Ófarlig fyri fólk

Munn- og kleyvsjúkan, sum í løtuni gongur í Bretlandi, er ikki vandamikil fyri fólk, sigur landsdjóralæknin

 

Djórasjúka

Munn- og kleyvsjúka rakar ikki menniskju, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Tað hava verið onkur einstøk dømi, sigur hann, men tá hevur talan verið um fólk, sum dyrkaðu bakteriurnar á eini starvsstovu.

Og tað er als ikki vandamikið at eta neytakjøt, hóast sjúkan er ávíst í Europa. Soleiðis smittar hon ikki, sigur landsdjóralæknin.

Munn- og kleyvsjúka er ein virussjúka, sum rakar kríatur. Neyt, seyð og svín er tað vanliga. Eisini kunnu eitt nú ross fáa sjúkuna.

Tað sjúka kríatúrið fer at sleva og verður sárføtt, greiðir landsdjóralæknin frá. Og er talan um mjólkineyt, sleppast tey. Sleppa kríatúrini at liva, verða tey vanliga frísk aftur eftir nøkrum vikum, sigur Bjørn Harlou.

Tað, sum ger, at fólk ræðast sjúkuna so illa, er í stóran mun fíggjarligi missurin av, at kýrnar verða sleptar.

Men landsdjóralæknin sigur, at tað sjálvandi skal ansast sera væl eftir, at vit ikki fáa sjúkuna hendanveg. Smittan verður borin á ymsan hátt. Eitt er, at fólk og kríatúr ferðast í millum øki, og kunnu soleiðis bera smittuna. Ein annar møguleiki er, at smittan verður borin við vindi.

Tað er hent einaferð í Danmark. Tá var sjúkan staðfest í Eysturtýsklandi og kom stutt eftir til Danmarkar. Eingin flutningur hevði tá verið í millum londini, og tí varð hildið, at smittan var borin við vindi um Eystrasalt.

Hjá okkum skuldi tann vandin verið rættiliga lítil sum er, sigur landsdjóralæknin. Hann metir, at tað skal ein rættiliur stormur til at bera smittuna úr syðra parti av Englandi til Føroya.

Annars hava vit fullkomið innflutningsbann sum er, til nýggju ES reglurnar eru setta í gildi í Føroyum. Og eisini tá, kunnu vit seta bann fyri innflutningi av kríatúrum, kjøti og kjøtúrdráttum, um illgruni um er smittu.

Men sum er, er útflutningsbann úr Bretlandi, og bretar taka støðuna rættiliga álvarsliga. Teirra eftirlit og tiltøk eru so mikið strong, sigur Bjørn Harlov, landssjóralækni, at hann metir ikki reellan vanda vera á ferð í Føroyum í løtuni.