síðani við sama lag og bíða eftir veðri.
Men veðurforsagnirnar benda ikki á, at tað verður fyrsta dagin, at skrokkurin kemur til landið.
Thormund Johannesen sigur, at tað verða rættiliga strong krøv sett til sleip av hesum slagnum.
-Tað er Norsk Veritas, sum stendur fyri sleipinum og sum sostatt eisini setir krøv til veðrið, sigur Thormund Johannesen.
Hann sigur, at kravið til eitt slíkt sleip er, at vindmegin má ikki fara upp um vindmegi seks eftir tí gamla skalanum. Tað eru 14 metrar um sekundið eftir tí nýggja skalanum.
Tað er ikki nógvur vindur hesa árstíðina og hesar seinastu dagarnar hevur tað verið meiri vindur enn tað, og so er onki at gera uttan at leggja seg at bíða til tað batnar.
Ferðin til Føroya er býtt sundur í legg og tað verður tikið eitt legg í senn.
- Næsta leggið gongur úr Skagen upp til Lindesnes í Noregi. Síðani gongur leiðin til Hetlands og seinasta leggið er so strekkið úr Hetlandi til Føroyar.
- Men áðrenn farið verður undir eitt legg, krevst, at veðurforsøgnin boðar frá minni vindi enn 14 metrum um sekundið í tvær ferðir so langa tíð, sum leggið er mett at taka.
Thormund Johannesen veit ikki enn, um hetta fer at føra við sær, at dagurin, tá ið ferjan skuldi latast Strandferðsluni, aftur verður útsettur.
Tað veldst sjálvandi um, hvussu leingi skrokkurin kemur at liggja veðurfastur, sigur hann.