prátið seg fyrst um ommu- og abbabeiggjar undirritaða í Hvalba og á Rananum, áðrenn Hjørleif Enni kemur á banan. Pápi mín, sigur Birgir Enni, var sum heilt ungur eina ferð í Amerika og vitjaði familju. Mammubeiggi [...] hansara, nevndur Tórður Nattestad, og systir hansara, Ragnhild, fóru til USA um aldarskiftið 1900 og búsettu seg í Boston. Tórður Nattestad var skipari á trolara har yviri, og tað hilnaðist honum heilt væl [...] báðir, og pápi mín heilt á at skriva til hansara, sendi honum avísklipp og annað. 19 ára gamal fær hann bræv frá Tórði Nattestad. Mammubeiggin skrivar, at hann er sera fegin um brøvini frá Hjørleifi og vil
býráðið og fór úr Framsókn, hevði tað eydnast at fingið eitt umboð í býráðið. - Ístaðin fyri stillaðu vit upp við einum lista, har nógv valevni eru rættiliga ung til tað og lutfalsliga ókend og púra óroynd [...] skuldi í lutakast við E og C og ein veljarakanning gav Framsókn akkurát ikki eitt umboð, og tað varð eisini endaliga úrslitið. - Kanningarnar vístu, at vit fingu onki umboð í býráðið og eg ivist ikki í, at [...] óroynd í Politikki. - Og í roynd og veru eri eg stoltur av, at tey kláraðu tað so væl. - Vit fóru til val, sum ein flokkur við einum boðskapi og hóast vit ikki fingið umboð í býráðið, eydnaðast tað hjá okkum
at pápi var sjómaður og tí nógv burtur. Grímur, beiggi okkara, var eisini sjómaður, og Karin lærdi til laborant í Danmark. Sum man hyggur aftur á tað nú, sær tað alt øgiliga tungt og fløkjaligt út, men sum [...] Magdalena og seymaði ein kjóla. Hon hevði stýr á øllum rundan um okkum, tað kundi ikki havt verið tryggari og hugnaligari. Fáar 18 ára gamlar gentur høvdu klárað tað, sum hon, altíð blíð og hjálpsom, hon [...] krabbameinið hevði spreitt seg ov nógv. Magdalena sníkti seg bara avstað, og viðkomandi visti ongantíð, at Magdalena hevði hoyrt hana og nú visti, at mamma fór at doyggja. At hugsa sær, at ein 16 ára gomul
verið lættari at hildið fram. Men, eg havi tikið mína avgerð, og eg haldi, at nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg. Vit eiga nógv ung og dugnalig fólk í kommununi, sum kunnu bjóða seg fram. Brynhild [...] nú hon er 67 og fyllir 68 ár hin 12. desember. - Húsavíkar kommuna klárar sínar fíggjarligu skyldur, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini frameftir. Vit hava onga skuld og eiga eitt sindur [...] Útgerðin stendur klár hjá Nomatek í Havn, og nú er eftir at fáa smáu húsini, sum skulu hýsa reinsiverkinum í ávikavist Húsavík og Dali, liðug. Talan er um tvinni hús og tvinni reinsiverk, harav verkið í Húsavík
nú angist og tunglyndi. – Spurningurin er, um vit fyribyrgja nóg væl, segði hann á tingsins røðarapalli í gjár og vísti á, at bíðilistarnir til sálarliga viðgerð í dag eru alt for langir, og tað tí er [...] innleggingin, sum verður tað næsta, segði hann og vísti á, at hetta kostar nógv, og tí er betur at l ofta teimum ungu, áðrenn tey detta niður ímillum, og at hetta lønar seg peningaliga í longdini. Ikki [...] ungu, og sálarfrøðingar kunnu ikki loysa allar trupulleikarnar, helt hann fyri. – Eg eri sannførdur um, at tað eru nøkur heilt onnur grundleggjandi ting, sum føra til mistrivnaðin millum ung. Og ikki bara
ferð hann kom í bilin og vit vóru klárir at koyra avstað, foldaði hann hendurnar og bæð ein stutta bøn fyri okkum og tí vit fóru eftir. Hetta minnist eg sum nakað serligt og trúðarstyrkjandi. Brynjolvur [...] mannaðir av smádreingjum og gomlum monnum, onkur kallaði egningarskúrnarnar “universitetini”, jú har fingu unglingar um havsins viðurskifti til fulnar at vita og mangir teirra manna skip [...] Sjálvsagt var Brynjolv glaður fyri og takkaði Guði, at tað gekst børnunum væl. Sjalvsagt fall oftast prátið á hetta og var hann ikki sørt erbarur um hetta. Brynjolv og Gigga dugdu ótrúliga væl at njóta
eisini góðar vinir, sum fleiri eisini so við og við blivu vinir mínir og okkara Vit hava nú í skjótt hálvhundrað ár kenst og eru komnir til hvønn annan og hava saman við mongu góðu vinfólkum okkara verið [...] vinum mínum og seinni okkara, tá ið eg fekk konu og børn, visti eg ikki. Men soleiðis bleiv. Seinni fekk eg at vita, at tú, góði Andreas, longu heimanífrá bleivst róptur Andreas í Skúlanum, og skúlin var [...] títt, og vinir mínir eru vorðnir vinir tínir, soleiðis at vit í felag hava átt eitt ríkidømi at gleðast um hjá hvørjum øðrum bæði burturi í stóruverð og her heima á klettunum. Góði vinur tín – og okkara
at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin og harvið vónandi til føroyskar skúlabøkur. Roykja á føroyskum og lurta á donskum Áðurnevndu tiltøk eru øll bæði skilagóð og neyðug. Men eg eri sannførdur um, at skulu [...] Harumframt syrgja dugnaligir sjónleikarar og umsetarar fyri, at ein partur av útlendska barnatilfarinum verður umsett og sent í sjónvarpinum. Hetta er kortini ov lítið, og tilfarið er bert atkomiligt ávísar [...] vit í hesum føri byrja frá ongum. PISA og førleiki Nógv umrødda PISA kanningin staðfesti, at næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum hava ilt við at lesa ein tekst og at skilja innihaldið í tekstinum. Hetta
so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið [...] fosturbeiggin Olivur. Systkini giftust øll við gøtufólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hesum ættarliði. Petra var [...] bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera
tónleik. Talan er um 16 ung, sum eru úr 12 árum og upp í 17 ár. Jassarnir hava eisini verið uttanlanda og spælt. Í 1996 tóku tey lut á European Youth Orchestra Festival í Keypmannahavn, og í komandi ári vilja [...] Føroyum. Árligi jazz, fólka og blues festivalurin byrjar mikukvøldið, og tá er tað júst Bjørn Eidsvåg, sum skal enda kvøldið. Hann fer á pallin í konsertsalinum klokkan 22.15, og spælir hann so ein góðan [...] heiðurslønina ?Årets spellemann?. Hendan heiðursløn verður givin á hvørjum ári, og tað eru millum annað Felagið fyri Norsk Plátufeløg og NRK, sum standa fyri at geva heiðurslønina. ?På svai? Nýggjasta fløgan hjá