Óforsvarligt at grava upp í rúgvur

Fólk seta spurnartekin við kavaruddingina í høvuðsstaðnum. Høvuðsinnkoyringin til høvuðsstaðin er als ikki rudda fyri kava. Og tí eru djúp frostspor í vegnum, sum lættliga kunnu geva bilførarunum álvarsligar trupulleikar

Nógvi kavin, sum kom niður um vikuskiftið hevur givið kavaruddingini í høvuðsstaðnum trupuleikar. Prioriteringin sigur, at teir fyrst rudda har Bussleiðin koyrir, og ikki fyrr enn tað er gjørt verða aðrir vegir ruddaðir.

Men hvussu við størstu innkoyring til høvuðsstaðin, skal hon ikki eisini ruddast fyri kava? Henda spurning hava fólk sett sær sjálvum, og ein lesari okkara var sera ónøgdur við umstøðurnar á Hvítanesvegnum.

- Vegurin er als ikki ruddaður fyri kava, og tað ger at hann er vandamikil at koyra eftir. Djúpar foyrur eru har, sum bilarnir hava koyrt, og nú kavin er frystur so mikið sum hann er, so kann tað gerast vandamikið, um ein bilførari ikki er nóg ansin tá hann kemur inn á hatta strekkið.

Sosialurin hevur vent sær til løgregluna við spurninginum, og har sigur vakthavandi, at tað er óheppið, at eingin hevur grivið har.

- Tað er rætt, at tað kann gerast vandamikið um bilførararnir ikki eru ógvuliga ansnir, sigur vakthavandi.

- Tí er tað heldur ikki rætt, at tað liggur ógrivið so leingi, leggur hann afturat.

Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur ábrygdina av kavaruddingini á Hvítanesvegnum og av skrivstovu teirra fáa vit at vita, at orsøkin til at kavin ikki er ruddaður er, at teir eiga onga maskinu, sum passar til júst hatta arbeiði.

Er tað ikki eitt sindur óumhugsað tá tað eru tit sjálvir, sum hava gjørt hatta vegastrekkið?

- Nei, tað haldi eg ikki. Tað verður ikki júst hugsað um kavan, tá ein á sumri situr og projekterar eitt vegastrekkið, vóru boðini frá Landsverksfrøðingsskrivstovuni.

Tað skal tó leggjast afturat, at trupulleikin við kavanum á Hvítanesvegnum varð loystur í gjár, tí LV leigaði eina maskinu at rudda strekkið fyri kava.


Kavarúgvurnar forða útsýninum

Tað, sum tó hevur volt bilførarunum størstar trupulleikar eru tær stóru kavarúgvurnar, sum liggja ógvuliga skilaleyst goymdar á vegahornum.

Í ávísum førum, sum eitt nú á krossinum Norðari Ringvegur-Hvítanesvegurin, kann hetta verða beinleiðis orsøkin til ferðsluóhapp, tí kavarúgvan forðar heilt einfalt fyri útsýninum.

Ein bilførari, sum vit tosaðu við í gjár segði, at hann var meiri enn heppin, at hann ikki koyrdi út fyri ein bil, sum koyrdi ?gpymdur? aftanfyri kavarúgvuna.

- Eg hugdi omaneftir Ringvegnum og sá at tað var pláss at koyra. Men tá bilurin var farin á rull, kom ein vøruvognur undan kavarúgvuni, og tað var um hár gjørt, at eg koyrdi út fyri hann.

Vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn gevur bilføraranum rætt.

- Hatta er rættiliga skilaleyst at leggja rúgvurnar í einum horni. Tað gerst bara verri tá ein hugsar um alla ferðsluna, sum fer eftir hasum strekkinum. Bilarnir mugu hava útsýnið og tað hava teir ikki í slíkum førum.



Bogi Hendriksen, býarverkfrøðingur viðgongur, at rúgvurnar eru ein trupulleiki, men hann heldur samstundis, at tað er ov lítil samanhangur í kritikkinum.

- Vit hava bara eina avmarkaða upphædd at rudda fyri, og hon skal nýtast so skilagott sum tilber. Og tá øll ringja hvør í sínum lagi, so verður hon ikki brúkt skilagott.

- Vit fara at gera eina eftirmeting av ruddingararbeiðnum tá kavin er burtur, og tá fara vit eisini at taka støðu til hvussu vit best gera tað í framtíðini. Ein spurningur í sambandi við tær stóru rúgvurnar er, at skulu vit sleppa undan teimum, so verða vit noyddir til at stongja ávísar vegir í eitt tíðarbil, meðan ruddingin fer fram, og so er spurningurin um tað er skilagott, sigur hann.

Hinvegin vísir Bogi Hendriksen eisini á, at tað kanska hevði verið skilagott, um fólk gjørdu, sum politiviðtøkurnar siga, og ruddaðu gongubreytirnar, sum tey hava ábyrgdina av.