Útbúgvingar men ongan bústað

Eyðgerð Mørkøre Kruse
-------


Fólk í Føroyum hava fingið nógv fleiri útbúgvingar at velja í tey seinastu fáu árini, og nógv av tilboðunum eru nú miðsavnað undir sama hatti. Til seinasta val vóru nógvir politikarar frammi, sum hildu at vitanarpallurin er vegurin fram fyri Føroyar, og tað eru eisini nógv, ið halda at gransking er ein týdningarmikil partur í einum samfelagi. Alt hetta skal mennast í Føroyum, siga fólk, men tað eru eisini tey, ið halda tað mótsatta.
Fyri at halda seg til tráðin, um at hava útbúgvingar at bjóða fólki í einum landi, mátti verið so sjálvsagt. Hetta eru Føroyar, og hvør er betur til at granska í føroyskum viðurskiftum enn vit sjálvi. Gaman í ”gløgt er gestsins eyga”, men at hava gransking og útbúgvingar í Føroyum vil ikki siga, at tað bert eru føroyingar, sum skulu vera við í hesum arbeiði. Karmarnir skulu jú gerast her í Føroyum, og tá foreldur, bæði tey við og uttan útbúgving, gera børnum sínum greitt, at uttan útbúgving kanst tú nógv minni, enn tú kanst við eini útbúgving, ja, so má samfelagið fylgja við og bjóða útbúgvingar og hareftir arbeiði.
Sjálvandi skulu vit hava útbúgvingar og granska í Føroyum, og sjálvandi skulu vit vera við í altjóða høpi, tá tað snýr seg um hetta økið. Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu hava fiskivinnu, alivinnu umframt nógvar aðrar vinnur í Føroyum. Ofta er kjakið um útbúgvingar og gransking eitt antin gera við hetta ella gera vit hatta kjak, og tað ger, at tann stóra myndin kámast.
Men lat okkum siga, at vit semjast um, at útbúgving og gransking innan nógv øki skulu verða partur av einum nýmótans Føroyum, so er langt á mál, og her verður serliga hugsað um tey ungu, sum einaferð koma at mynda okkara samfelag.
Gamaní hevur tú møguleika fyri at fáa tær eina útbúgving í Føroyum í dag, men bústaðarmøguleikarnir, sum tey ungu hava at velja í, halta nógv afturúr í tí føroyska samfelagnum. Hetta er tó ikki bert galdandi fyri lesandi, men fyri alt samfelagið. Ein ungur persónur, sum ætlar sær undir útbúgving í Føroyum, hevur ongan møguleika at flyta heimanífrá til høvuðsstaðin uttan at verða noyddur at gjalda eina himmalhøga leigu. Av somu orsøk velja nógv at verða búgvandi heima, og tískil er tað eisini torført at fáa eitt lestarumhvørvi í Føroyum.
Fólk hava ikki møguleika at leiga eitt kamar fyri ein hóskandi prís, tá tey eru einsamøll og síðan flyta í størri, tá tey gerast fleiri. Hesin møguleiki er aðrastaðni, og tískil kann hetta hava stóran týdning, tá nógv ung velja at fara av landinum í lestararørindum. Tað er sjálvandi sunt at fara av landinum og royna nakað nýtt, men tað kann eisini gerast við eini føroyskari útbúgving.
Okkum manglar heilar árgangir av ungum fólki, og hetta setir eisini sín dám á tað føroyska samfelagið, og tískil verða tey færri og færri eftir í Føroyum, ið kunnu siga okkum, hvat tað er fyri eitt samfelag, tey vilja skapa og hava eina framtíð í.
Latið okkum sum samfelag verða við til at bjóða teimum ungu eitt val, sum er eitt val millum at fáa sær eina útbúgving heima ella uttanlands við nøkunlunda somu fortreytum, og latið okkum sum samfelag fáa eyga á, at tað eru ikki øll, sum hava ráð til at liva í einum stórum dýrum húsum. Tað er lítið og einki val, og hetta er við til at flyta ein stóran part av okkara unga tilfeingi av landinum. Hava vit ráð til tað sum samfelag?